Í summar var fyrstu ferð í fleiri ár, at ein verulig roynd er gjørd at fáa føroysku ullina til høldar.
Í hesum sambandi játtaði Løgtingið 300.000 krónur til at skipa eina ullarmóttøku og miðskeiðis í juli læt hon upp á Búnaðarstovuni í Kollafirði.
Síðani hava tey tikið ímóti ull til síðsta vikuskifti og hendan royndin hevur gingið sum ætlað, staðfestir Dorthea Joensen, á Búnaðarstovuni.
Hon sigur, at tey hava tikið ímóti stívliga 32 tonsum av ull og tað er áleið tað, tey høvdu væntað. Hon sigur eisini, at nøkur fá tons eru eftir at skilja, men higartil vísir tað seg, at helvtin av ullini er fyrstafloks.
Tað var rættiliga stórur munur á, hvussu nógv bøndur fingu fyri góða ull og vánaliga ull.
Fyri fyrstafloks ull fingu bøndur 12 krónur fyri kilo, ella 15 krónur við mvg. Fyri ta vánaligu ullina læt Búnaðarstovan bara 1,60 krónur fyri kilo, ella tvær krónur við mvg.
Hinvegin varð ikki tikið ímóti ull við skræpu, máling, mosa, kloddum, ella øðrum í, og tikið varð heldur ikki ímóti pesjum.
Tað var við beráddum huga, at tað var so stórur munur á prísinum, tí endamálið er nettupp at fáa fólk at gera sær ómak. Fyri at fáa tann besta prísin, skuldi ullin vera turr, rein og nosslig, og hon skuldi vera stungin í reinar posar.
Tá ið tey á Búnaðarstovuni eru liðug at skilja ullina, verður hon pakkað, og so verður hon lýst til sølu í Føroyum, har tey, sum fáast við at virka burtur úr ull, kunnu keypa burturav.
Dorthea Joensen sigur, at tað er ógvuliga ymisk, hvussu stóran nøgdir av ull, seyðabøndur hava avreitt.
- Onkur hevur avreitt 10 kilo og onkir hava avreitt yvir 800 kilo, sigur hon.
Hon sigur, at nú fara tey at eftirmeta ullarmóttøkuna í ár fyri at vita, hvørjar broytingar skulu gerast til næsta ár.
Tróndur Leivson, stjóri á Búnaðarstovuni, hevur áður fortalt fyri okkum, at hann undrast ikki á, at tað bara er helvtin av ullini er fyrstafloks.
- Í nógv ár hava føroyingar verið vanir við, at ullin er virðisleys, so tað manglar kanska ein grundleggjandi hugburður til, at ullin hevur eitt ávíst virði, segði hann.
Hinvegis vísir hann á, at hetta er eitt nýtt tiltak, og tað tekur sína tíð at byggja tað upp. Men eydnast tað upp á eini fimm ella 10 ár, eiga vit at vera vælnøgd, segði hann.
Mett verður, at seyðurin í Føroyum ber eini 70 tons av ull og verður tað gagnnýtt, kann virðisøkingin verða einar 30 milliónir.