Avgerðin má takast nú

Nú er stundin komin at taka eina støðu

- Nú má ein avgerð takast, so at arbeiðast kann fyri at koma á mál.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Hon er ikki samd, tá ið Kommunufelagið sigur, at tað enn ikki er greitt, hvussu eldraøkið skal skipast og fíggjast, tá ið tað verður lagt undir kommunurnar.

 

Les eisini: Vilja ikki taka ímóti eldraøkinum

 

- Innihaldsliga útgreiningararbeiðið er gjørt, og tað er púra greitt í lógaruppskotinum, at tað eru tænasturnar, sum vit kenna tær í dag, sum verða lagdar til kommunurnar at umsita, tvs. eldrarøktin og samskipaða heimatænastan, skipanin við ansingarsamsýning og umsorgararbeiðið, sigur landsstýriskvinnan.

 

Hon vísir á, at tað eru skrivað nógv álit og tað eru gjørdar nógvar greiningar á økinum.

Og í øllum hesum arbeiðnum er niðurstøðan greið, og hon er, at støða má takast til, um eldraøkið skal liggja hjá landinum ella kommununum.

- Tað er hetta, Løgtingið skal taka støðu til í næstu viku, sigur Annika Olsen.

 

- Hetta er ein av størstu umskipanum í almenna geiranum í nýggjari tíð. Tá lógaruppskotini vónandi eru samtykt, liggur nógv og krevjandi arbeiði fyri framman, bæði hjá landinum og ikki minst hjá kommununum, leggur hon afturat.

 

Hon sigur, at fimm arbeiðsbólkar við umboðum frá kommununum og landinum, eru farnir í gongd at kanna, hvussu útleggingin skal skipast.

- Hetta arbeiðið verður liðugt, áðrenn kommunurnar yvirtaka málsøkið 1. januar 2015. 

 

Landsstýriskvinnan í almannamálum sigur eisini, at runt um í landinum eru kommunurnar longu farnar í gongd at fyrireika seg til at taka ímóti uppgávunum.

 

Hon skilir væl, at kommunurnar stúra, nú tær skulu yvirtaka hetta stóra málsøkið.

- Men mín inniliga áheitan skal vera, at vit halda fast í tað góða samskiftið og samstarvið, sum hevur verið kring hetta arbeiðið, tí uppgávan og Vit loysa best avbjóðingingin verður best loyst í tøttum samstarvi, sigur Annika Olsen.