Blåmann, sum heilsar øllum teim mongu, sum tey hava prátað við og sum hava givið teimum so mangn bitan við á ferðini. Bara tað stuttu løtuna vit vitjaðu við bryggjuna í Vági, vitjaði ein umborð, sum hevði [...] mikukvøldið klokkan 19. Blåmann úr Noreg er tað, ein í gomlum døgum nevndi kutter (norðmenn hava annað orð, blðm.). Farið er eftirgerð av einum bjargingarfari í hesum snið-inum. Og mangir føroy-ingar minnast [...] oljumessu í Stavanger í augast. Blámann fór av Vági klokkan 19 mikukvøldið, eftir 14 daga ferð í Føroyum. Lagt verður ætlandi inn í Hetlandi ásvegis heimaftur til Noregs.
sóping Í gólvinum í klivanum er ein serlig uppsavningarskipan. Meðan blást verður, verður gólvið sópa av sær sjálvum. Stálsandurin verður sópaður niður í eina sloku, og haðani verður hann sogin upp í eina [...] sandblást verður. Men í hesum føri verður blást við evarska smáum glasperlum. Orsøkin til, at teir ikki nýta stálperlur, er, at tær rusta. Festa tær seg upp á tað rustfría stálið, hevði tað annars rustfría [...] Men tá ið tað er glasblást, verður tað javnt grátt á liti, og tað glitrar nærum ikki longur. Sveisingar, ið síggjast væl á rustfríum stáli; oftast bláligar á liti; fáa fullkomuliga sama lit sum tilfarið
møguleikar, sum vit í Føroyum illa duga at ímynda okkum - Eg havi aldrin sæð nakað líknandi. Har stóðu til dømis elektroniskar bindimaskinur í langum røðum og bara bíðaðu eftir, hvat tú vildi hava. Tað var bara [...] bara at velja tógv, litir og snið, sum alt varð tastað inn á maskinuna, og út kom júst tað, tú hevði biðið um í so nógvum metrum, tú vildi hava, sigur Maria, sum heldur tað vera ótrúligt, hvat kann fáast burturúr [...] anir. Sum dømi um úrslit av avtaluni higartil kunnu nevnast fyrireikandi ítróttarkappingar í sambandi við Oyggjaleikirnar í Hetlandi í fjør, stóra ráðstevnan um málfrøðingin Dr. Jacobsen fyrr í ár og nú
Hvalba HM í kappingini millum menn í opna bólkinum. Hann fer at kappast seinni í dag. Níggju føroyskir rógvarar eru í Boston og luttaka í HM í inniróðri. Kappast verður á Aganis Arena í Boston, og tað ber til [...] Føroyingarnir, sum í hesum døgum eru í Boston og kappast um HM í inniróðri, fara aftur í ár at hava í hvussu so er ein heimsmeistara heim aftur við sær. Tað er greitt, nú kappingin millum 40-49 ára gamlar [...] hann er millum teirra, sum síðani á nýggjárinum hava fyrireikað seg at manna Eysturoying í róðrarárinum, sum stendur fyri framman. Og í dag hevur hann í Boston vunnið HM í inniróðri! Í fjør vann Dánjal Martin
serstakt pláss í mínum hjarta langt áðrenn eg tók við sum amerikonsk sendikvinna í danska kongaríkinum. Í mínum ungu døgum í Pennsylvania plagdi eg at vera barnagenta hjá einari smágentu, sum eg havi [...] errin av at hava umboðað amerikanska fólkið í tilgongdini at styrkja hesi bondini. Í juli 2020 var eg sum tað fyrsta amerikanska sendifólkið og vitjaði í Klaksvík. Ein av nógvu góðu upplivingunum [...] hava til felags, er okkara stóri áhugi í at verja okkara umhvørvi - í USA við at varðveita okkara tjóðarparkir og í Føroyum við eini burðardyggari ferðavinnu, sum skal verja tann framúrskarandi nát
