Akstovan blokerar okkum

Koyrilærarar eru ógvuliga ónøgdir við viðurskiftini á Akstovuni. Teir duga eitt nú ikki at skilja, at tað ikki ber til at skipa summarfrítíðina soleiðis, at koyrikønir ikki hava frí í senn

- Hví ber tað ikki til hjá Akstovuni at skipa summarfrítíðina á ein slíkan hátt, at tað slepst undan at lata stovnin aftur? Tað ber til alla aðra staðni!

Tað siga koyrilærarar, sum Sosialurin hevur tosað við.

Teir eru ógvuliga ónøgdir við Akstovuna, og serliga galið er um summarið, tá summarfrítíðin er fyri.

- Eitt er, at teir velja at lata stovnin aftur fyri koyriroyndum, men teir hava eisini skerdar upplatingartíðir langt inn í august mánað. Fólk, sum kanska kemur langvegis frá av bygd, risikera at koma á stongdar dyr, siga koyrilærararnir.

Tað eru tríggjar vikur, at eingin koyriroynd kann verða, og tað er sera óheppi, halda koyrilærararnir.

- Ung, sum fylla átjan í hesum tíðarskeiði, mugu bíða í vikur fyri at sleppa upp í koyriroynd. Sama er galdandi fyri eitt nú sjómenn, siga teir.

Eitt annað, sum koyrilærararnir eru sera ónøgdir við, er, at tann eini koyrikøni á Akstovuni fær loyvi at arbeiða til klokkan seks mánadag til hósdag, fyri síðani at hava frí fríggjadag.

- Vit verða tí noyddir at hava koyriroyndir heilt til klokkan seks, samstundis sum vit byrja teorilæru klokkan fimm. Hetta er neyðugt, tí ungu fólkini ofta íðka einhvønn ítrótt, og venjingin byrjar oftast um 7-tíðina, siga koyrilærararnir.

 

Illa tilrættalagt

Men tað er ikki bara um summarið, at trupulleikarnir eru. Koyrilærararnir halda, at tað er ov vánalig tilrættalegging í síni heild á Akstovuni.

- Teir kunnu finna upp á at senda báðar próvdomararnar út á bygd sama dag, so Havnin liggur heilt lamin. Teir senda annan til Suðuroyar og hin til Norðoyggjar sama dag við tí úrsliti, at eingin próvdómari er í Havn, og tískil ber ikki til at sleppa upp í koyriroynd, siga koyrilærararnir.

Heldur ikki kunningin er nøktandi, halda teir.

- Til dømis lótu teir aftur eina heila viku undan jólum í fjør uttan at vit fingu nakað at vita um tað framman undan. Vit fingu bara at vita, at frá nú av og fram til jóla verða ongar koyriroyndir, siga teir báðir koyrilærararnir.

Teir siga, at tað er serliga óheppið hjá sjómonnum, sum sigla úti. Teir eru kanska ikki nógv heima, og eru ongar koyriroyndir í tríggjar vikur mitt um summarið kunnu teir koma út fyri, at noyðast at útseta koyrikortið í fleiri mánaðir.

Men mest ilskast teir inn á, at teir eru noyddir at hava koyriroyndir til klokkan seks mánadag til hósdag.

- Vit krevja at fáa fríggjadagin aftur, siga teir báðir koyrilærararnir, sum Sosialurin hevur tosað við.