Bókaútgáva av Fuglafjarðar søgu bind II

Vit byrja Varmakelduna longu hóskvøldið við bókaútgávu, tá bind II av Fuglafjarðar søgu verður løgd fram í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Fyrra bókin um Fuglafjarðar søgu kom út til jóla í 2023

Tíðindaskriv, Fuglafjarðar kommuna:

 

Skráin fyri kvøldið er hendan:

Kl 20:00 Formaðurin í Mentanarnevndini bjóðar vælkomin og hugleiðir stutt um týdningin at kenna okkara røtur.

Kl 20:05 Petur Martin Petersen, formaður í søgubólkinum hugleiðir um arbeiðið.

Kl 20:20 Tónar úr Fuglafirði Jóanis Erik Køtlum og Eyðun á Lakjuni

Kl 20:30 Steffen Stuman Hansen leggur fram Fuglafjarðar Søgu bind II.

Kl 21:00 Tónar úr Fuglafirði Jóanis Erik Køtlum og Eyðun á Lakjuni

Kl 21:05 Jón Brian Hvidtfeldt/Sprotin – Fuglafjarðar søga sum ljóðbók. Tankar um tilgongd.

Kl 21:15 Kaffi, prát og bókin verður signerað

Kl 21:45 Takk fyri

Møguligt er at ogna sær bókina.

 

##med2##

 

 

Fyrra bókin um Fuglafjarðar søgu kom út til jóla í 2023

Grein úr Sosialinum 15. desember í 2023 um útgávuna av fyrra bindi av Fuglafjarða søgu. Trýstið á myndina fyri at lesa greina