var hann ikki so vísur í frammanundan, at tað skuldi fara at lukkast. – Nei, har var so tætt millum fleiri, at tað illa bar til at taka dagar ímillum. Tað kundi farið ymsar vegir, men tíbetur lukkaðist [...] og eins og í fjør, eydnaðist honum at vinna gull og gerast danskur meistari í lopi. Og harumframt megnaði hann eisini at fáa silvur á gólvinum. – Tað var øgiliga gott at vinna gullið aftur, tí tað var tað [...] nøkulunda við stíli, so hevði eg góðan møguleika at vinna – og tað eydnaðist. Sum sagt, gekst hesaferð so mikið væl, at Øssur Debes Eiriksfoss eisini megnaði at vinna silvur í kappingini á gólvi, men har var
til tess at telva seg fram til eitt fyri allar partar nøktandi úrslit. Hetta er okkara vanliga demokratiska mannagongd, sum allir býráðslimir fylgja. Við ikki at gera brúk av hesum møguleika, og at lata vera [...] vera við at atkvøða fyri endaliga uppskotinum, hevur ein greitt sett seg uttanfyri avtalaða samstarvið. Og tað fær nú tær avleiðingar, at vit mugu hava at vita undan næsta býráðsfundinum, um Marin Katrina [...] samdir um, at fíggjarnevndin skuldi virka sum politiskt sambindingarlið millum flokkarnar í samstarvinum. Eisini Marin Katrina Frýdal skrivaði undir hesa samstarvsavtalu, sum m.a. tryggjar, at borgarstjórin
Hann heldur tó, at leikliga avrikið kann verða væl betri: -Vit fegnast um, at hugburðurin var so góður. Útlendsku spælararnir vístu seg at hava ta styrkina, sum vit hava vónað, at teir fara at geva okkum. [...] hava sagt, at vit ætla okkum at vera við í kappingini um fremstu plássini, og tað ætla vit okkum framvegis. Tað hava vit sagt, tí vit halda okkum hava fólk til tað. Setningurin er nú at vísa, at tað er dugur [...] Sigfríður Clementsen. Tølini siga, at Víkingur plagar at standa seg væl í Klaksvík. Síðani KÍ í 2011 aftur var partur av bestu deildini hevur tað ongantíð eydnast at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti
skvinnan í almannamálum sigur eisini, at runt um í landinum eru kommunurnar longu farnar í gongd at fyrireika seg til at taka ímóti uppgávunum. Hon skilir væl, at kommunurnar stúra, nú tær skulu yvirtaka [...] Nú má ein avgerð takast, so at arbeiðast kann fyri at koma á mál. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Hon er ikki samd, tá ið Kommunufelagið sigur, at tað enn ikki er greitt, hvussu [...] eiðið er gjørt, og tað er púra greitt í lógaruppskotinum, at tað eru tænasturnar, sum vit kenna tær í dag, sum verða lagdar til kommunurnar at umsita, tvs. eldrarøktin og samskipaða heimatænastan, skipanin
-17 milliónir. - So at umvæla Kommunuskúlan kostar heldur einar 100 milliónir, sigur Jógvan Arge. Tað er so gamalt og illa farið, eitt nú at soppi, at tað verður ómetaliga dýrt at umvæla áðrenn tað kann [...] býarmyndina, leggur hann afturat. Tað hevur verið víst á, at tað kostar einar 30 milliónir at dagføra kommunuskúlagarðin, har ein trupuleiki er, at hann hevur sopp. Men hesum roknistykkinum hevur Jógvan Arge [...] nakað sum helst. - Hann hevur livað sítt lív og nú eiga vit at taka hann niður, leggur varaborgarstjórin afturat. Hann sigur, at tað er neyðugt, at býráðið viðgerð spurningin um kommunuskúlan nógv meiri n
