verkstaðs- og goymslubygningar á Hálsi, Sandvíkahjalla og í vesturbýnum fingu skaða. Ikki er frætt um bátar, sum fingu skaða. Men ein bátabrúgv við Skálatrøð sleit. Eingin fráboðan kom um eld m [...] 1988, blaðið, sum varð skrivað dagin eftir ódnina mikukvøldið 21. desember 1988. Blaðið ringdi til allar politistøðirnar kring landið at fregnast um vindskaðar. Tvøroyri: Á Tvøroyri fór takið [...] sum er komið við vindinum. Nógvir bilar hava fingið skaða, og onkur varð vrak. Eisini í Hvalba fingu hús skaða, men politiið á Tvøroyri hevði ikki frætt um skaðar í Sandvík og Fámjin klokkan 10:30 í
eisini helt til, tá var mest týðandi plássið í Norðoyggjum. Søgan um hesa broyting frá lítlari bygd á útoyggj til vinnudepil er jú ein sera áhugaverd søga, sum vit vónandi kunnu geva okkara íkast til, sigur [...] samtíð. Hetta var eisini ein av orsøkunum til, at hann saman við øðrum valdi at fara undir arbeiðið at savna tilfar og vónar Jóannes, at tað kann verða við til at viga upp hendan skeivleika í hesum partinum [...] vildi siga um gamlar dagar. Ætlan hennara var, at hetta skuldi vera til synir hennara sum minni um røtur teirra í Føroyum. Tað bleiv til tríggjar samrøður, sum Jóannes tók upp á band og seinni fekk lagt
ullina til høldar. Í hesum sambandi játtaði Løgtingið 300.000 krónur til at skipa eina ullarmóttøku og miðskeiðis í juli læt hon upp á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Síðani hava tey tikið ímóti ull til síðsta [...] er fyrstafloks. Tað var rættiliga stórur munur á, hvussu nógv bøndur fingu fyri góða ull og vánaliga ull. Fyri fyrstafloks ull fingu bøndur 12 krónur fyri kilo, ella 15 krónur við mvg. Fyri ta vánaligu [...] posar. Tá ið tey á Búnaðarstovuni eru liðug at skilja ullina, verður hon pakkað, og so verður hon lýst til sølu í Føroyum, har tey, sum fáast við at virka burtur úr ull, kunnu keypa burturav. Dorthea Joensen
føroyska skipið Fagraberg til Hanstholm við umleið 2500 tonsum av sild, sum teir fingu í einar 12 til 16 tímar uppi við Lofoten. Hetta er norðhavssild, sum vit plagdu at rópa hana. Alt til ídnað Anfinn Olsen [...] Sildelaget í Noreg. - Vit fingu fleiri boð upp á lastina, og Havsbrún í Fuglafirði bjóðaði eisini. Anfinn Olsen sigur, at teir fáa umleið 2,30 norskar krónur fyri kilo fyri sildina til ídnað í Hanstholm – alt [...] Hanstholm. - Um loyvini í ES-sjógvi verða greið til ta tíð, verður helst farið í ES-sjógv at royna. Um loyvini ikki verða klár, verður helst farið uppaftur til Lofoten, sigur hann. Hetta er triði túrurin hjá
vera so sum so við, men tað var eingin ivi um, at teir sóu nógv upp til føroyska venjaran: ? He is a great manager, var tað ein, sum tók til, tá Allan Simonsen skundaði sær í umklæðingarrúmið aftur, og danin [...] úrslit, men tá vit hugsa um gongdina síðani summarsteðgin og um, hvussu teir fingu síni mál, so iðrar tað meg, at vit ikki fingu javnleikin. Men soleiðis er fótbóltur. Allan Simonsen roknaði við, at eina [...] seg í 2. hálvleiki, tí spælararnir høvdu spælt tveir dystir í fýra dagar og ferðast heilt til Litava og aftur til Skotlands, men tað bilti ikki: ? Vit vunnu 2. hálvleik 1-0, og vit vóru alt betri við í spælinum
