inn á ting á løgtingsvalinum í vár. - Tað er ikki nóg mikið at siga, at vit skulu velja kvinnur, tí tær eru kvinnur. Tá ið fólk hava valt meg inn á ting, vóni eg, at tað er tí, at tey meta meg hava førleika [...] tey tilkomnu. Og tað hevur nakað við siðvenjuna at gera. Javnstøða verður ofta gjørd til tað, at nú skulu konufólk yvirtaka mannfólkaarbeiði og øvugt, men tað hevur einki við javnstøðu at gera. Javnstøða [...] bart ímóti mansdominansinum. Hvør orsøkin er til, at færri kvinnur eru á tingi nú í mun til undanfarna valskeið, veit eg ikki. Nú búskapurin er vorðin betri, er tað kanska meiri áhugavert hjá mannfólki at
leygardagin, so verður ÍF betri fyri. B68 tykist á pappírinum at hava lættaru uppgávuna, tí teir skulu til Klaksvíkar. Men KÍ, sum longu er flutt niður, sigur farvæl við ma-nér. ÍF skal til Vágs, har KÍ [...] møguleikarnar hjá B68 og ÍF. GÍ fær vitjan av B36, sum bara hevur æruna at spæla fyri. Teir skifta nógv fólk mest sum hvørja ferð, men út frá tí, sum farið er fram higartil í ár, so áttu gøtumenn at havt møguleika [...] hevur ongantíð vunnið á útivølli, og tað sigur nakað um, hvussu torført tað hevur verið at fingið fólk við út á bygd. Í Klaksvík vóru havnarmenninir illa skipaðir leingi, og so legði KÍ seg heilt trivaliga
sekstan fólkini, sum herfyri vórðu boðin til Alaska at kunna seg um oljuvinna og samfelagið har, eru nú øll komin heimaftur. Millum teirra, sum vóru við á ferðini, var eisini Alex Buvik, sum dagliga starvast [...] teirri lítlu bygdini Barrow, sum liggur skamt frá oljufeltunum. Ovfarin -Eg gjørdist ovfarin av, at fólk í heila tikið kunnu búgva á einum slíkum stað. Tað má vera eitt av teimum mest einsligu plássunum [...] Nógv burturúr Alex Buvik heldur tað hevur verið ómetaliga forvitnisligt at síggja, hvussu væl eitt fólk sum inuittarnir í norðuralaska hevur megnað at fáa nakað burtur úr oljuni. Tí fyri bert 30 árum síðani
talan er um m.a. jarðfrøðisligar spurningar og nú eisini eina oljuvinnu. Føroya Jarðfrøðissavn hevur leingi havt tætt samstarv við GEUS ella fyrrv. DGU. Fólk frá hesum stóra og týðandi jarðfrøðiliga stovni [...] ynskja, at danskar fyritøkur skulu hava fyrimunir framum aðrar, tí hetta er innan fyri ríkið. Til tað kann eg bert siga, at fyritøkur sum DONG og Mærsk, sum vilja vera við, skulu sjálvandi viðgerast sum allar [...] eitt nú í Danmark hevur verið torført at tosa um ressursir og umhvørvi, tá talan er um fiskivinnu. Men tað verður ein noyddur at gera í framtíðini, um ein vil varðveita stovnarnar. No new oil -Nú brúkar
nítiárunum, sum nú skal uppá aftur lønina. Men hóast fíggjarlógin ikki hækkar meiri enn lønarvøksturin, merkir tað ikki, at ymsar forskjótingar ikki eru ímillum tey ymsu málsøkini. Eitt nú er almenna umsitingin [...] Landsstýrið er nú at kalla liðugt við uppskoti til fíggjarætlan fyri 1999. Uppskotið skal verða lagt fyri tingið í seinasta lagi fyrsta oktober og tað er komandi hósdag. Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri [...] enn nevna tøl í uppskotinum til fíggjarlógina. Men har er neyvan nakað, sum fer at leypa hvøkk á fólk, leggur hann afturat. Hann sigur, at landsstýrið hevur gjørt eina fíggjarlóg, sum hevur yvir 100 milliónir
