Nú opnar OrBits

Fyri umleið tveimum mánaðum síðani skrivaðu vit í Yngd um, at ein nýmótans PC-Kafé fór at lata upp í Havn, og nú er dagurin so komin

Tað eru ikki meiri enn sjey ár síðani, at tann fyrsta veruliga kaféin lat upp í Havn, tá ið Cafe Natúr lat upp niðri á Áarvegnum. Nú eru vit komin so langt, at tann fyrsta PC-Kaféin er latin upp í høvuðsstaðnum.


18 brúkarateldur

Á eini PC-Kafé ber til at koma inn og leiga sær eina teldu í eitt ávíst tíðarskeið. Sum navnið eisini sigur, so ber somuleiðis til at keypa sær ein kaffimunn, eina sodavatn og okkurt søtt afturvið, um hugurin er til tess.

OrBits, sum nýggja PC-Kaféin eitur, lat upp í gjár í snotuligum hølum oman á Rokkjallaranum á Tinghúsvegi 40. Inni í hølunum hjá OrBits eru 18 brúkarateldur. Tíggju teirra standa við eitt avlangt borð, fimm hvørju megin, og hesar tíggju teldurnar hava allar ein 350 mhz processor, sum tað eitur á fakmáli. Hesar teldurnar eru serliga ætlaðar til tey, sum leiga sær eina við tí endamáli at fara at rógva út á internetinum. Sjálvandi kunnu hesar teldurnar eisini nýtast til at spæla við, og tær eru eisini útgjørdar við øllum teimum forritum, sum restin av teldunum eru.

Ætlanin er eisini, at hesar áðurnevndu tíggju teldur kunnu eitt nú nýtast til ymiskt skeiðvirksemi, har ymiskar fyritøkur og stovnar kunnu leiga seg inn í hølini hjá OrBits og hava skeið fyri starvsfólki sínum har.

Hinar átta teldurnar standa við tvey rund borð - fýra við hvørt borðið. Hetta eru tær teldurnar, sum eru serliga ætlaðar til at spæla við. Tær hava allar 400 mhz processor, so at tær arbeiða sera skjótt. Um fýra brúkarar sita við sama borð, so ber til at spæla okkurt spælið, har man kappast ímóti hvørjumøðrum.

Felags fyri allar teldurnar er, at tær hava ein 17 tumma skíggja.


Stendur í 800.000 krónum

Nú tá ið OrBits er latið upp, standa hølini og útgerðin eigarunum í sløkum 800.000 krónum. Hetta ljóðar sum ein øgilig rúgva av peningi, men tað er tað ikki, tí í veruleikanum skuldi telduútgerðin kosta væl meiri. Tað eydnaðist tó stigtakarunum at fáa teldufyritøkuna Siemens í samstarvi við Formula Xerox at stuðla tiltakinum, so at OrBits hevur fingið útgerðina fyri ein munandi minni prís enn vanligt er.

Somuleiðis hava stigtakararnir arbeitt nógv við síðurnar av sínum vanliga arbeiða fyri at fáa OrBits upp at standa, og hetta hava teir ikki fingið nakað løn fyri.

Fýra av privatpersónunum aftan fyri OrBits arbeiða allir á einum almennum stovni í høvuðsstaðnum, og teir eru samdir um, at tað ikki ber til at hava og reka eina slíka kafé, samstundis sum man hevur eitt vanligt arbeiði. Tískil verður helst eitt fólk sett burturav til at taka sær av rakstrinum av OrBits.


Stórur áhugi

Stigtakararnir til OrBits siga, at fólk hevur sýnt kaféini stóran áhuga. Fleiri hava ringt og spurt, nær teir lata upp, hvussu útgerðin er, og hvat tað kemur at kosta.

Somuleiðis hevur onkur klaksvíkingur vent seg til teirra við tí í huga at fáa vegleið í sambandi við, at hesin ætlar sær at lata eina líknandi kafé upp í Klaksvík. Nær hetta verður, veit eingin at siga, men tað átti at verið grundarlag fyri eini slíkari kafé næststørsta býi í landinum.

Tað er einki at ivast í, at serliga ungdómurin fer at hava stóran áhuga fyri OrBits, og tað verður spennandi at síggja, hvussu stóra undirtøku kaféin fær frá almenninginum.