sunnudagin løgdu tær seg á odda og høvdu eisini kjansir til fleiri mál, men tað gongur striltið við at fáa røttu úrtøkuna burtur úr møguleikunum. Fram til málið hjá NSÍ, sum Irdi Hansen fekk í 18. minutti við [...] gamal, og nú var 3-1 til LÍF. Og tvey av málunum hjá heimaliðnum vóru komin eftir hornaspark, sum annars ikki vanliga er størsta álopsstyrkin hjá LÍF-kvinnunum. Bæði liðini fingu fleiri góð tilboð í seinna [...] langt upp til oddaliðini, men triðja plássið er framvegis í eygsjón. LÍF hevur 10 stig fyri sjey dystir, meðan KÍ hevur 12 stig fyri seks dystir, so enn er møguleikin fyri bronsumerkjunum til staðar. NSÍ
í hondbólti. Liðið hevur ikki verið til at steðga, og hóast teir leygardagin spældu ein ringan dyst ímóti kollfirðingum í Vestmanna, so var hetta tó nóg mikið til at vinna dystin. Løgdu hart út Neistamenn [...] skarvin yvir. Spakuliga tóku teir seg inn aftur á gestirnar, men teir fingu tó ikki av álvara fatur á teimum aftur, áðrenn farið var til hálvleiks. Tá var Neistin framman fyri við fimm málum, 21-16. Kollfirðingar [...] sínamillum, og tað er vert at leggja til merkis, at sjey av teimum níggju útileikarunum skoraðu fýra mál ella fleiri hvør. Dysturin endaði við einum tryggum 33-28 sigri til Neistan, sum uttan iva hevði endað
menn fingu bókling Mánamorgunin handaði 3 manna nevndin. sum hevur arbeitt við bóklinginum, løgmanni og landsstýrismonnum hvør sítt eintak av bóklinginum.Á henda hátt verður átakið Frá minus til pluss [...] Hansen las brot úr bóklinginum, fyri at greiða betri frá navninum ?Frá minus til pluss?. Millum annað segði hann, at ?...Tvørtræið til krossin, sum Jesus bar, talar um okkara minus við menniskjanum, tað negativa [...] bóklingurin mest er ætlaður teimum, ið ongantíð hava hoyrt boðskapin, men hann er eisini skrivaður til okkum í Vesturheiminum. Símun Hansen greiddi frá, at mett verður, at kristindómurin er í afturgongd
øllum vanligum húsligum arbeiði skuldu skipsklæðir gerast klár til brøðurnar, sum teir flestu, eins og pápi og flestu dreingir tá, fóru til skips. Samstundis arbeiddi Maja á spinnaríðnum, meðan vit flestu [...] Tað kennist heldur tómligt hjá okkum á Argjum, síðani Maja varð tikin heim til Frelsaran í august í fjør. Vit vóru 12 systkin á Geil, 9 brøður og 3 systrar. Elstur var Palli, nevndur Argja Palli. So kom [...] brøður aftrat: Frits, Ole Jacob, Pole og Sverri, og at enda triðja systirin, Dus, sum 16 ára gomul fór til Danmarkar og giftist har. Maja kom soleiðis at vera tann, sum frá ungum árum saman við mammu okkara
nøktandi, halda teir. - Til dømis lótu teir aftur eina heila viku undan jólum í fjør uttan at vit fingu nakað at vita um tað framman undan. Vit fingu bara at vita, at frá nú av og fram til jóla verða ongar [...] koyrikøni á Akstovuni fær loyvi at arbeiða til klokkan seks mánadag til hósdag, fyri síðani at hava frí fríggjadag. - Vit verða tí noyddir at hava koyriroyndir heilt til klokkan seks, samstundis sum vit byrja [...] Havnin liggur heilt lamin. Teir senda annan til Suðuroyar og hin til Norðoyggjar sama dag við tí úrsliti, at eingin próvdómari er í Havn, og tískil ber ikki til at sleppa upp í koyriroynd, siga koyrilærararnir