Víkingur stendur seg væl í Klaksvík

Seinnapartin bresta KÍ og Víkingur saman í Klaksvík – KÍ vann og Víkingur tapti í fyrsta umfari

Í fyrsta umfari var KÍ úrtøkan trý stig á útivølli, og Víkinga úrtøkan var tap á heimavølli. Nú bresta hesi bæði liðini saman í grannauppgerð í Klaksvík.

 

-Hetta var tætt, og tað kundi koppa báðar vegir. Men avrikið hjá okkum var ikki nóg gott. Vit hava sagt, at vit ætla okkum at vera við í kappingini um fremstu plássini, og tað ætla vit okkum framvegis. Tað hava vit sagt, tí vit halda okkum hava fólk til tað. Setningurin er nú at vísa, at tað er dugur í okkum, sigur Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen.

 

Tølini siga, at Víkingur plagar at standa seg væl í Klaksvík. Síðani KÍ í 2011 aftur var partur av bestu deildini hevur tað ongantíð eydnast at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti Víkingi. Í fjør var ein dystur í Klaksvík, og hann endaði 2-1 til Víking. Í 2012 var úrslitið 3-3, og í 2011 vann Víkingur tvær ferðir í Klaksvík – 1-0 og 4-1.

 

KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør er fegin um sigurin á útivølli í fyrsta umfari. Hann heldur tó, at leikliga avrikið kann verða væl betri:

-Vit fegnast um, at hugburðurin var so góður. Útlendsku spælararnir vístu seg at hava ta styrkina, sum vit hava vónað, at teir fara at geva okkum. Víkingur tapti í fyrsta umfari, og harvið verður tað ikki lættari hjá okkum. Men vit skulu halda fram við sama hugburði, og so eru vit greiðir yvir, at leikliga avrikið kann verða betur, enn tað var í Fuglafirði, har vindurin eisini argaði. Men tað rokna vit við fer at koma, sigur KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør.

 

Hjá KÍ eru allir tøkir uttan Rodrigo Silva, sum bíðar eftir loyvinum.

Hjá Víkingi eru allir tøkir uttan Hans Jørgen Djurhuus, sum er leikbannaður í tvey umfør eftir reyða kortið í fyrsta umfari.