Unn í Dali
unnidali(a)kallnet.fo
Tað vil so verða, at vit menniskju seta búgv tætt saman og har okkum lystir.
Tað er eisini ein natúrligur holningur hjá kristnu vesturlendingunum, at náttúran má vikað. Vit, menniskjur, hava fyrsta rætt. Vit byggja og manerera, dálka og spolera. Vit meina, at vit eru tey einastu verðurnar á jørð, sum eru hevjaðar, Guds útvaldar og heilagar og sum hava rættindi til tað.
Og vit eru djóravinir. Vit dáma at skaffa okkum djór at kela við. Hundar, kettur, mys, hamstarar, marsvín o.sfr. sum vit keypa okkum til. Ja, summi djór kosta líkað nógv sum ein bilur og vit eru stolt. Stolt av okkara ríkidømi.
Og náttúruna, ja, hana elska vit. Ein summardag á Sandagerði. Vit hugna okkum. Hava mat við, eingangsgrill, ís, te, kaffi, øl og sodavatn. Vit møta fjølment við fullum bili av øllum tí, vit máa hava við, fyri ordeliga at nyta løtuna við sjóvarmálan.
Tann transporteraði sandurin, liggur so mjúkur oman á teim gomlu leikapettunum og fjølbroyttu goggunum. Og vit spæla, at vit eru á Malorca.
Børnini slikka ein Sun Lolly og blaka papíri beint har tey standa. Mamman opnar matpakkan og stanioli ferðast bleytt og latt eftir sandinum.
Pápin opnar eina dósa øl. Hann tømir hana í einum, knytur nevan saman so dósin kroystist í lógvanum. Kastar hana upp í luft og afturum, vekk úr eygsjón. Brettir sær á, tendrar tað lítla radio og luftin fyllist við kvøðuljómum. Hann leggur seg niður á tað væl slættaða teppi á sandinum... "Hvat er lívi ikki herligt at ...."
Lítla Marin fær eina pylsu, sum hon blakar á sandin og lítlibeiggji missir breyði. Mamman smílist. Áh, sum alt er gott...
Kvøldi kemur og fólk reisast, fara til hús. Bilurin vigar nú bert helvtina av tí, sum hann gjørdi tá hann dreyðaði av, oman á Sandagerð, fyrr uppá dagin.
Alt hettar varnast lykkan. Har er nú veipan og gákkan, um restirnar frá ríkamannaborði. Og rottumamman, hon er í "afterparty" við øllum sínum avkomi, og tey fylla í seg. Og øll hava góða lív, njóta summarveðrið kanska enn meir enn tey gudsútvaldu menniskju, sum fyri kortum fóru.
Náttin fellur á, og tann einasti sum varnast tað, sum veruligani hendi er mánin. Og bert hann minnist tað. Tað sum einaferð var og ikki.