hava nógv virði, og javnleikur er ov lítið hjá báðum liðunum at fáa burturúr. B36 liggur fimm stig aftanfyri EB/Streym, sum tykist hava sett ferðina upp fram ímóti FM-gullinum. Føroyameistararnir ætla tó [...] ímóti B36. Kári Hansen hevur verið ein av spælarunum í verjuni hja B68 í ár, men hann er heldur ikki tøkur hesaferð, tí hann er skaddur. Harvið mangla tveir spælarunum, sum hava verið við at manna verjuna [...] burturúr. B36 hevur so at siga allar spælararnar tøkar til dystin. Einasta ivamálið er Bergur Midjord, sum hevur drigist við skaða í nakrar vikur og ikki hevur fingið vant ella spælt við fullari ferð. Bergur
fyrsta árið, sum streymframleiðsla hevur verið partur av virkseminum. Og tá hetta virksemi hartil bert hevur fevnt um part av árinum, er lítið at ivast í, at talan hjá Sp/f Røkt er um ein góðan sáttmála [...] sáttmála um streymframleiðslu, sum teir hava gjørt við SEV. Víðari kann sigast, at avskrivingartíðin fyri vindmyllurnar er 15 ár, og svarar hetta til áramálið, sum felagið í fyrstu atløgu fer at framleiða streym [...] fingist við Aling fram til í fjør summar, men tað er helst ikki í hesum, at positiva ársúrslitið liggur. Av ársfrágreiðingini framgongur eisini, at felagið fyribils er steðgað við smoltframleiðslu fyri
ið búgva og arbeiða á Mýrini. Vilmund er ein fríur útvendur persónur, sum tosar við øll fólk, men honum dámar avgjørt ikki at fólk floyta. Mong munnu tey vera, sum hann hevur roynt at selt smáar málningar [...] Thomasen, úr Sandavági og Heina Martin Niclasen úr Sørvági. Sum ungur flutti hann til Danmarkar, har hann var búsitandi á Rødby Gård nøkur ár. Sum 16 ára gamal kom hann heim aftur og búsettist hjá foreldrunum [...] málningar til, og hava tey ognað sær eitt tjaldur, ið hann hevur málað. Vilmund er hittinoraður og liggur væl fyri at gera smár yrkingar - ella "rím". Vilmund hevur sera góða rødd, og dámar honum eisini væl at
Shellstøðina um hendi, síðani 1985. Fyrst ta gomlu, sum var har bilverkstaðurin hjá Hans Berg Hammer er nú, í nøkur ár, og so ta nýggju, sum liggur beint omanfyri ferjuleguna. Dávur Joensen sigur, at hann [...] hann er nøgdur við prísin. - Tað vóru eisini aðrir bjóðarar, men sáttmálin, sum eg havi við Føroya Shell sigur, at um eg sigi hann upp, so skal eg halda fram í eitt ár,og tað var ikki ætlanin, sigur Dávur [...] halda fram í eitt ár. Í viðmerking til at Føroya Shell ikki heldur gjørdi nýggja samstarvsavtalu við ein annan keypara, sigur Dávur, at Shell hevur til eina og hvørja tíð rætt til at nokta einum øðrum søluliði
At leiga eitt skip fyri!!! Hetta er kanska áleið tað sum tær 13 milliónirnar, sum Føroya Landsstýri í síni tíð seldi Teistan fyri!!! Ein avgerð, sum var fullkomiliga burturvið. Eftir at hava havt trupulleikar [...] Smyril kann ikki sigla í vetur. Orsøkin er hon, at tað ber ikki til at fáa eykalutir til útgerðina, sum ger, at skipið ikki rullar so illa. Tí skulu nýggir lutir til aldu-stabilisatorin gerast, og hetta [...] rð í vetur. Frammanundan hevur ljóðað, at tað verður ikki lætt. Harafturat sigst, at kostnaðurin liggur millum 50.000 og 100.000 krónur um dagin. Skal skipið so sigla í einar 5-6 mánaðir verður talan um
