Tað var ikki frítt, at avbygdafólk høvdu hug at undrast yvir, at fyrsta persónsstandmyndin, sum varð reist í Klaksvík, var av einum vinnulívsmanni. Slíkar plaga jú heldur at avmynda fólk, ið hava brotið upp úr nýggjum innan mentan og list.
Fyri Norðoya Sparikassa var tað hinvegin sjálvsagt at hátíðarhalda sín 80 ára stovningardag í mei 2002 við at reisa eina standmynd av Joen Frederik Kjølbro á Biskupsstøð. Fyri klaksvíkingar kom valið neyvan heldur óvart á, tí teir munnu verða fáir, sum ikki beinleiðis ella óbeinleiðis framvegis hava okkurt tilknýti til tað virksemið, sum J. F. Kjølbro legði lunnar undir fyri út við 100 árum síðani. Fleiri av fyritøkunum í Klaksvík bera enn hansara navn, og er tað felag, hann bygdi upp, framvegis størsta vinnufyritøka í býnum.
Íkast til føroyska vinnulívssøgu
Tess meir má tað undra, at tað ikki finst nøkur bókaútgáva, sum burturav lýsir persónin J. F. Kjølbro ella Jógvan Fríðrik Kjølbro, sum hann eisini nevndist. Nógv bendir tó á, at um eini tvey ár ella so, fáa føroyingar høvi at kaga aftur um almennu myndina av kenda vinnulívsmanninum. Abbasonurin, Jóannes Kjølbro, sum býr og starvast sum verkfrøðingur í Qatar, er nevnilig farin í holt við at savna inn tilfar, sum lýsir persónin J. F Kjølbro, út frá samrøðum við fólk, sum stóðu honum nær ella á annan hátt kendu hann væl.
Jóannes sigur seg sjálvan hava undrast yvir, at so lítið er komið á prent um henda mann, sum hevði so stóra ávirkan á og týdning fyri sína samtíð. Hetta var eisini ein av orsøkunum til, at hann saman við øðrum valdi at fara undir arbeiðið at savna tilfar og vónar Jóannes, at tað kann verða við til at viga upp hendan skeivleika í hesum partinum av føroyskari vinnulívssøgu. Hann vísir á, at Klaksvík seinastu øldina hevur verið ein hin mest týðandi vinnudepilin í Føroyum. Fyri umleið einari øld síðani var Klaksvíkin Norðuri í Vági, sum tað kallaðist bert ein lítil bygd, meðan Viðareiði, har prestur eisini helt til, tá var mest týðandi plássið í Norðoyggjum.
Søgan um hesa broyting frá lítlari bygd á útoyggj til vinnudepil er jú ein sera áhugaverd søga, sum vit vónandi kunnu geva okkara íkast til, sigur Jóannes.
Byrjanin
Jóannes greiðir frá, at tankin um at skriva eina bók um abban byrjaði at spíra fyri sløkum tveimum árum síðani, tá fastir hansara Kitty Falsner, sum mesta av lívi sínum hevur búð í Keypmannahavn, spurdi, um hann vildi gera henni tann beina at taka upp á band nakrar søgur, hon fegin vildi siga um gamlar dagar. Ætlan hennara var, at hetta skuldi vera til synir hennara sum minni um røtur teirra í Føroyum. Tað bleiv til tríggjar samrøður, sum Jóannes tók upp á band og seinni fekk lagt yvir á fløgu. Søgurnar, hon segði, vóru um barnaárini í Klaksvík og um pápa hennara, Jógvan Fríðrik Kjølbro, keypmann.
Tá eg so seinasta summar vitjaði í Klaksvík, tosaði eg við Finn Kjølbro, systkinabarnið, um hesar samrøðurnar við fastir okkara. Finn helt hetta vera áhugavert, ikki minst tí at hann sjálvur og onnur hava heilt fitt av tilfari liggjandi um abba okkara og um felagið p/f J. F. Kjølbro, sum Jógvan, saman við konu sínari Karin, bygdi upp og rak tað mesta av lívi sìnum. Vit settu okkum at blaða í nøkrum gomlum skjølum, hann hevði liggjandi og skjótt var hugskot frammi um at skipa tað tilfar, sum er í familjuni og aðrastaðni, soleiðis at tað ikki fer fyri skeyti, sigur Jóannes, sum saman við Finni Kjølbro gjørdi av, fáa fest á band nakrar samrøður við tey, ið enn minnast hesa farnu tíð. Longu tá avtalaðu teir eisini, at um tilfarið var nóg haldgott at geva út eina bók við nøkrum av tilfarinum og eini lýsing av persóninum J. F. Kjølbro og hansara samtíð.
Kjølbro um Kjølbro
Jóannes heldur í løtuni frí saman við familjuni í Føroyum og nýtir sum vera man eisini høvið at fylla onkur glopp í vaksandi tilfarinum um abban.