Magni Laksafoss, at hann ikki hevur nakra grundaða vón um, at nakað skilagott hendir á økinum, sum hann tekur til, og tí hevur hann valt at pakka saman. Lagnunar speisemi vildi tað soleiðis, at verkætlanin [...] merkir tað ikki, at felagið er farið í søguni. Teir tríggir, sum hava mannað fyritøkuna, fara nú at savna seg um virksemið í Danmark. - Eg eri sannførdur um, at tað er ein framtíð í at brúka vindorku til [...] landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur seg skilja sjónarmiðið við at bjóða uppgávur út, so hevur hann ilt við at skilja argumentatiónina fyri at gera nýggjar kanningar av øllum almennum bygningum fyrst. - Vit
eykamálverji. - Eg fekk at vita frá venjaranum at teir komu ikki at hava brúk fyri mær, og tí var tað upplagt at eg leitaði eftir nýggjum felagið. Tað eru fleiri ið hava mett at skifti frá NSÍ til B68 kann [...] sleppi eg at leika fast í Effodeildini, so eg meti ikki at tað ítróttarliga er eitt skifti tann skeiva vegin fyri meg. - Tað er eisini eitt pluss at B68 er eitt felag, ið kanska hevur bestu umstøður at venja [...] vindeyga stongdi í gjárkvøldið. NSÍ heintaði Andras Gango inn áðrenn kappingina, tí at Kristian Joensen hevði ætlanir um at royna seg í útlendskum fótbólti, men tað miseydnaðist. Kristian Joensen kom tí í
er ivaleyst, at íslendingar í nógv ár hava fylgt fiskifrøðiligu tilráðingunum. Petur Steingrund heldur, at føroyingar hava nógv at læra av íslendingum á stovnsrøktarøkinum. Hann sigur, at íslendingar hava [...] fiskað, er toskakvotan uppi. Fiskifrøðingurin sigur, at tá tað vísir seg at loysa seg hjá islendingum at røkja sínar fiskastovnar, eigur tað eisini at loysa seg hjá okkum føroyingum, men her hjá okkum verður [...] Íslendingar hava í fleiri ár gjørt nógv fyri at hildið veiðitrýstinum eftir toski niðri, nú árgangirnir hava verið svikaligir, og alt bendir á, at hetta nú er farið at geva úrslit, sigur Petur Steingrund.
rættarlæknarnir halda at tað er ”overvejende sandsynligt” at tað ikki passar, tá ið hann sigur, at hann einki minnist frá hendingini. Hinvegin hava læknarnir eisini staðfest, at hann er ikki sinnissjúkur [...] rættarlæknar at taka støðu til. Og teir hava mett, at tá ið illgerðin í Norðdepli fór fram, frá áleið klokkan átta, til klokkan 8.33 um morgunin, hevði hann 1,28 promillu í blóðinum. Tað svarar til at hann hevði [...] hevur alla tíðina tvíhildið um, at hann einki minnist frá hendingini. Hann hevur heldur ikki kunna játtað seg sekan í ákæruni, av tí tí hann einki minnist. Hann sigur, at hann hevði ”black out”, sum hann
løn alt tíðarskeiðið - Vit vilja hava, at lærarar fáa somu løn alt tíðarskeiðið, teir eru í barnsburðarfarloyvi. Tað er einki at siga til, at hagtølini siga, at kvinnur fáa lægri løn enn mannfólk. Tær [...] barnsburðarfarloyvi, og vit vita, at flestu konufólkini eru longri í barnsburðarfarloyvi enn tíðina, tær fáa fulla løn frá arbeiðsgevaranum. Hann leggur aftrat, at hetta átti at verið eitt mál, sum Javnstøðunevndin [...] - At lærarar í barnsburðarfarloyvi eru við skerdan lut, er eitt mál, sum Javnstøðunevndin eigur at taka í størsta álvara, tí hetta er eitt mál um javnstøðu. Tað heldur Herálvur Jacobsen. - Tá lærari fer