Um vikuskiftið var Øssur Debes Eiriksfoss úr Havn við í kappingini um danska meistaraheitið í amboðsfimleiki, og eins og í fjør, eydnaðist honum at vinna gull og gerast danskur meistari í lopi. Og harumframt megnaði hann eisini at fáa silvur á gólvinum.
– Tað var øgiliga gott at vinna gullið aftur, tí tað var tað, eg fór eftir. Umframt heiðurin, gav tað mær eitt pláss á danska landsliðnum, sum í mai mánaði skal til Sofia í Bulgaria at kappast í EM. Og tað er ikki minni stórt at fáa tann møguleikan aftur í ár, tí er á einum heilt øðrum og hægri stigi, sigur Øssur, ið longu undan kappingini í Kjøpinhavn helt seg hava góðar møguleikar at vinna gull í lopi.
– Eg visti, at tað bara ikki skuldi kiksa hjá mær, so kundi eg saktans vinna gullið. Eg skuldi bara gera míni lop og lenda so nøkulunda við stíli, so hevði eg góðan møguleika at vinna – og tað eydnaðist.
Sum sagt, gekst hesaferð so mikið væl, at Øssur Debes Eiriksfoss eisini megnaði at vinna silvur í kappingini á gólvi, men har var hann ikki so vísur í frammanundan, at tað skuldi fara at lukkast.
– Nei, har var so tætt millum fleiri, at tað illa bar til at taka dagar ímillum. Tað kundi farið ymsar vegir, men tíbetur lukkaðist alt hjá mær, og tí kundi eg taka hetta heiðursmerki eisini, sigur 24 ára gamli havnarmaðurin.
Øssur Debes Eiriksfoss, sum á Oyggjaleikunum á Bermuda í fjørsummar vann heili sjey heiðursmerki í fimleiki, er niðri í lestrarørindum, og har hevur hann í frítíðini tilknýti til danska felagið Gefion.
– Umstøðurnar hjá fimleikinum eru ikki frægari har enn í Fimi í Havn, men har eru fleiri fimleikarar á høgum stigi, sum eg venji saman við, so talan er um eitt sera gott venjingarumhvørvi, og tað gevur nógv, sigur Øssur.