Birds of Beauty í Føroyum

Komandi dagarnar vitjar føroyavinurin Karsten Vogel í Føroyum við bólki sínum Birds of Beauty, ið sum kunnugt eisini hevur havt eina føroyska grein, Fagrir Fuglar, ið eisini góvu plátu út. Bird of Beauty vitja í Havn, á Tvøroyri og í Skálavík

Karsten Vogel og hansara Birds of Beauty vitja í Føroyum í hesum døgum. Tann 3. juni spæla tey í Norðurlandahúsinum í samaband við, at Summarframsýningin letur upp. Leygarkvøldið 4. juni eru tey í Tvøroyrar Klubba  klokkan 21 og sunnkvøldið 5. juni klokkan 19 eru tey í Skálavík.
                     
Føroyavinur
Karsten Vogel er gamal í garði innan tónleik og hevur eisini mangar ferðir vitjað í Føroyum. Bólkurin Birds of Beauty hevur eisini eina serstaka føroyska grein, nevniliga Fagrir Fuglar, sum eisini á sinni gav plátu út, nevnd Veðurløg.
                      Søgan um Vogel, føddur í 1943, er long, tí hann hevur verið og er sera virkin maður.
Heilt stutt kann sigast, at Vogel grundlegði stórar og ódeyðiligar bólkar sum Burnin Red Ivanhoe og Secret Oyster og arbeiddi eisini nógv saman við Frits Helmut. Hansara fjølbroytta virksemi hevur ført hann kring heimin og til Føroya fyrstuferð í 1971 við Burnin Red Ivanhoe. Hann hevur arbeitt innan mong tónleikasløg og innan mong vikisøki. Vogel hevur fingið heiðursgávur og eisini lívslanga listalegatið. Hann hevur innspælt fleiri enn 50 útgávur.
 
Fuglarnir
Á ferðini í Føroyum spælir Karsten Vogel saman við Heidi Petersen, fødd 1971, og føroyska guitarleikaranum Heðin Z. Davidsen.
                      Heidi er kend sum trummuleikari í Big Bandinum Wonderbra og sum trummuleikari til fleiri danskar sangleikir. Hon hevur leikt við rockbólkum sum Uncle Frank?s Rash og Kinguru. Hon hevur fingið undirvísing á AM linjuni á Kgl. Konservatoriinum og hevur eisini nomið sær kunnleika í Los Angeles, har m.a. Ralph Humphfrey og Joe Pocarro undirvístu.
                      Heðin Z. Davidsen verður mettur sum ein av dugnaligastu yngru tónleikarunum íFøroyum og hevur spælt innan mong tónlistaøki.