hevur felagið hugt eftir, hvussu russar ætlaðu sær at gera fyri at sleppa upp á mánan fyrr enn amerikanararnair, og tekniskt byggir ætlanin hjá Space Adventures tí í stóran mun á ta russisku ætlanina. R [...] Felagið hevur spurt seg fyri hjá summum av teimum, sum hava verið á mánanum ella ferðast rundan um hann, og Buzz Aldrin, sum var við á teirri fyrstu mánaferðini, sigur, at nú kunnu privatfólk fáa ein møguleika [...] russiska rúmdarumsitingin hevur í Baikonur í Kasakhstan. Umborð verða trý fólk, ein rúmdarmaður og tvey ferðafólk. Tá farið er komið á ta røttu kósina og ta røttu ringrásina um jørðina, skal tað bindast saman
Eg hitti Osvu á Skansanum í Stockholm. Hon starvast har sum savnslærari, og ein av arbeiðsuppgávunum er at vera klødd í gomlum klæðum og sita í gomlu húsunum og siga frá, hvussu lívið var fyrr í tíðini [...] skal lýsast. - Fyri einari viku síðani høvdu vit "Ull" sum tema her á Skansanum. Tá vísa vit, hvat kann gerast burturúr ull, og hvussu tað verður gjørt, sigur Osva. Osvu dámar væl at binda og gongur eisini [...] eisini til Frakland og Suðuramerika, áðrenn hon byrjaði at lesa í Svøríki. Osva hevur starvast fast á Skansanum síðani 2003. Hon hevur útbúgving innan antropologi, etnologi og tekstilsøgu og hevur eisini
upp í Havn, tá ið Cafe Natúr lat upp niðri á Áarvegnum. Nú eru vit komin so langt, at tann fyrsta PC-Kaféin er latin upp í høvuðsstaðnum. 18 brúkarateldur Á eini PC-Kafé ber til at koma inn og leiga sær [...] hugurin er til tess. OrBits, sum nýggja PC-Kaféin eitur, lat upp í gjár í snotuligum hølum oman á Rokkjallaranum á Tinghúsvegi 40. Inni í hølunum hjá OrBits eru 18 brúkarateldur. Tíggju teirra standa við eitt [...] hava allar ein 350 mhz processor, sum tað eitur á fakmáli. Hesar teldurnar eru serliga ætlaðar til tey, sum leiga sær eina við tí endamáli at fara at rógva út á internetinum. Sjálvandi kunnu hesar teldurnar
bæði ógvuliga dýrt og leggur samstundis eitt sera stórt trýst á Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn, har talið á gistingum er ógvuliga nógv vaksið hesi seinastu árini, so at hotellið nú mangan stendur [...] at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu læknarnir hava skilt kunngerðina um at sjúklingar kunnu hava fylgjarar við. Kunngerðin, sum nú er í gildið, er ikki so eintýtt og hvussu hvør lækni skilir hana, veldst [...] treytirnar fyri at fáa fylgjarar við verða ásettar. Vaksin fólk ongan fylgjara Bill Justinussen sigur, at meginreglan verður, at peningurin, sum Løgtingið á hvørjum ári játtar til serviðgerð uttanlands, skal fyrst
til tíðarrákið, vísir Katrin Næs á. Men Katrin Næs er als ikki samd við fólki, ið siga seg duga nógv betri at skriva danskt ella enskt enn føroyskt. Hetta heldur hon fólk siga, tí tey ikki hava nóg stóran [...] í mestan mun mett eftir, hvussu væl næmingarnir duga at greina ávísan tekst og orða seg væl. Katrin Næs, ið er studentaskúlalærari í føroyskum, limur í málnevndini og ráðgevi á UMMS, heldur, at kanning [...] stóran kunnleika til hesi bæði mál, og tí halda tey seg duga væl at orða seg á hesum báðum málum. Mugu stremba ? Fólk eiga at stremba eftir at skriva væl føroyskt. Tá rithøvundar skriva bøkur, skriva teir
