Blómandi mentanarligt samstarv

Hetlendska/føroyska verkætlanin Sheep/Seyður, ið varð hildin á Shetland College í Lerwick herfyri, má sigast at vera dømi um mentanarligt samstarv, tá tað eydnast allarbest. Verkætlanin var enn eitt ítøkiligt úrslit av avtaluni um mentanarligt samstarv, ið londini gjørdu fyri trimum árum síðani


- Tey vóru serliga ovfarin av, hvussu framkomið føroyskt listhandverk er. Vit upplivdu hinvegin umstøður, sum einhvør listhandverkari bara torir at droyma um, sigur Maria Mørkøre, ein av luttakararnum á hetlendsku/føroysku listhandverkætlanini Sheep/Seyður, ið var hildin á Shetland College í Lerwick herfyri.
At evnið fyri verkætlanina var Seyður var, sum vera man, ikki av tilvild. Seyður og seyðahald hava til allar tíðir verið ein lívsæðr fyri lívsins uppihald bæði í Hetlandi og í Føroyum, og bæði londini hava langar siðvenjur at virka brúkslutir úr ull, beini og horni. Endamálið við verkætlanini var at savna dugnaligar listhandverkarar úr báðum londum, ið kundu læra av royndunum hjá hvørjum øðrum og saman menna nýggjar førleikar og fakið sum heild. Eisini er ætlanin, at verkætlanin kann verða byrjanin til eitt framleiðlsu- og vinnuligt samstarv innan  listhandverk, ikki bara millum Føroyar og Hetland men eisini í altjóða høpi.

Hetlendskt/føroyskt samsnið
Í fyrstu syftu savnaðu luttakararnir seg um at vísa hvørjum øðrum mannagongdir í arbeiðinum við teimum ymsu handverksgreinunum. Maria Mørkøre fæst mest við tøving, og sjálvt um tilgongdin í nógvar mátar var tann sama, lærdi hon rættiliga nógv nýtt.
- Tey brúka ullina uppá ein annan máta. Til dømis brúka tey ókarðaða ull at tøva við, sum gevur tøvda plagginum ein heilt annan struktur og fær teg at hugsa øðrvísi um møguleikarnar. Júst innan tøving hava hetlendingar lært meg, at møguleikarinr í grundini eru óavmarkaðir, sigur Maria, sum eisini varnaðist, at siðbundna hetlendska bindikynstrið er nakað fyri seg.
- Mynstrini líkjast okkara eitt sindur, men tey eru munandi tættari og smærri og óvanliga litrík. Vit royndu til dømis at kombinera føroysk mynstir við tey hetlendsku og brúka teirra litir, sum gav eitt sera spennandi úrslit, sigur Maria, sum eisini var við til at gera ein føroyskt/hetlendskan kjóla, sum flestu av luttakararnum áttu ein part av. Umframt bundnu og tøvdu pettini, hann var settur saman av, vóru eisini spenni, gjørd úr beini og horni, partur av kjólanum. Endaliga úrslitið var ein óvanliga forvitnislig samanseting av føroyskum/hetlendskum mannagongdum og rávøru í sera modernaðum sniði.

