Tað er so heppið, at summir av hesum føroyingunum royna eisini at seta føroyska samleikan við hjá børnum teirra.
Ein av hesum er Anfinn Mikkelsen, sum í summar hevur verið í Føroyum og ferðast.
Anfinnur er føddur í 1933. Hann er sonur Katrinu og Petur Mikkelsen úr Leirvík. Tey vóru bæði ættað úr Gøtu, men Petur gjørdist lærari í Leirvík í eitt mannaminni.
Tey vóru seks systkin. Hini vóru Óli, Páll, Jónsvein, Marjun og Eyðleyg.
Vit hava kenst í fleiri ár. Fyrsta sambandið var, at eg tilvildarliga hitti sonin, Jón, á einum altjóða fiskivinnufundi í Canada í 1994. Síðan hitti eg Anfinn og hansara í Vancouver í 2002, og í 2003 vitjaði eg tey í Kitimat norðuri móti Alaska-markinum, har tey búðu tá. Tað var ein einastandandi og ógloymandi uppliving.
Fyri nøkrum árum síðani fluttu tey suður eftir til tann lítla býin Sechelt fyri at vera nærri tey av teirra børnum, sum búgva í Vancouver. Konan, Jytte, var sjúk tá og doyði í 2009.
Í fjør varð hildin minningargudstænasta í gomlu heimbygdini Kollafirði fyri Jytte. Øll hennara í Canada vóru við. Tey høvdu øskuna av henni við í eini urnu, so ætt og vinir í Føroyum kundu taka avskeð við hana. Síðan fór urnan aftur til Canada, har hon varð jarðað í Sechelt, har Anfinn eina ferð fer at liggja saman við henni. Hetta var ein vøkur minning um Jytte.
Anfinn fylgir væl við, hvat ið hendir heima í Føroyum, takkað verið systkjunum, sum eru dúglig at senda bløðini. Tey hava eisini verið dúglig at vitja hóast fjarstøðuna.
Fyrst til skips, síðan at lesa
Anfinn fór ungur til skips sum kokkadrongur við ”Krossteini”, har Grækaris Hansen úr Norðragøtu, giftur við mostrini Onnu, var skipari. Seinni gjørdist hann dekkari og kyndari. At vera kyndari var vorði sum jobb. Ein slíkur trolari brendi 14 tons av koli um samdøgrið, og hvør moli skuldi lempast við spaka.
Anfinn fór á preliminer- og studentaskúla í Havn. Aftaná studentsprógv fór hann aftur at sigla við ymiskum leirvíksbátum. Hetta gav jú ein førning, sum seinni er komin til nyttu í lívinum. Seinni fór Anfinn at lesa til kemiverkfrøðing í Keypmannahavn. Her hitti hann Jytte, sum var sjúkrasystir, og tey giftust. Hon var ættað úr Kollafirði, dóttir Emmu og Carl August Jensen. Tey vóru átta systkin.
Jytte og Anfinn fingu trý børn. Elstur er Petur, sum arbeiðir sum leiðari í einum oljufelag á Toronto-leiðini. Hann er giftur við Lindu, sum er av kinesiskari ætt. Tey eiga trý børn. Næstur er Jón. Hann er giftur við Andreu, sum hevur norska mammu. Jón arbeiðir sum lektor við lærda háskúlan í Vancouver. Tey eiga tvey børn. Yngst av børnunum er Katherine, sum er einsamøll. Hon arbeiðir sum tryggingarumboð í Vancouver. Tá hugsað verður um, at Jytte eisini var av svenskari ætt, er tað ein rættilig ”blóðblanding”, sum er farin fram í hesi familju.
Fekk í boði at fara til Canada
Aftaná at Anfinn var liðugur at lesa, arbeiddi hann í trý ár fyri donsku fyritøkuna Nordisk Kabel- og Trådfabrik, sum seinni varð keypt av canadisku aluminiumsfyritøkuni Alcan.
Í 1965 fekk Anfinn í boði at fáa arbeiði í Canada. Hann kundi velja millum at arbeiða eystantil í Canada og ella í Kitimat vestantil. Hann valdi Kitimat, ein lítil býur við um 12.000 íbúgvum, sum liggur einar 700 km norðanfyri Vancouver. Kitimat liggur innast í einum fjørði, sum er umleið 80 fjórðingar langur. Í Kitimat lá væl fyri at hava bát og at fara á flot. Her kundi veiðast laksur, kalvi og ymisk onnur fiskasløg. Í villini náttúruni á landi bar eisini til at veiða. Her fæst millum annað elgur og villgeit.
Kitimat minnir
um Føroyar
Anfinn og Jytte fullu væl til í Kitimat. Sjálvur heldur Anfinn fólkið og viðurskiftini minna nógv um Føroyar. Tey fullu eisini væl til í bygdarlívinum. Tá Anfinn var ungur, var hann stundum organistur í kirkjuni í Leirvík, og nú gjørdist hann organistur í luthersku kirkjuni í Kitimat.
Lívsstarvið hjá Anfinni hevur verið sum leiðandi verkfrøðingur á umrøddu aluminiumsverksmiðju.
