Fiskikapping á Strondum

í morgin, 26. sept.

Tað er Strálan, ið skipar fyri fiskikapping leygardagin 26. sept. Tað eru nú meir enn tvey ár síðan at skipað var fyri tílíkari kapping. Tað er ein liður í at útvega felagnum pening.

Byrjað verður klokkan 8 á morgni, tá bátarnir leggja at landi í Heygsstøð fyri at tekna seg til kappingina. Fiskireiðskapurin er snøri ella snella.

Bátarnir skulu verða aftur klokkan 16.30 og verður fongurin vigaður. Eru fleiri mans við sama báti, verður roknað út hvussu nógv kilo eru uppá mannin.

Tríggir teir bestu bátarnir fáa steyp til ognar. Umframt steypið fáa teir ein ølkassa ella ein sodavatnskassa.

Borð og stólar verða settir upp á økinum, har manningarnar, ið hava luttikið í fiskikappingini fáa smyrjibreyð. Annars verður møguleiki hjá fólki at keypa sær ein góðan kaffimunn við einum góðum køkubita afturvið.

Møguleiki verður at keypa sær feskan fisk. Eisini verður skipað fyri mat og køkutombola, fiskidammi til børnini og einum vanligum tombola.

Er tað soleiðis, at veðrið ikki er til vildar í morgin, verður fiskikappingin avlýst í útvarpinum kl. 07.30.

Vónandi verða fleriri bátar við til kappingina og vit vóna at síggja nógv fólk kl. 16.30 niðri á Heygsstøð.