Dagfinn Olsen
Myndir: Jens Kr. Vang
Hósdagin fáa øll húski í Føroyum bóklingin ?Handan 99? við postinum. Talan er um lítlan og einfaldan evangeliskan bókling, ið verður breiddur út í nógvum londum í Vesturheiminum. Í ár verður hann givin út í Grønlandi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum. Ymsar samkomur samstarva um hetta tiltak.
Landsstýrismenn fingu bókling
Mánamorgunin handaði 3 manna nevndin. sum hevur arbeitt við bóklinginum, løgmanni og landsstýrismonnum hvør sítt eintak av bóklinginum.Á henda hátt verður átakið Frá minus til pluss byrjað. Í nevndini sita Símun Hansen, Fríðtór Debes og Preben Hansen.
Á samkomu í Skansapakkhúsinum í Tinganesi mánamorgunin beyð løgmaður vælkomin og ynskti nevndini góða eydnu við átakinum.
Formaðurin í nevndini, Símun Hansen, segði, at bóklingurin mest er ætlaður teimum, ið ongantíð hava hoyrt boðskapin, men hann er eisini skrivaður til okkum í Vesturheiminum.
Símun Hansen greiddi frá, at mett verður, at kristindómurin er í afturgongd. Fyrr var talan um ein livihátt, ikki bert teori. Hetta vóna fólkini aftanfyri átakið at bøta um.
Krossurin
Tað er týskarin Reinhard Bonnke hevur skrivað bóklingin og Símun Hansen las brot úr bóklinginum, fyri at greiða betri frá navninum ?Frá minus til pluss?.
Millum annað segði hann, at ?...Tvørtræið til krossin, sum Jesus bar, talar um okkara minus við menniskjanum, tað negativa - brekini og syndina, sum liggur í hjørtunum á okkum øllum.?
?Á heygnum setti Jesus tvørtræið av okkara synd og óndskapin tvørtur um bjálkan, sum stóð upp og niður. Hann broytti okkara menniskjasliga minus til Guds pluss.?
Ikki Hvítabók
Símun Hansen handaði síðani løgmanni Anfinn Kallsberg fyrsta eintak av bókini ?Handan 99?. Símun minti á, at hóast hetta ikki var líka rúgvusmikil bók, sum Hvítabók, so hevur henda eisini týdning og so er hon eisinin litríkari.
Síðani fingu eisini landsstýrismenninir allir hvør sítt eintak. Símun Hansen minti á, at virðing er fyri arbeiðinum hjá landsstýrismonnunum og at dúgliga verður biðið fyri teimum.
Veking
Símun Hansen sigur, at vónin er, at veking fer fram í samband við átakið.
?Frá minus til pluss? er farið av bakkastokki og ætlandi vera útimøti, konsertir og café í samband við átakið. Í Havnar Bio verður eisini filmssýning.
Svarseðil
Aftast í bóklinginum er ein svarseðil. Fólk kunnu fylla út og senda inn, um tey ynskja at fáa meira at vita. Tey vátta tá, at hava lisið bóklingin og at hava tikið ímóti Jesus Kristus sum frelsara. Tey fáa so annan bókling og ein samkoma á staðnum kann seta seg í samband við viðkomandi.
Handan 99 - Frá minus til pluss - kemur í hvørt hús hósdagin, gongst sum ætlað.









