vilja á ongan hátt seta børn og starvsfólk í nakran vanda. Tí tóku vit beinanvegin ta avgerð at fyta børnini og finna eina loysn, meðan viðurskiftini í Valhøll fingin í rættlag. Borgarstjórin vísir á, at [...] flyta tey 16 børnini úr Valhøll í Syðrugøtu og í felagshúsið hjá Víkingi - í fyribils tveir mánaðir. Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, sigur, at kommunan valdi at binda um heilan fingur, tá [...] børnini fáa stóra rúmið og eitt umklæðingarrúm í felagshúsinum til dagstovn í nevnda tíðarskeiði. Jóhan Christiansen sigur, at kommunan valdi eingi óráð at taka, tó at mátingarnar av innluftini eru í lagi
verður felagssangur, sum Noel og Jóhannes skipa fyri. Eisini verður skemt og mótasýning. Kostnaðurin fyri tiltakið er 300 krónur, og kunnu fólk tekna seg á hotellinum á telefon 451034 ella 217020. Hotellið [...] kaffi. Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk fara at halda fyrilestur um heilsugóðan kost. Sagt verður av hotellinum, at hesin parturin av tiltakinum er ókeypis og fyri øll. Seinni út á kvøldið, um [...] Hotellið letur eisini tilboð upp á gisting, har kostnaðurin er 300 krónur fyri hvønn í dupulkamari og 500 krónur á einkultkamari íroknað morgunmat. Fara aftur í gongd Hotel Norð er annars stongt vetrarhálvuna
Vogel er gamal í garði innan tónleik og hevur eisini mangar ferðir vitjað í Føroyum. Bólkurin Birds of Beauty hevur eisini eina serstaka føroyska grein, nevniliga Fagrir Fuglar, sum eisini á sinni gav plátu [...] Hon hevur leikt við rockbólkum sum Uncle Frank?s Rash og Kinguru. Hon hevur fingið undirvísing á AM linjuni á Kgl. Konservatoriinum og hevur eisini nomið sær kunnleika í Los Angeles, har m.a. Ralph Humphfrey [...] heiðursgávur og eisini lívslanga listalegatið. Hann hevur innspælt fleiri enn 50 útgávur. Fuglarnir Á ferðini í Føroyum spælir Karsten Vogel saman við Heidi Petersen, fødd 1971, og føroyska guitarleikaranum
Havn. Fyri ta tíð var hann í læru á amboðsdeildini hjá Thomas Dam í N. Finsensgøtu. Tað var í 1979, at Birgir og Elsebeth leigaðu seg inn í bygningin hjá P/F Jákup á Dul við Staravegin í Havn og byrjaðu [...] men hann trúði upp á ætlanina - sum kanska kundi havt eydnast, um ikki búskaparkreppan skræddi beinini undan virkseminum. Í 1991 byrjaðu tey aftur í smáum í leigaum hølum hjá Jóhannes Berg - og frá fyrsta
Birgir á kokkaskúla í Klaksvík og seinni á Føroya Fólkaháskúla. Á Háskúlanum hitti hann konuna, Jónhild, dóttir Jóhann Elias og Emmu Poulsen í Vestmanna. Árið eftir fóru tey bæði, Jónhild og Birgir, á Uldum [...] smádrongur gekk hann hús úr húsi í Klaksvík og seldi Sosialar fyri Villi Sørensen, blaðstjóra á Sosialinum, sum búði á Vágsheygnum í Klaksvík. Sum 13 ára gamal arbeiddi Birgir fyri fyrtøkuna hjá Hugo Gardar [...] samtakinum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Í 2005 tók hann við eini nýggjari avbjóðing sum sølumaður á heilt øðrum øki. Birgir fór í starv hjá telefyritøkuni TeleTech, har hann seldi tráðleyst internet og