spurt forstjóran í Føroya Banka, Janus Petersen, um hetta: hvussu nógv tey hava táttað í, og hvønn tað serliga gongur út yvir. Í Føroya Banka, sum er millum størstu peningastovnarnar í landinum, eru boðini [...] Petersen, sum heldur ikki hevur upplivað, at eftirstøðurnar eru øktar. Tos millum fólk Vit hoyra ofta, at vit kunnu tosa eina kreppu í gongd. Men er tað ikki júst tað, sum er við at henda, tá tað frættist [...] Petersen, sum staðfestir, at partur av teirra dagliga bankavirksemi er at hava skil á. - Tað er góður bankaskikkur, sum hann sigur, og leggur dent á, at trotið eigur at vera so lítið, sum til ber. - Í løtuni
Skálafjørðinum. Lagt verður aftrat, at sambært nýggjastu linjuføringini verður tunnilsmunnin vestaru megin á Skálafjørðinum við Sjógv, og tunnilsmunnin eystaru megin verður í Rókini í Saltnesi - á markinum [...] - Projekteringsarbeiðið er byrjað, og tá tað er liðugt, verður tunnilsarbeiðið boðið út, og eftir ætlan verður byrjað at bora í seinnu helvt av 2016, vita tey í Nes kommunu at siga. [...] Í hesum døgum ger tunnilsfelagið, sum skal standa fyri at gera Eysturoyartunnilin, boriroyndir í Saltnesi. Líknandi boriroyndir vórðu gjørdar hinumegin Skálafjørðin - við Sjógv á Strondum - fyri nøkrum
teir hava borað í Havn og á Tvøroyri og í dag verður borað í Sandavági, tað skal borast 200 metrar niður, tað rokna teir við at klára í dag. Fólk frá Tekniska Universitetinum í Lund í Svøríki skulu gera [...] Jarðfeingi ger í hesum døgum kanningar, sum skulu vísa, um bergvarmi kann nýtast til upphiting av húsum, stendur at lesa á heimasíðuni www.jardfeingi.fo Eitt svenskt borifelag er í ferð við at bora tey [...] um nýggj hús og eldri hús í ymsum støddum, vald á slíkan hátt at holini eru í bæði ovastu-, mið- og niðastu fláum. Varmapumpur verða nýttar at flyta varman úr berginum inn í húsini. Fyrimunir við bergvarma
víðgongdu flokkunum í hesum spurningi. Aðrir flokkar, sum stilla upp til valið, hava ongan møguleika at fáa umboð. Eftir stendur javnaðarflokkurin, sum í ríkisrættarliga høpinum er at meta sum ein miðflokkur [...] meiriluti møguliga helt í 1946. Tað er óaktuelt. Spurningurin er, hvat meirilutin av teimum, sum nú liva, heldur um ríkisrættar-ligu støðuna. Skulu vit framvegis binda føroyingar til tað, sum ein møguligur meiriluti [...] meiriluti helt í 1946, kunnu vit eins væl spyrja hvat ein meiriluti helt fyri 100 ella 200 árum síðani. Ella á døgum Sigmundar fyri umleið 1000 árum síðani. Í spentu støðuni, sum valdaði millum ríkispartarnar
vera, men at munur er á meskavídd. ? Tað verða nógv, sum detta ígjøgnunm tað sosiala trygdarnetið, sum verður lagt upp til av liberalistunum, ið sita við røðrið í dag. Barnsburðargrunnurin er glotti Sitandi [...] valt tað so, men heldur tí, at privata initiativið so dyggiliga spældi fallit, staðfesti hann síðani. Í hesum sambandi vísti Jóannes Eidesgaard á, at tað í sekstiárunum var Føroya-grunnurin, sum tók eftir [...] hungurinum eftir øllum tí, sum kann gera tann ríka ríkari, svíður okkum í nasarnar. Caragata-álitið er meira siterað enn sjálv Hvítabók. Og við hvørt høvið, sum býðst, verður privatiseringin og egoisman