Høvuðsleikurin var tann um, hvussu ruskið skal skiljast, har tey á sera einfaldan og viðkomandi hátt vildu læra hósvíkingar og annað gott fólk, sum saman var komið, hvussu ymiska ruskið skal flokkast. [...] ruddingini hendan dagin, tí nógv rusk var at finna, eitt nú á sandinum, ikki meira enn eina viku eftir ruddingardagin. Tó skal sigast, at tað meira enn so kann vera slíkt, sum rikið er upp á ferð suður ella norður [...] evnisvikuni um umhvørvi. Tey høvdu tikið myndir og sett saman á teldu, sum so aftur varð víst á skíggja í stovuni. Og her var ymiskt, sum eigur at fáa fólk at hugsa seg um. Tí tey vóru bersøgin, hesi ungu fólkini
sum ávísir í góðum - eg tori ikki at siga tað - stíli júka niður í fólk bæði her og har. Tað er júst júk, sum hatta, ið oyðileggur so nógv í kjaki, sum annars kundi verið gott og gagnligt. Tað hevði verið [...] tíðum, at fólk við solidariskum hugsunarhátti stinga høvdini saman ikki bara at verja vælferðarsamfelagið, men fyri at bøta um tað, tí tástani kunnu vit menniskju siga, at fólkið er frælst. Einki fólk er frælst [...] harmast, tá órættur er gjørdur móti øðrum t.d. tjóðveldismonnum o.s.fr. Tú harmast eisini um, at summi fólk skilja ikki boðskap Javnaðarfloksins, sum tú óivað kundi fylgt, um flokkurin dugdi betur at bera boðskap
nøvn verða altíð nevnd við virðing. Skúlans fólk fara altíð at nevna Svenning Tausen við virðing. Fólk, sum geva okkara máli ans og viðurkenna, hvussu nógva røkt, tað krevur, fara altíð at nevna Svenning [...] orðabókina, hann totaðist við eitt stórverkið fyri og annað eftir, vísti okkum á veikleikar í tekstunum, og hvussu teir kundu verða bøttir. Ótroyttiliga arbeiddi hann. Stórverkið um Tjóðveldissøguna [...] Dýrmett er minnið um farnan vin. Ein blíð glæma frá setandi sól, sum varliga og sorgblítt stavar á hjartað. Nakað soleiðis tekur ein ameriskur yrkjari til. Og nú gamli vinmaðurin legði hesa seinastu illgongdu
sum eg sigi. Ikki sum eg geri.” Men sjálvandi gera fólk ikki tað. Tað telur nógv meira, hvat vit gera, hvussu vit gera tað – og fyri hvønn. Tað sigur nógv um, hvørji vit eru sum menniskju. Arbeiðslívið hevur [...] Heiðunum, hevur síðani august 2022 verið stjóri á Hotel Djurhuus. Í grundgevingin hjá dómsnevndini varð millum annað sagt: Gjøgnum nógv ár hava starvsfólk á Almannaverkinum havt eitt gott og tætt samband [...] arbeiðsførleika ein møguleika at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum. Hon hevur frá sínum fyrsta arbeiðsdegi innan hotell-vinnuna verið jalig í samstarvinum við starvsfólk á Almannaverkinum í samband við at hjálpa
Gina gumma uppi á Fløtti hevði fingið eina heilsu á vegnum. Tey vóru altíð nógv fólk í Heimistovu. Nú er tómt! Fyri trimum árum síðani prátaðu Øssur Hovland og eg ein góðveðursdag umborð á Smyrli um stóru [...] Póli og Jóannes á Váli høvdu nógv samband við bóndan á Fellu á Finnifjørðinum, sum teir handlaðu við. Vit høvdu koyrt framvið Finnifjørðinum uttan at gáa nakað um hetta. Tá ið vit vóru á veg suður aftur [...] leyp á Russland. Tað mundi taka sína tíð, áðrenn tey tíðindini rukku til Føroyar og Svínoyar. Tað er nógv broytt. Nú situr Sunnva Asano ella Sunnva á Geilini yviri í Japan og fylgir við í, hvussu svínoyingar