Úbúgvingarmøguleikar
Maria heldur, at tað ikki er ov nógv sagt, at føroyingar eru munandi meir framkomnir, tá tað ræður um sniðgeving. Hetta var eisini eitt tað fyrsta, hetlendingarnir løgdu merki til og fregnaðust nógv eftir. Hinvegin hava tey nakrar umstøður og tøkniligar møguleikar, sum vit í Føroyum illa duga at ímynda okkum
- Eg havi aldrin sæð nakað líknandi. Har stóðu til dømis elektroniskar bindimaskinur í langum røðum og bara bíðaðu eftir, hvat tú vildi hava. Tað var bara at velja tógv, litir og snið, sum alt varð tastað inn á maskinuna, og út kom júst tað, tú hevði biðið um í so nógvum metrum, tú vildi hava, sigur Maria, sum heldur tað vera ótrúligt, hvat kann fáast burturúr, tá umstøðurnar eru til tað.
Eftir øllum at døma eru eisini hetlendingar sannførdur um, at meðan tey hava møguleikarnir hava føroyingar fólkið og kreativa hugflogið. Tí vilja tey á Shetland College heldur enn fegin hava føroyingar at taka útbúgving á skúlanum. Í sambandi við fyrstu fyrireikingarnar til verkætlanina var Maggie Marr, ið starvast á Shetland College, í Føroyum og kunnaði um útbúgvingarmøguleikarnar á skúlanum. Fyribils stendur tað luttakararnum á hesi verkætlanini í boði at nýta útgerðina á skúlanum, tá tey vilja, og er hetta ein møguleiki, Maria saman við øðrum avgjørt fara at brúka í nærmastu framtíð.

Gátuføra heldin
Meðan Maria og hinar, sum arbeiða við ull og tekstil, komu til eitt satt slaraffenland av møguleikum, gjørdist vitjanin í Hetlandi ikki minni forvitnislig fyri tey, ið fáast við at virka lutir úr horni og beini. Millum hesi var Rasmus Nygaard, sum hevði við sær eina held, hann hevði gjørt úr horni. Hetlendingar høvdu ikki sæð eina slíka fyrr, men onkur helt seg vita, at á einum fornfrøðiligum útgrevstri har í nánd, var ein líknandi lutur funnin, sum ongin visti, hvat var. Og so var. Luturin, hetlendskir fornfrøðingar høvdu funnið, vísti seg at vera ein held av sama slag. Tað var ikki sørt av eini opinbering fyri hetlendingar, tá Rasmus so fór at greiða frá, at í Føroyum verða heldir brúktar at bera hoybyrðar við, og at talan tískil má vera um eitt forvitnisligt felags mentanarligt fyribrigdi. Og sum vera man fekk Rasmus uppgávuna at læra hetlendingar at gera heldir, eisini til armond, sum tær ofta verða brúktar í dag.

Fakta
Avtala um mentanarligt samstarv
10. november 2003 undirskrivaðu táverandi landsstýriskvinna í mentamálum, Annita á Fríðriksmørk, og Edward John Knight, talsmaður fyri Shetland Islands Council, avtalu um mentanarligt samstarv millum Føroyar og Hetland.
Samstarvsavtalan hevur sum endamál at menna og styrkja mentanarliga samstarvið millum londini grundað á, at hetta hevur landanna felags áhuga. Samstarvið er eisini í góðum samljóði við tær politisku ætlanirnar í Norðurlandaráðnum um, at norðurlendskt samstarv skal víðkast til eisini at fevna um grannarnar fyri sunnan og vestan.
Avtalan er tí gjørd fyri at skapa gróðrarbotn fyri størri samstarvi innan mentanarøkið sum heild. Hugsað verður m.a. um mentan og list, ítrótt, sjálvboðið barna- og ungdómsarbeiðið, aðrar sjálvbodnar felagsskapir og gransking. Við samstarvinum er vónin at fáa felags vitan, royndir og íblástur til gagns fyri mentanarlívið.
Samstarvið skal eisini verða støðið undir fyriskipan og útinnan av verkætlanum og tiltøkum av felags áhuga. Eisini verður sambært avtaluni møguligt hjá felagsskapum eins og einstaklingum at søkja um fíggjarligan stuðul til mentanarligt samstarv. Ætlanin er, at hvørt landið sær markar ávísa játtan til ymsar samstarvsverkætlanir.
Sum dømi um úrslit av avtaluni higartil kunnu nevnast fyrireikandi ítróttarkappingar í sambandi við Oyggjaleikirnar í Hetlandi í fjør, stóra ráðstevnan um málfrøðingin Dr. Jacobsen fyrr í ár og nú listhandverkætlanin Sheep/Seyður.