Birgit og Rúni eru tey bestu

Tað gjørdust teir báðir mest markantu spælararnir á greipu­vinnandi liðunum hjá bæði kvinnum og monnum, ið struku avstað við hægsta heiðrinum á gallaveitsluni hjá flogbóltinum leygarkvøldið

Leygarkvøldið var stóra gallaveitslan hjá flogbólt­in­um hildin á 62ºN Airport Hotel oman fyri Sørvág, og har var lagið av tí besta und­ir borðhaldinum. Ikki minst fekk tað eina skrúvu aftrat, tá avdúkast skuldi, hvørji høvdu fingið teir ymsu heiðrarnar, flogbólts­árið altíð endar við.

Størstur var spenningurin, tá komið var til heiðurin »Ársins leikarar«. Borð­stjór­­in, Jørgen Niclasen, kunn­gjørdi fyrst, at hjá monn­­um var tað Rúni Weihe í ÍF, og síðani, at hjá kvinn­um var tað Birgit Guttesen í SÍ. Aftaná fingu vit orðið á tey bæði, ið vóru sera fegin um heiðurin:

– Eg havi roynt hetta fyrr, og tað er altíð líka stuttligt at fáa eitt herðaklapp frá hin­um spælarunum. Nú hev­ur tað gingið sera væl hjá okkum, tí vit hava vunn­ið alt, sum er at vinna, so hetta er sum at fáa ein bon­us omaná, sigur Rúni Weihe.

Hann hevur verið sera sjónskur á liðnum hjá ÍF, nú hann eftir fleiri ár í Norra aftur hevur spælt eitt ár í føroyskum flogbólti. – Jú, tað hevur gingið væl. Tað kann eg nokk ikki lúgva meg frá, staðfestir hann.

Fyrstu ferð

Hetta kappingarárið í flog­bólti hevur Birgit Guttesen somuleiðis verið ein mar­kantur spælari á kvinnu­liðnum hjá SÍ, sum frá í fjør at vinna sítt fyrsta meist­ara­heiti, í ár tók bæði meist­araheitið og vann steypa­finaluna.

– Hetta er ordiliga deiligt. At fáa at vita, at tú ert ein góður spælari, gevur eitt lítið »kick« eyka. Og at fáa henda heiðurin ger, at tú vilt spíla teg enn meira út næsta ár, sigur ársins besti spælari hjá kvinnunum, sum ikki heldur tað vera so løgið, at tað eru greipu­vinn­ararnir, ið eiga bestu spælararnar.

– Nei, tað er tað kanska ikki. Men at tað var eg, sum skuldi blíva ársins spælari, kemur eitt sindur bak upp á meg. Hjá mær persónliga hevur tað gingist óvanliga væl til tíðir í vetur, men tað hevur nú ikki altíð gingið líka væl, er eyðmjúka við­merkingin frá Birgit.

Á ein hátt var tað longu fyrr um kvøldið undir galla­borðhaldinum lagt upp til, at júst Birgit og Rúni skuldu fáa heiðurin, tí framman­und­an vóru bæði vald til bestu álopsspælarar í kapp­ingini. Ofta eru tað tey, ið markera seg í álopsspæl­in­um, ið enda við størsta heiðrinum, og so var eisini hesa ferð.

---------

Ársins bestu 2008/09

 

Hesi eru tey, sum leygarkvøldið blivu heiðrað sum tey bestu í flogbóltinum í vetur:

 

Ársins hevari

Kvinnur: Annika á Stongum, SÍ

Menn: Hans Fróði Jensen, Fleyr

 

Ársins blokkleikari

Kvinnur: Sóley Poulsen, KÍF

Menn: Suni Juul Pedersen, Fleyr

 

Ársins álopsleikari

Kvinnur: Birgit Guttesen, SÍ

Menn: Rúni Weihe, ÍF

 

Ársins verjuleikari

Kvinnur: Margit Joensen, Mjølnir

Menn: Hjalmar Joensen, Fleyr

 

Ársins stjørnuskot

Kvinnur: Anja Danielsen, Fleyr

Menn: Emil Mikkelsen, SÍ

 

Ársins venjari

Kvinnur: Jóhan Petur á Stongum, SÍ

Menn: Boban Ilic, ÍF

 

Ársins leikari

Kvinnur: Birgit Guttesen, SÍ

Menn: Rúni Weihe, ÍF