Birta Viderø 95 ár

Týsdagin tann 9. apríl fylti Birgitte Viderø í Havn 95 ár.


Birta, sum hon vanliga verður nevnd, er ættað av Viðareiði. Foreldrini vóru Jóannes í Innistovu av Viðareiði, og mamman var Anna, ættað av Skælingi.

Birta var elst av sjey systkjum, og hon fór tíðliga at hjálpa til í húsinum. Hon var arbeiðssom, hugagóð og dugdi alt.

Birta giftist í 1934 við Niels Jóhannes Viderø, ættaður úr Miðstovu á Viðareiði. Tey búsettust í Havn og fingu trý børn. Ásbjørn, sum var bóndi á Viðareiði í fleiri ár, og sum nú býr í Klaksvík, Emma og Sverri, sum búgva í Havn.

Eitt sereyðkenni fyri heim teirra var gestablídni, og mong eru tey, sum har hava sitið væl.
Niels Jóhannes, maður Birtu, doyði brádliga í 1968 av hjartatilburði. Birta hevur sostatt sitið einkja í 34 ár. Hon hevur borið hetta still og tolin við treysti og styrki frá Harranum, ið hon sum ung lærdi at seta sítt álit á. Hóast høga aldurin hevur hon gott skil, minnist framúr væl, og hugnaligt er at vitja hana og hoyra hana siga frá.

Henni verður ynskt hjarta liga til lukku við degnum og Harrans styrki komandi dagar.