Familjan hevur heilt fitt av skrivligum tilfari, serliga brøv og myndir, men eisini handilsskriv og annað frá skrivstovuarbeiðinum. Harafturat tók Nølli, farbróður, upp fleiri smalfilmar, sum eru verdir at varðveita og fáa yvir á fløgu. Abbi tosaði sjálvur lívssøgu sína inn á band, og henda upptøka er nú eisini á fløgu. Hetta og so bandupptøkur av samrøðum við fólk, sum minnast hesa tíðina, kann vónandi geva eina breiða mynd av persóninum J. F. Kjølbro og hansara samtíð og teimum monnum, sum arbeiddu saman við honum við at byggja upp virkið og bygdina, sigur Jóannes, sum letur væl at, hvussu tað higatil hevur gingist við at seta seg í samband við fólk og fáa tey at siga frá. Enn hevur bert ein einstakur borið seg undan at luttaka í eini samrøðu.
Spurdur, um tað tað kann verða ein vansi at vera so nær í familju við persónin, tú skrivar um, sigur Jóannes, at tað altíð er ein vandi í sjálvur at skriva um sínar forfedrar. Men tað hevur eisini sínar fyrimunir.
Fyrimunurin er í hesum føri, at vit hava góðan møguleika at savna saman søguligt tilfar, tí vit vita fleiri áhugaverd støð at leita. Tá tilfarið so seinni møguliga skal savnast í eini bók er tað sjálvsagt ein vansi, at vit eru í ætt við høvuðspersónin og tí lætt kunnu vera heldur litaðir í okkara áskoðan. Ætlanin er tó at gera eitt so sakligt arbeiði, sum gjørligt.
Allar síður við
Tað er neyvan nøkur loyna, at J. F. Kjølbro í ávísan mun var ein umstríddur persónur, men hetta hava høvundarnir ongar ætlanir um at skáka sær undan
Eg visti satt at siga ikki, at J. F. Kjølbro var ein kontroversiellur persónur. Tað vildi verið áhugavert at fingið meira at vita um, hvat hetta sjónarmiðið byggir á. Eg havi tó hoyrt fólk sagt, at um tú vildi hava starv hjá Kjølbro ella tjans við einum av trolarunum, var tað tá á døgum ein fyrimunur, um tú vart limur í Brøðrasamkomuni ella baptist, sum tað æt tá á døgum. Vit eru ikki vitandi um nakað ítøkilig dømi um hetta, men um tað finst, so skal tað sjálvandi takast við í arbeiðið.
Tað liggja sum vera man nógvar ymsar avbjóðingar í einum slíkum arbeiði. Í fyrsta umfarið metir Jóannes tað tó hava mest týdning at savna og samskipa tað tilfarið, sum finst og at tryggja, at tað kann varðveitast fyri eftirtíðina.
Ætlanin er, at avrit av tí innsavnaða tilfarinum, í tann mun ánararnir av tilfarinum ynskja tað, skal latast Norðoya Fornminnissavni ella øðrum savni við áhuga fyri slíkum. Í aðru atløgu verður tað ein stór avbjóðing at kunna siga eina søgu burturúr hesum tilfarinum, sum er verd at lesa, sigur Jóannes men leggur afturat, at ætlanin er ikki at koma við eini meting av, hvønn týding teir halda Kjølbro hava havt fyri Klaksvíkina og føroyskt vinnulív.
Gongst sum ætlað, skal arbeiðið at savna inn tilfar verða liðugt innan tvey ár. Sjálva bókaútgávuna vilja høvundarnir tó helst ikki seta neyvt dato á í løtuni.
FAKTA
Brot úr ævisøgu: Joen Frederik Kjølbro
1887Føddur í Gerðum í Klaksvík, har hann vanliga varð nevndur Jógvan har yvri
1909Giftist við Karin Sofíu Biskopstø (1882-1952). Tey fingu fimm børn: Ewald, Oda, Poul Nolsøe, Kitty og Ester. Byggir hús á Biskupsstøð og verður nú róptur Jógvan á Biskupsstøð.
1953Uppafturgiftur við Olgu Nielsen av Vatnsoyrum
1903Fer í starv í handlinum Úti í Klaksvík hjá Jørgen Bech & Sønner, har J. C Djurhuus Faktorin nevndur, var leiðari
Á handilsskúla í Keypmannahavn
1909Gerst leiðari av úthandlinum hjá J. Bech & Sønner heima á Biskupsstøð
1912Byggir lítlan handil upp í sethúsini og fer at handla fyri Klaksvíkshandilin
1913Keypir saman við bróðrinum Dáva fyrsta skipið Soli deo Gloria úr Noreg
1914Tekur familjunavnið Kjølbro
1915Fer at handla fyri egna rokning, og verður tá løgd byrjanin til tað, sum seinni skuldi gerast størsta handils- og reiðaravirkið í Føroyum. Høvuðstilhaldið hjá fyritøkuni var til 1930 á Biskupsstøð
1919Ein av stovnarunum av Norðoya Sparikassa og Skipafelagnum Føroyar
1922Valdur í Klaksvíkar Sóknar Kommunustýri
1925Kommunustýrisformaður
1943Valdur løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin og var tinglimur til 1946
1946Kjølbrofyritøkan verður broytt til partafelag J. F. Kjølbro verður nevndarformaður og stjóri
1963Leggur frá sær sum stjóri
1967Andast á Landssjúkrahúsinum fáar dagar áðrenn 80 ára føðingardag sín










