Tyrla eftir skaddum manni í Nólsoy

Í nátt vóru boð eftir tyrluni at hjálpa manni á líraveiðu í Nólsoy

Tá nakrir mans vóru farnir eftir líra í Nólsoy í nátt, fekk ein maður onkran skaða í beinið soleiðis, at hann kláraði ikki at ganga heimaftur. Tá teir vóru staddir ein tíma til gongu úr bygdini, so varð tyrlan boðsend at koma manninum til hjálpar.

Tyrlan fór tí eftir manninum og tók hann upp.

Sambært Vørn, so vóru boð eftir tyrluni kl 02:37 í nátt, og boðini vóru, at maður hevur gingið seg fastan í urð. 

Tyrlan fór tí eftir manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið. Uppgávan hjá tyrluni tók ein tíma, skrivar Vørn.

Vaktleiðarin sigur, at talan var ikki um álvarsaman skaða hjá manninum.