Í sínum starvi hevur Anfinn fingið stóra viðurkenning. Eitt slíkt arbeiði er fyri ein stóran part at loysa avbjóðingar. Her krevjast drúgvar og gjølligar kanningar. Eitt av sínum avrikum hevur Anfinn fingið patent uppá. Hetta var ein uppfinning, sum minkaði um orkunýtsluna og dálkingina í framleiðsluni. Hetta gjørdi Anfinn í 1976, leingi áðrenn umhvørvi gjørdist “mótasak.”
Patentið kom hann tó ikki at spinna gull uppá. Tað var selt til fyritøkuna fyri ein dollara. Tó hevur hann seinni fingið meira ítøkiliga viðurkenning. Royndirnar hjá Anfinni á tekniska økinum hevur eisini ført til, at hann hevur skrivað nógvar tekniskar frágreiðingar til fundir, sum hava viðgjørt evni sum dálking, umhvørvi og endurnýtslu.
Anfinn legði alment frá sær í 1994, men hann helt fram fleiri ár afturat sum ráðgevi. Tá hann legði alment frá sær, fekk hann frá leiðsluni á verksmiðjuni tað allarbesta viðmæli fyri á vísindaligum grundarlagi at hava verið við at menna framleiðslugongdina.
Anfinn fekk eisini tað ummælið, at hann virdi sítt arbeiðsfólk á sama hátt hann virdi síni skyldfólk og vinir. Hetta má sigast at vera ein framúr eginleiki, sum kanska serstakliga liggur til føroyingar, har vit kanska meira meta øll sum “líkamenn” í størri mun enn í londum, har fá kenna hvønn annan.
Sjálvur sigur Anfinn, at hann hevur sæð stóra menning í síni tíð. Takkað verið bøttum tøkni, liggur betur fyri at stýra nýtsluna av tilfari, og merkir hetta at minni av tilfari fer til spillis.
Sjálvur hevur Anfinn kunnað ferðast rættiliga fitt í sínum arbeiði, so hann er komin víða um.
Sum at vera bygdakona í Kollafirði
Jytte helt ikki munin millum at vera í Føroyum og Kitimat vera so serliga stóran. Í báðum støðum eru viðurskiftini smá, og fólk kendu hvønn annan. Jytte arbeiddi ikki úti. Hetta gjørdi tað møguligt hjá henni at taka sær av øðrum børnum, eisini eftir at teirra egnu børn vóru undansloppin. Tey hava passað tveir dreingir, og her er blivið so væl ímillum, at hesir kallaðu Jytte og Anfinn fyri mamma og pápi.
Tey høvdu fleiri góðar vinir í Kitimat og konurnar høvdu, um ikki bindiklubb, so lesiklubb! Anfinn hevur framvegis gott samband við sínar vinir í Kitimat, og vitjar hann teir javnan.
Kitimat
Kitimat er ikki grundlagdur fyrr enn í 1953, tá tann stóra aluminiumsfyritøkan Alcan fekk brúk fyri einum framleiðslustaði til sína stóru framleiðslu.
Býurin er lagdur nærindis indianarabýinum Kitamaat.
Landspartastjórnin bjóðaði Alcan hetta plássið til at byggja sína verksmiðju. Her mátti alt gerast av nýggjum.
Ein flogvøllur var tó framman undan, og var hann bygdur undir krígnum at verja ímóti møguligum japanskum álopi, sum kortini ikki gjørdist álvari.
Fyrstu íbúgvararnir vóru bygningsarbeiðarar, tí stórt sæð alt skuldi gerast av nýggjum. Tað var ikki bert at byggja eina verksmiðju. Her skuldi byggjast ein havn og ikki minst elverk, tí aluminiumsframleiðsla krevur nógva orku. Anfinn metir, at elverkið í Kittimat er umleið 10 ferðir so stórt sum SEV.
Eitt rættiligt arbeiðspláss
Alcan var eitt ótrúliga stórt arbeiðspláss við umleið 2000 arbeiðarum. Ársframleiðslan hevur verið upp til 270.000 t. Seinni eru aðrar fyritøkur komnar afturat í býnum. Ein av hesum er ein pappírsverksmiðja, sum er ein av teimum størstu í Norðuramerika. Men her er eisini nóg mikið av rávøru, hon skal bert heintast í skóginum beint uttanfyri dyrnar.
Hjá arbeiðarum er sera liviligt her, tí lønarlagið er høgt.
Fólkið í Kitimat eru øll tilflytarar ella í dag børn hjá tilflytarum. Her eru fólk av sera ymiskum uppruna. Í fyrsta umfari var ringt at fáa canadiarar at flyta higar, tí góðar tíðir vóru í Canada tá. Í fyrsta umfari komu nógvir týskarar til Kitimat. Týskland lá jú í sori, og týskarar eru jú ikki ræddir fyri at taka hendurnar úr lummanum, so fleiri túsund fluttu til Kitimat, har teir kundu byggja sær eina nýggja tilveru.
