Maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroynd í Norðdepli tann 14. juli í fjør, hevur alla tíðina tvíhildið um, at hann einki minnist frá hendingini.
Hann hevur heldur ikki kunna játtað seg sekan í ákæruni, av tí tí hann einki minnist.
Hann sigur, at hann hevði ”black out”, sum hann kallaði tað, í einar fýra tímar hendan vanlukkuliga sunnumorgunin.
Hann minnis einki frá tí at hann fór úr eini veitslu í Hvannasundi tíðliga hendan sunnumorgunin, til hann raknaði við aftur á politistøðini í Klaksvík nakrar tímar seinni.
Les eisini: Minnist einki til drápsroyndirnar
Men tað var einki nýtt, at hann fekk ”black out” tá ið hann ballaðist, tí tað fekk hann hvørja ferð.
Men hetta trúgva serlæknar í Danmark einki upp á.
Bæði blóðroynd og landroynd vórðu tikin av manninum stutt eftir at hann varð tikin, ella góðan hálvan annan tíma eftir, at fólkini í Norðdepli vórðu álopin. Tá varð promillan máld til 1,06. Hinvegin vórðu eingi spor av heilivági ella rúsevnum at finna.
Men allir upplýsingarnir vórðu sendir niður til Danmarkar til rættarlæknar at taka støðu til.
Og teir hava mett, at tá ið illgerðin í Norðdepli fór fram, frá áleið klokkan átta, til klokkan 8.33 um morgunin, hevði hann 1,28 promillu í blóðinum.
Tað svarar til at hann hevði drukkið fimm ella seks vanligar øl, sigur ákærin.
Og rættarlæknarnir halda at tað er ”overvejende sandsynligt” at tað ikki passar, tá ið hann sigur, at hann einki minnist frá hendingini.
Hinvegin hava læknarnir eisini staðfest, at hann er ikki sinnissjúkur og hann var heldur ikki sinnissjúkur tað løtuna, tá ið fólkini í Norðdepli vórðu álopin.
Øll tey fýra fólkini, sum vórðu álopin og særd í Norðdepli hava eymerkt tann ákærda sum mannin, ið framdi illgerðina.
|