vónleyst við hvørt, tí arbeiðstrýstið er so stórt. Hvønn dag skulu eini 30 fólk í telefonviðtal við kommunulæknan, umframt at eini 25 -28 fólk koma til læknan, umframt bráðfeingis viðtalan, sum eru fleiri [...] í Havn er 1767, fyri hvønn lækna. Hann sammetir við Bornholm, har 45.000 fólk búgva. Har eru 34 kommunulæknar. Um vit skulu sammett við føroysk viðurskifti, so áttu tað at verið 11 kommunulæknar í Havn [...] sum skal hava orð á læknan. Samskiftið er trupult Øll kenna umstøðurnar, tá boð skulu sendast kommunulæknanum, eitt nú til telefonviðtalu um morgunin. Tað er neyvan ov nógv sagt, at ein hálvur arbeiðsdagur
frítið varð settur til 0. Hetta merkir, at fólk í frítíðarørindum einki leggja í, um tað tekur 45 heldur enn 5 minuttir at ferðast um Sundið. Eingin ivi er um, at fólk høvdu frítt at velja, høvdu tey valt teir [...] íløga í fast samband við stórari vissu loysti seg, um íløgukostnaðurin lá niðanfyri uml. 150 mió. kr. Nú er so nýggj kanning gjørd, og í frágreiðingini verður sagt, at orsø.kin til tað er, at stórar broytingar [...] sum tá ongir bummpengar verða kravdir. ? Sum heild kann sigast, at um bummpengar verða kravdir, skulu hesir í minsta lagi vera á hædd við ferðaseðlaprísirnar á ferjunum í dag, um samfelagsbúskaparliga
ar og kanningar og nú er líkt til, at komandi árini bert fara at snúgva seg um ríkisrættarligu støðuna. Inn í millum kemur okkurt glepsið um tvangsaktiveringar og áminning um, at nú skal ein og hvør verða [...] viðgerð, og her er ein ørgrynna av málum sum skulu gjøgnumførast í neyðugum samstarvi millum fakfelagsrørsluna og flokkin. Lat meg at enda seta okkum spurningin. Skulu fakfeløgini og flokkurin arbeiða neyvari [...] Øll vilja tey fyrst og fremst arbeiða fyri seg sjálvi í hesi somu tráanini um at teirra viðurskifti skulu verða betur enn hjá øðrum, heldur enn at øllum skal verða givin somu kor. Hendan kósin er sera hættislig
Tað er Strálan, ið skipar fyri fiskikapping leygardagin 26. sept. Tað eru nú meir enn tvey ár síðan at skipað var fyri tílíkari kapping. Tað er ein liður í at útvega felagnum pening. Byrjað verður klokkan [...] landi í Heygsstøð fyri at tekna seg til kappingina. Fiskireiðskapurin er snøri ella snella. Bátarnir skulu verða aftur klokkan 16.30 og verður fongurin vigaður. Eru fleiri mans við sama báti, verður roknað [...] í útvarpinum kl. 07.30. Vónandi verða fleriri bátar við til kappingina og vit vóna at síggja nógv fólk kl. 16.30 niðri á Heygsstøð.
samdar um at fingið ein mentanarmiðdepil í eitt nú Skálabotni. Tað hevði avgjørt verið eitt gott hugskot og hevði verið ein kraftmiðdepil fyri økið. - Fólk eru ógvuliga glað fyri at koma á listaframsýningar [...] øll. Øll kunnu vera við í skapandi megini antin sum luttakarar ella lurtarar. Tónleikurin er her og nú, lagið fer ígjøgnum oyrini og inn í sálarkrókarnar, har tað arbeiðir og mennir teg á ymiskan hátt. [...] virkar tað sum tað onkusvegna er lagt niður í tey frá barnsbeini. Konufólk síggja, hvussu tingini skulu vera, serliga tá ið tað snýr seg um tað sosiala. Kvinnur hava sum heild hægri sosial innlivingarevni