Settu klokkuna eftir hattinum hjá týska greivanum
Ein av teimum týskarum, sum Anfinn kom at kenna, var ein týskur greivi. Hann hevði tey eyðkenni, sum týskarar eru kendir fyri, nevniliga at vera effektivur og presisur. Anfinn flennir at, at hann var so presisur, at teir kundu seta klokkuna eftir, nær hann tók hattin av knaganum fyri at fara til døgurða. Sum tíðirnar batnaðu í Týsklandi, eru nógvir týskarar tó farnir heim aftur, og canadiarar eru komnir í staðin.
Eitt annað fólkaslag, sum var væl umboðað, vóru portugisarar, serliga av Azorunum, har tað var fátæksligt tá. Hetta er fremsta orsøkin til, at tað eru nógvir katolikkar í býnum. Tí er katólska kirkjan ein tann størsta. Her er eisini ein stórur katólskur skúli. Annars eru 10 ymiskar kirkjur í Kitimat, og eru hesar allar “vanligar” protestantiskar kirkjur.
Laksakleking
Laksur er sera týdningarmikil fyri fólkið her á leiðini, og er tað serliga fyri indianararnar, sum jú søguliga hava livað av tí, sum fæst úr havinum. Fyri at halda stovnin viðlíka hevur tað almenna sett á stovn eina klekistøð, sum árliga sleppur fleiri milliónir smolt av teimum ymisku laksasløgunum á sjógv.
Jón, sonur Anfinn og Jytte, hevur uppfunnið eitt tól, sokallað laksahjól, til burðardygga veiði av laksastovninum, soleiðis at tann smái laksurin verður sleptur.
Liva saman við indianarum
Anfinn og hansara húski hava livað tætt uppat indianarum. Bert í landspartinum British Colombia eru heilar 54 ymiskar indianaraættir, og nógvar av teimum tosa hvør sítt mál. Indianarar hava havt somu trupulleikar sum nógv onnur upprunafólk, men tað verður gjørt nógv fyri at gera tað liviligt hjá teimum og at kunna varðveita gomlu indiansku mentanina.
Tað eru einar 10-15 km frá Kitimat, beint hinumegin fjørðin, til indianarabýin Kitamaat við 2-3.000 íbúgvum. Íbúgvarnir her hava serlig forrættindini, sum at teir sleppa undan at gjalda skatt. Í Kitamaat búgva tvær indianarastammur við tveimum málum, sum eru ymisk sum føroyskt og danskt. Men knípir tað, ber altíð til at tosa enskt. Hetta er ein av trupulleikunum við at varðveita indianaramentanina. Nevniliga, at tey ungu ikki tíma so væl at læra seg málið hjá forfedrunum. Ein annar trupulleiki er við manglandi skriftmálum, og ger hetta ikki støðuna betri. Men tað verður arbeitt við at bøta um hesi viðurskifti.
Indianarar eiga nógvar góðar listamenn og ein av teimum er Sammy Robinson, sum býr Kitamaat. Hann kennir Anfinn sera væl, og vit vóru eisini saman og vitjaðu Sammy í 2003. Ein annar sum vit vitjaðu var indianarahøvdingurin James Robertson, sum dugdi at samskifta við djór!
Indianarar eru veiði- og fiskimenn, og her hava teir eisini forrættindi í mun til onnur. Tað eru stórar avmarkingar fyri fiskiveiði, men hesar eru ikki so strangar fyri indianarar.
Kitamaat hevur sítt egna bygdaráð við 11 limum, harav ein er borgmeistari.
Indianarar hava gott orð á sær
Annars arbeiða indianarar eisini á verksmiðjum í Kittimat, og Anfinn gevur teimum tað ummæli, at verður víst teimum álit, so vísa teir eisini álit afturfyri. Jón, sonur Anfinn, sigur um indianararnar, at teir ofta hava serligt hegni at fáast við teldur.
Hetta økið er áhugavert hjá ferðafólki, sum koma higar í rættiliga stórum tali.
Veðrið á leiðini er rættiliga støðugt, tó kann gerast kalt, upp til 20 kuldastig, við nógvum kava um veturin. Miðalhitin er 8 stig, sum man minna nógv um Føroyar. Tað eru 240 dagar við sól árliga og 198 við regni.
Men tað áhugaverda er, at eini føroysk hjún við teirra børnum, størsta partin av livitíðini hjá býnum hava átt sítt íkast til, at býurin er vorðin tað, hann er.
Sum Anfinn hevur sagt í eini samrøðu við lokala blaðið, at ”sjálvt um Kittimat er okkara heim nú, so vilja Føroyar altíð hava eitt serligt pláss í okkara hjarta”. Hetta hevur eisini víst seg við, at børnini hava lært føroyskt, hóast tey ongantíð hava búð í Føroyum. Serliga Jón dugir heilt væl at tosa málið hjá foreldrunum.
Tað er eingin ivi um, at Anfinn og hansara hava verið góð umboð fyri Føroyar, har tey hava búleikast í Canada.
Í komandi parti verður greitt frá Niclas Højgaard í Rituvík, sum kom at virka í Grønlandi stóran part av sínum arbeiðslívi