Tað var ikki inniluftin, sum fekk Eysturkommunu at flyta tey 16 børnini úr Valhøll í Syðrugøtu og í felagshúsið hjá Víkingi - í fyribils tveir mánaðir.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, sigur, at kommunan valdi at binda um heilan fingur, tá tað herfyri gjørdist greitt, at soppur varð staðfestur í Valhøll í Syðrugøtu, har børn í aldrinum fimm og seks ár ganga.
- Mátingar eru gjørdar av innluftini í Valhøll, og kanningarnar vísa, at luftin er, sum hon eigur at vera. Hinvegin eru soppur staðfestur við nærri kanningum, har boringar eru gjørdar í onkrum veggi, sigur hann.
Eysturkommuna og Víkingur hava tí gjørt eina fyribils avtalu um, at tey 16 dagstovnabørnini koma at halda til í Víkinghúsinum komandi umleið tveir mánaðirnar.
Avtalan millum kommununa og Víking er, at børnini fáa stóra rúmið og eitt umklæðingarrúm í felagshúsinum til dagstovn í nevnda tíðarskeiði.
Jóhan Christiansen sigur, at kommunan valdi eingi óráð at taka, tó at mátingarnar av innluftini eru í lagi.
- Dagstovnurin í Valhøll, sum er ein partur av dagstovninum Gjái við Gøtugjógv, er líka sum ein útibarnagarður, men vit vilja á ongan hátt seta børn og starvsfólk í nakran vanda. Tí tóku vit beinanvegin ta avgerð at fyta børnini og finna eina loysn, meðan viðurskiftini í Valhøll fingin í rættlag.
Borgarstjórin vísir á, at fyrr í ár varð eisini kjallarin í Gjáa við Gøtugjógv stongdur av somu orsøk.
- Kjallarin hevur verið brúktur sum alrúm og til at hýsa børnunum í dagrøktini sum spælistova. Nú verður arbeitt við at loysa trupulleikarnar í kjallaranum við Gøtugjógv, sigur Jóhan Christiansen.










