Eitt kalt rák við ælaveðriav vestri og seinni norðri liggur yvir Føroyum. Í næstu viku koma fleiri lágtrýst og brúgvaløg haðani við regni og vindi inn yvir okkum.
Veðrið í dag
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 10 til 15 m/s. Sólglottar og okkurt æl og hitin millum 7 og 10 stig. Í nátt andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Framvegis ælaveður og hitin millum 4 og 8 stig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Ælaveður, men eisini onkrar løtur við sól. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 5 til 10 m/s. Turt og lutvíst klárt og hitin millum 2 og 6 stig.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s, sum lækkar í ein sunnan og landsynning og móti kvøldið øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og út á dagin regn av vestri. Hitin um dagin millum 4 og 8 stig. Um náttina snarar hann í ein vestan og øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Tað klárar í, tó okkurt æl. Hitin um náttina millum 5 og 10 stig.
Týsdagin
Strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s. Um kvøldið makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 4 og 8 stig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og eitt skifti regn. Hitin millum 4 og 8 stig.
Hósdagin
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, seinni norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Regn- og vátaslettingsæl og kanska onkur sólglotti. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 7 stig.