standa fyri borðhaldinum, og hann var heldur ikki sørur. Hæddarpunktini á kvøldinum vóru tær tríggjar ferðirnar, tá tey bestu á ymsum plássum og í ymsum leiklutum skuldu kjósast, og í tí høpinum var tað [...] stjørnuskot Kvinnur: Anja Danielsen , Fleyr Menn: Emil Mikkelsen , SÍ Ársins venjari Kvinnur: Jóhan Petur á Stongum , SÍ Menn: Boban Ilic , ÍF Ársins leikari Kvinnur: Birgit Guttesen , SÍ Menn: Rúni Weihe [...] Lagið var sera gott frá byrjan til enda á borðhaldinum, nú allir flogbóltsspælararnir í Eikliguni hjá kvinnum og monnum í kvøld taka sær av løttum eftir eina drúgva kapping í vetur. Flogbóltsfólkini dugdu
14 ára gomul at arbeiða á hotellinum hjá pápanum og sum 18 ára gomul fór hon í smyrjubreyðslæru á hotel Baltic í Nykøbing Falster í Danmark og helt seinni fram at útbúgva seg á “Håndværkerforeningens [...] hon hevur vitjað inn á gólvið ella hitt fólk á havnargøtum. Í trúboðaravirkinum saman við Svenningi, hava tey bæði virkað og staðið saman sum ein samanrunnin heild. Heimið á Sólteigi 4 hevur, í [...] er fødd í sjálvum hjartanum í gomlu Havnini – niðri á Áarvegnum. Barndómsheimið var har sum Hotel Hafnia er nú, við einum gerandisútsýni yvir á Amtmansborgina, har greinarnar av gullregn-trænum
eitt sindur bak upp á meg. Hjá mær persónliga hevur tað gingist óvanliga væl til tíðir í vetur, men tað hevur nú ikki altíð gingið líka væl, er eyðmjúka viðmerkingin frá Birgit. Á ein hátt var tað longu [...] Ársins stjørnuskot Kvinnur: Anja Danielsen, Fleyr Menn: Emil Mikkelsen, SÍ Ársins venjari Kvinnur: Jóhan Petur á Stongum, SÍ Menn: Boban Ilic, ÍF Ársins leikari Kvinnur: Birgit Guttesen, SÍ Menn: Rúni Weihe [...] Leygarkvøldið var stóra gallaveitslan hjá flogbóltinum hildin á 62ºN Airport Hotel oman fyri Sørvág, og har var lagið av tí besta undir borðhaldinum. Ikki minst fekk tað eina skrúvu aftrat, tá avdúkast
tá í Kollafirði. Hann var uppsitari á náðinsgarðinum á Kjalnesi, tí varð hann kallaður Kjalnes Petur. Birita og Petur fingu 8 børn, og tey fimm elstu vóru fødd á Kjalnesi. Í 1887 fór Petur úr starvinum [...] hava Birita og Kjalnes Petur ætlað sær at vera verandi á Kjalnesi. Men tey flyta av Kjalnesi á Tangan, tá ið sonurin Jákup doyr bert 7 ára gamal. Á Tanganum støðast tey ikki leingi, tí longu í 1887 flyta [...] Petersen var føddur 24. juni 1949 í Saltnesi. Foreldrini vóru Súsanna Óladóttir uttan av Forna á Nesi og Jóhannes Petersen, skúlalærari, ættaður úr Útistovu í Klaksvík. Petur vaks upp í Saltnesi sum elstur
og dugdi alt. Birta giftist í 1934 við Niels Jóhannes Viderø, ættaður úr Miðstovu á Viðareiði. Tey búsettust í Havn og fingu trý børn. Ásbjørn, sum var bóndi á Viðareiði í fleiri ár, og sum nú býr í Klaksvík [...] Eitt sereyðkenni fyri heim teirra var gestablídni, og mong eru tey, sum har hava sitið væl. Niels Jóhannes, maður Birtu, doyði brádliga í 1968 av hjartatilburði. Birta hevur sostatt sitið einkja í 34 ár [...] borið hetta still og tolin við treysti og styrki frá Harranum, ið hon sum ung lærdi at seta sítt álit á. Hóast høga aldurin hevur hon gott skil, minnist framúr væl, og hugnaligt er at vitja hana og hoyra