Hevur yvir 100 milliónir í yvirskoti

Í komandi viku verður uppskoti til fíggjarlóg fyri 1999 løgd fyri tingið. Men her er onki, sum fer at leypa hvøkk á fólk

Landsstýrið er nú at kalla liðugt við uppskoti til fíggjarætlan fyri 1999.

Uppskotið skal verða lagt fyri tingið í seinasta lagi fyrsta oktober og tað er komandi hósdag.

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sigur, at tølini eru komin á allar postar á fíggjarlógini og at hon verður løgd fram beint uppundir evstamark, tvs, at hon verður løgd fyri tingið onkran dagin fyrra partin í komandi viku.

Karsten Hansen vil ikki enn nevna tøl í uppskotinum til fíggjarlógina.

­ Men har er neyvan nakað, sum fer at leypa hvøkk á fólk, leggur hann afturat.

Hann sigur, at landsstýrið hevur gjørt eina fíggjarlóg, sum hevur yvir 100 milliónir í yvirskoti.

­ Og tá eru inntøkurnar til landskassan varisliga mettar, leggur hann afturat.

Hann sigur, at hendan samgongan kom ikki til fyrrenn árið var næstan hálvrunnið.

Og síðani hava nógv stórmál verið uppi og tí hevur ikki borið til at gera tær heilt stóru broytingarnar. Oftast krevja bygnaðarbroytingar lógarbroytingar og tað hevur ikki rættiliga verið stundir til.

Hann sigur, at tað verður ikki fyrrenn á fíggjarlógini fyri 2000, at politikkurin hjá samgonguni rættiliga fer at vísa seg.

Endamálið er at gera nógvar broytingar, sum gera umsitingina einfaldari og av tí sama, bíligari.

Men hann sigur, at eftir uppskotinum, skal fíggjarlógin komandi ár verða eini 3% hægri, enn fíggjarlógin í ár er.

­ Hetta er á leið tað sama, sum lønarvøksturin verður, sum undanfarna landsstýrið avtalaði við fakfeløgini. Talan er um tað síðsta av lønarniðurskurðinum frá fyrst í nítiárunum, sum nú skal uppá aftur lønina.

Men hóast fíggjarlógin ikki hækkar meiri enn lønarvøksturin, merkir tað ikki, at ymsar forskjótingar ikki eru ímillum tey ymsu málsøkini.

Eitt nú er almenna umsitingin vaksin munandi seinastu árini, umframt at tað eru tvey nýggj málsøki í landsstýrinum.

Somuleiðis krevja t.d. broytingarnar í skúlalógini, at játtanin til skúlaverkið verður hækkað. Karsten Hansen sigur, at skúlin fer við mestu hækkingini, sum er.

Uppá fyrispurning sigur hann, at eitt nógv umtalað øki, sum er Landssjúkrahúsið, hevur eisini fingið eina hækking, ið svarar til lønarvøksturin, umframt eitt sindur afturat.

Men tá ið umsitingin er økt og summi øki skulu hava hægri játtan, uttan at fíggjarlógin veksur meiri enn lønarvøksturin, merkir tað sostatt eisini, at sparingar eru framdar á ymsum økjum.

Karsten Hansen váttar, at sparingar eisini eisini framdar á fleiri økjum.

Íløgurnar komandi ár eru settar til útvið 140 milliónir, umframt 20 milliónir til undirsjóvartunnnil undir Vestmannasundi.

M.a. skulu íløgur gerast í nýggja sandoyarferju, nýtt vaktarskip og ymsa vegagerð o.a.