Bondini millum Føroyar og USA eru sterkari enn nakrantíð

Carla Sands, amerikonsk sendikvinna í Danmark: Føroyar høvdu eitt serstakt pláss í mín­um hjarta langt áðrenn eg tók við sum amerikonsk send­i­kvinna í danska kongaríkinum.

Føroyar høvdu eitt serstakt pláss í mín­um hjarta langt áðrenn eg tók við sum amerikonsk send­i­kvinna í danska kongaríkinum. Í mín­um ungu døgum í Penn­syl­van­ia plagdi eg at vera barn­a­genta hjá einari smágentu, sum eg havi havt samband við líka síð­an tá. Hon giftist seinni við ein­um føroyskum manni. Tey bæði og teirra fýra døtur búgva nú í Tórshavn. Tá eg seinast vitj­aði í Føroyum í november, fekk eg aftur møguleikan at hitta hana saman við hennara fittu fam­ilju og minnast aftur á góðar, gaml­ar dagar.

Eg havi altíð fegnast um gest­a­blídn­ið hjá føroyska fólkinum og ikki minst um tann kærleika og ta virðing tit hava fyri goml­um siðum og vøkru nátturuni. Am­er­ik­onsk og føroysk mentan hava í roynd og veru nógv til fel­ags. Átrúnaður og sjálvbjargni hava alstóran týdning fyri báðar tjóð­ir­nar. Eitt annað, vit hava til fel­ags, er okkara stóri áhugi í at verja okkara umhvørvi - í USA við at varðveita okkara tjóð­ar­park­ir og í Føroyum við eini burð­ar­dyggari ferðavinnu, sum skal verja tann framúrskarandi nát­t­úr­u­vakurleikan á oyggj­u­num og í sjónum rundanum. 

Hesi trý árini, eg havi starvast sum sendikvinna, havi eg verið fimm ferðir í Føroyum, har eg havi fing­ið sjón fyri søgn um okk­ara nógvu felags áhugamál. Eg og mínir starvsfelagar á am­bass­a­duni fingu skjótt eyga á fleiri góðar møguleikar og grund­ir til at styrkja samstarvið mill­um USA og Føroyar. 

Eg eri errin av at hava um­boð­að amerikanska fólkið í til­gongd­ini at styrkja hesi bondini. Í juli 2020 var eg sum tað fyrsta am­er­ik­anska sendifólkið og vitjaði í Klaks­vík. Ein av nógvu góðu upp­liv­ing­unum frá tí túrinum var at koyra ígjøgnum Norð­oy­a­tunn­il­in og uppliva ta ótrúliga vøkru ljósinstallatiónina hjá heims­kenda listamanninum, Tróndi Paturssyni. Eg var eisini boð­in umborð á ein pelagiskan trol­ara, har eg veruliga fekk inn­lit í, hvussu stóran týdning fiski­vinn­an hevur fyri Føroyar. Hetta fekk meg samstundis at hugsa um teir stóru møguleikarnar fyri økt­um handils- og íløg­u­sam­starvi við USA.

Eitt tað besta dømið um hesar møgu­leikarnar er Bakkafrost, sum selur 17% av sínum samlaða laksa­útflutningi til amerikanska markn­aðin. Í ár gjørdi hendan fyri­tøkan eisini íløgur í eina am­er­ik­anska fyritøku, sum gevur ar­beiði til meira enn 40 fólk í Clift­on, New Jersey. Føroyski laks­urin, ið verður borðreiddur á am­e­­rikonskum matstovum, verð­ur av nógvum mettur at vera á allarhægsta støði fyri ald­an laks. Vónandi fara vit at síggja enn meira handil land­anna millum, so at føroyingar eis­ini sleppa at njóta nakrar av frá­líku amerikonsku vørunum.

Vøkstur er eisini í talinum av priv­at­um og almennum parta­løg­um millum londini bæði. Í 2020 skrivaði føroyska fyritøkan Oc­e­an Rainforest sáttmála við am­er­ik­onsku stjórn­ar­skriv­stov­una Advanced Research Projects Ag­e­ncy - Energy. Saman fara part­ar­nir at skapa dygdargóðar og kostn­að­arvirknar hættir at gagn­nýta havbiomassa.

Samstarvið millum USA og Før­oyar um at verja arktiska øk­ið er eisini økt munandi tey sein­astu árini. Í 2019 vitjaði eitt am­er­ik­anskt herskip í Føroyum fyri fyrstu ferð í 30 ár, og vit gleða okk­um til fleiri líknandi skips­vitj­anir í komandi tíð. Slíkar vitj­anir eru ein týðandi partur av hern­að­ar­diplomatisku viður­skift­in­unum millum USA og tess sam­eindu. Og vit fegnast um vaks­andi viðurkenningina í Før­oy­um av stóra týdninginum av at tryggja avgerandi inf­ra­struk­tur.

Eg eri vís í, at sambandið mill­um USA og Føroyar fer at styrkj­ast enn meira í framtíðini. Part­a­lags­yv­ir­lýsingin, sum báðar stjórn­irnar undirskrivaðu í no­v­em­ber, fer at styrkja samstarvið tjóð­anna millum innan fleiri av okk­ara felagsáhugamálum - úr fyr­i­siting av sjótilfeingi og um­hvørvisvernd til mentanarligt sam­starv og burðardygga bú­skap­ar­menning, íverksetan, ný­hugsan, ferðavinnu og hand­ils­virk­semi. Hendan parta­lags­yvirlýsing, sum báðir part­ar hava bíðað eftir leingi, fer at slóða fyri ítøkiligum vøkstri í okk­ara handilssamstarvi, sam­stundis sum hon fer at styrkja bond­ini millum amerikanska og før­oyska fólkið.

Eitt ógloymandi minni, nú eg fyr­i­reiki meg at fara heimaftur úr danska kongaríkinum, er summ­arið 2019, tá eg slapp at síggja og hoyra føroyskan dans utt­an fyri Tinganes á ólavsøku. Hetta vakra upplivilsið minti meg á sterka sambandið millum Før­oyar og USA, har persónlig bond í túsundatali eru knýtt mill­um føroyingar or a­m­er­i­k­an­ar­ar gjøgnum ferðing, útbúgving og ar­beiði í báðum londunum.

Eg eri vís í, at eg fari at varð­veita mítt persónliga samband við Føroyar langt eftir, at mín tíð sum sendikvinna er komin at enda.

Carla Sands, amerikonsk sendikvinna í Danmark