Blámaður vitjar á Vág

Forvitnisligt far vitjaði í Vági týsdagin og mikudagin. Blåmann eitur báturin, ið er seglbátur, ið eisini kan nevnast tað danir kalla kutter, men í gomlum sniði. Báturin, sum er úr Noreg, hevur verið á stuttari Føroya vitjan og hevur vitjað ymsastaðni í Føroyum

Serstakt far fór av Vági mikukvøldið klokkan 19. Blåmann úr Noreg er tað, ein í gomlum døgum nevndi kutter (norðmenn hava annað orð, blðm.). Farið er eftirgerð av einum bjargingarfari í hesum sniðinum. Og mangir føroyingar minnast slík før og hettta hevur merkt vitjanina hjá Blåmann í føroysku havnunum.
                      Farið er bygt í 2002 og tað er eigarin sjálvur, Rune Torgeirson, ið hevur bygt og við honum á ferðini er Kari Moe Sundli og tveir mans afturat.
                      Blåmann hevur verið á 14 daga vitjan í Føroyum og hevur m.a. vitjað í Klaksvík og á Eiði og manningin hevur vitjað á Slættaratindi. Eisini hevur manningin og far vitjað í Tórshavn og verið á ferð saman við Norðlýsinum.
                      Eisini hevur væleydnað vitjan verið á Sandi, har grind júst legði beinini, men sjálvt drápið fingu tey ikki við.
 
Watson
Sera snotiligt er at vitjað umborð á Blåmann og har fegnast tey um fryntiligu føroyingarnar, sum dúgliga vitja umborð og um tey sambond tey so lættliga fáa.
                      Mangir eldri menn minnast slík før og føroyingar hava jú havt nógv við norðmenn at gera. Prátið hevur verið dúgligt um bát, farnar tíðir og krígstíðir.
                      Og tá ein lítil grind eisin hevur lagt beinini í Vági, so hava tey eisini fingið eitt kók. Og  manningin kennir eisini Watson og slík harkalið og tað er ikki einging tygara útsendi blaðmaður, ið tekur evnið upp. Nei, tey kenna eisini Watson í Noreg og og prátið fellir náttúrliga á mannin, ið ? sum tey siga ? livur av at duga at selja seg og sína hugsjón.
 
Koma aftur
Hetta hevur bert verið ein lærutúrar og manningin við Rune og Kari á odda ætla at vitja aftur um eini tvey ár.
- Og tá vita vit betri hvar vit skulu fara og at 14 dagar er alt ov stutt tíð, sigur manningin á Blåmann, sum heilsar øllum teim mongu, sum tey hava prátað við og sum hava givið teimum so mangn bitan við á ferðini.
Bara tað stuttu løtuna vit vitjaðu við bryggjuna í Vági, vitjaði ein umborð, sum hevði fiskað í Noreg og sum hevði við sær fisk til matna á ferðini heimaftur.
                      Jú, ferðin í Føroyum hevur verið minnisrík og føroyingar hava verið sera fryntligt fólkaslag og oyggjarnar eru serstakar at vitja. Tað er manningin samd um.
                      Og á beding í Vági ? beint við bryggjuna ? stendur Johanna TG 326. Har eru sambond eisini knýtt og møguliga hittast øll førini, Norðlýsið, Johanna og Blåmann, til oljumessu í Stavanger í augast.
                      Blámann fór av Vági klokkan 19 mikukvøldið, eftir 14 daga ferð í Føroyum. Lagt verður ætlandi inn í Hetlandi ásvegis heimaftur til Noregs.