Útróðrarmenn í toskaroki í Íslandi

- Íslendskir myndugleikar lurta eftir fiskifrøðiligari tilráðing, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur.

 

Viðhefta mynd er av íslendskum útróðrarmonnum í glastrevjabáti, sum draga gørn, og tað er ikki smávegis, sum her er nógvur toskur í. Nú er slík garnaveiða ikki loyvd í føroyskum sjógvi, og tí kann tað vera trupult at gera samanburðir.

 

Tó man tað vera langt síðan, at føroyskir útróðrarmenn hava upplivað eitt toskarok sum líkist hesum. Herfyri fingu føroyskir útróðrarbátar við línu tó væl av toski, og eitt nú fingu útróðrarbátar sum Kallanes, Bragd og Líðhamar í Klaksvík upp í eini 16.000 pund á setuna.

 

Petur Steingrund, fiskifrøðingur og formaður í stovnsrøktarbólkinum undir ICES, sum fevnir um Føroyar, Ísland og Grønland, sigur, at hóast tilgongdin av toski í íslendskum sjógvi ikki hevur verið serliga stór síðan 1985, er toskastovnurin har yviri kortini í uppgongd.

 

- Toskaárgangirnir í íslendskum sjógvi hava verið miðal og undir miðal í fleiri ár, og eingir serliga stórir árgangir hava verið. Kortini eru batar í íslendsku toskaveiðini, og ein orsøkin er ivaleyst, at íslendingar í nógv ár hava fylgt fiskifrøðiligu tilráðingunum.

 

Petur Steingrund heldur, at føroyingar hava nógv at læra av íslendingum á stovnsrøktarøkinum. Hann sigur, at íslendingar hava ein greiðan veiðisetning. Teir loyva veiði eftir í mesta lagi 25 prosentum av biomassanum av fýra ára gomlum toski og eldri. Tá henda nøgd er fiskað, er toskakvotan uppi.

 

Fiskifrøðingurin sigur, at tá tað vísir seg at loysa seg hjá islendingum at røkja sínar fiskastovnar, eigur tað eisini at loysa seg hjá okkum føroyingum, men her hjá okkum verður ikki í sama mun lurtað eftir fiskifrøðiligu tilráðingunum.

 

- Íslendingar hava í fleiri ár gjørt nógv fyri at hildið veiðitrýstinum eftir toski niðri, nú árgangirnir hava verið svikaligir, og alt bendir á, at hetta nú er farið at geva úrslit, sigur Petur Steingrund.