Príshækkanin hjá SEV hevur býtt eigararnar – kommunurnar – upp í tveir bólkar. Í øðrum gongur Heðin Mortensen á odda, og hann fær stuðul frá Anfinn Brekkstein úr andstøðuni í Tórshavnar býráð.
- Heðin Mortensen hevur rætt í, at nú er ikki tíðin at leggja fleiri byrðar á herðarnar á borgarunum, sigur Anfinn Brekkstein.
Hann vísir á, at borgarstjórin hevði eitt konkret uppskot um eina millumloysn við 7,5 oyrum.
- Tað haldi eg, er ein gongd leið. Eg veit væl, at SEV hevur brúk fyri pengunum, men tað kemst av, at teir hava gjørt íløgur, ið ikki svara seg, og haraftrat seti eg spurnartekin við príshækkingina, tí hon verður gjørd fyri at fáa raksturin hjá SEV at svar seg, sigur Anfinn Brekkstein.
Umboðið fyri Sambandsflokkin í býráðnum sigur, at á aðalfundinum álegði eigarin nevndini at fara til hús og endurskoða fíggjarlógaruppskotið, men kortini verður sama uppskot lagt fyri eykaaðalfundin.
- Og tað haldi eg ikki er nóg gott, sigur Anfinn Brekkstein.
Hann helt tað eisini vera ódámligt, at stjórin beint undan atkvøðugreiðsluni »málaði fanan á veggin«.
- Eg metti ikki tað var í lagi, at stjórin reisti seg. Stjórin er ikki yvir nevndini, og tí skuldi tað verið nevndarformaðurin, sum reisti seg og ikki stjórin, sigur Anfinn Brekkstein.
Hann heldur, at mátin tað gekk fyri seg á fundinum í gjár, hevur skotið ein kíla í leiðsluna hjá SEV. Hann gevur heldur ikki nógv fyri visjónirnar hjá SEV um meiri grøna orku.
- Var talan um eina privata fyritøku, so hevði hon ikki gjørt hesar íløgurnar uttan so, at hon hevði ráð til tað. Í hesum førinum er tað eitt mál hjá landinum at minka um CO2 útlátið, og tá liggur tað ikki einsíðis á SEV at náa hetta málið. Har má landið taka sítt tak, sigur Anfinn Brekkstein.
Hann sigur, at trupulleikin er, at SEV er farið út á ein skráplan, har teir íløgufíggja raksturin.
- SEV er komið í svárar fíggjarligar trupulleikar, og tað er har, hundurin er grivin, sigur Anfinn Brekkstein.