avgjøldunum, sum tekur hædd fyri tí samfelagsliga og tí heilsuliga. Málið er viðgjørt í samráð við Rúsdrekka- og Narkotikaráðið (nú avtikið, blðm.). Vit ynskja at fremja tann málsetning, sum er staðfestur [...] stig í smáum, og tað hevur størstan týdning, at vit hava tamarhald á nýtsluni. Málið liggur nú hjá Fíggjarmálastýrinum, sum sambært Bjarni Djurholm ikki hevur raðfest hetta málið serliga frammanliga, og bíðað [...] maðurin er ikki samdur við Einari í hansara niðurstøðu, har hann heldur, at Vinnumálastýrið tekur ein stóran part av grundarlagnum undan føroyska ølinum. Bjarni Djurholm vísir á, at mannagongdin í hesum
Sonevndar skavihønur, sigur eigarin, sum leggur stóran dent á at fáa fram, at talan als ikki er um búrhønur. Samlaða íløgan, nú bæði húsini eru tikin í brúk, liggur oman fyri hálvafjórðu millión krónur [...] hevur Føroya Egg selt øll eggini til handlar í Tórshavn. Teir stóru sum Miklagaðru og Føroya Keypsamtøka hava tikið í móti nógvum, eins og P.E. Kolonial, Hjá Gunleivi, Hjá Eli og Johs. Andreasen hava selt [...] ikki at selja aðrastaðni enn í Havnini kortini. ?Teir kundarnir, vit hava, hava klárað at selt alt, sum vit hava kunnað latið, og høvdu viðhvørt helst eisini kunnað selt meira, um tað var til. So vit fara
sent til Eyðun Elttør, landsstýrismann í umhvørvismálum, sum er eitt uppkast til ætlan um burðardygga menning, 2002 ? 2020. Frágreiðingin er gjørd sum verkætlan á Heilsufrøðiligu stravsstovuni í 2001, og hon [...] játtanini til umhvørvisverndartiltøk. Henda frágreiðing er ætlað sum støði undir einum framhaldandi arbeiði við málsetningum. Lagt verður upp til, at ein bólkur verður settur við umboðum úr øllum stýrum, at gera [...] , tess betri úrslit fyri okkum og fyri komandi ættarlið. Frágreiðingin hevur støði í tí virksemi, sum hesi seinastu 10 árini er farið fram um allan heim at ansa eftir, at náttúrunnar virðir verða umsitin
við mammu míni og yngru børnunum, sum bæði koma heim úr Danmark. Elsta dóttirin heldur jólaaftan við manni og børnum saman við verfamiljuni. Tað sigur Ruth Vang, sum er landsstýriskvinna í fíggjarmálum [...] jólaynskini gerast færri við árunum, men eg gleðist og hugni mær ta løtuna, vit lata gávur upp. Gjarna liggur ein bók ella tvær undir trænum til mín. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Jólini snúgva seg fyrst [...] á, at øll árini, hon hevur sitið á tingi, hevur hon verið limur í fíggjarnevndini, og nú hevur hon sum landsstýriskvinna ábyrgd av fíggjarlógini. - Tá er tíðin undan jólum tann strævnasta á árinum, og friðurin
spennandi og sjáldsama uppgávu. Á gólvinum liggur ein gamal motorur - sum er frá 1932, og sum frá 1934 hevur drivið Triangel-brandbilin, sum kom til Føroya í 1962, men sum kortini fyri mongum árum síðani er tikin [...] tað hann, sum stendur fyri partinum av umvælingini, sum Tekniski Skúli skal taka sær av. Tað er Tórshavnar Býráð, sum eigur bilin - sum stendur á Brandstøðini uppi á Oyggjarvegnum. ? Vit fingu ein fyrispurningin [...] fáa tætt aftur millum toppstykki og blokk. Tað er sum liður í undirvísingini hjá bilmekanikaralærlingum, at arbeitt verður upp á hendan motorin, tí, sum Eirikur Ó. Simonsen sigur, at teir nýggju mekanikararnir