Búskaparráðið: Gongur væl í Føroyum í løtuni

Avbjóðingar eru tó fyri framman

Árliga várfrágreiðingin frá Búskaparráðnum bleiv løgd fram í morgun. Búskaparraðið hevur sum uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum geva óhefta ráðgeving hesum viðvíkjandi.

 

Partur av búskaparfrágreiðingini er ein konjukturmeting. Tað verður mett eftir eftirspurninginum frá tveimum síðum. Innlendis sum nýtsla og íløgur; uttanlanda sum eftirspurningur eftir útflutningi.

 

Búskaparráðið sigur, at alt bendir á, at vit hava ein alsamst týðiligar hákonjuktur í Føroyum. Lágt arbeiðsloysi, høgt arbeiðsvirkni og ein økt tilflyting eru nøkur eyðkennir av hesum. Eisini er ein øking farin fram í nýtslu og íløgum, bæði privat og alment, seinast árini. Her mælir Búskaparráðið tó til, serliga almenni geirin gerst betur til at leggja íløgur og nýtslu eftir konjukturi, so nýtslan ikki gerst alt ov stór í uppgangandi tíðum, sum lyndið annars ofta er til.
Eftirspurningurin eftir úflutningi frá útlandinum er eisini vaksin nógv, serliga innan uppsjóvar- og alivinnuna.

 

Búskaparráðið sigur í frágreiðingini, at fyri at sleppa undan alstóra týdninginum, sum liggur á uppsjóvar- og alivinnuni, so er neyðugt, at styrkja tænastuvinnurnar, sum eru lutfalsliga minkaðar í mun til serliga tilfeingsivinnurnar. At ein partur av vinnuni veksur nógv skjótari enn hinir, kann hava eina destabiliserandi virkan við sær. Tískil eigur fokus at verða á, at menna aðrar vinnur í Føroyum og styrkja tær.

 

Í hákonjukturi eru inntøkur landskassans vaksandi og tí fer landskassin eisini at hava eitt lítið yvirskot. Tó metir Búskaparráðið, at yvirskotið í so góðum tíðum átti at verið størri enn tað er.

 

Ein forðing fyri, at yvirskotið ikki er størri enn tað sama er, at broytandi fólkasamansetingin. Tað vil siga, at vit fáa alsamt færri løntakarar í mun til eldri fólk. Tað merkir, at tað verða lutfalsliga nógv færri at rinda fyri alsamt vaksandi almennar tænastur og veitingar. Tilflytingin er økt seinastu árini, men Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum segði, at tað er ein periodiskur vøkstur, ið ikki broytir nógv upp á framskrivingar, ið vísa, at tað verða alsamt færri, ið skulu rinda fyri at halda almenna geiranum uppi.

 

Tískil mælir Búskaparráðið til eina nýskipan av nógvum almennum geirum, til tess at verða betur før fyri, at standa ímóti avbjóðingunum, sum fara at vísa seg sjónligari um nøkur ár. Tað vil siga, hvussu tryggja vit, at støði á vælferðartænastunum verður hildið, við teim broyttu fortreytunum, ið fara at vísa seg.

 

Sverri Hansen vísti á, at nakrar nýskipanir eru ávegis, til dømis pensjónsnýskipan, og tær kunnu vísa seg, at fara at gera ein mun, men ein størri ætlan átti at leggjast fyri hvørjar nýskipanir tað almenna vil fremja.