Føroyskt skal kannast

Katrin Næs, ráðgevi í Føroyskum á UMMS, heldur, at vit eiga at kanna, hvussu væl føroyingar duga at skriva føroyskt. Ikki fyrr enn tá finna vit út av, hvussu frálæran í føroyskum kann betrast

? Vit vita rætt og slætt ikki, um føroyingar sum heild duga væl ella illa at stava føroyskt. Skrivlig avrik frá studentaskúlanæmingum verða í mestan mun mett eftir, hvussu væl næmingarnir duga at greina ávísan tekst og orða seg væl.

Katrin Næs, ið er studentaskúlalærari í føroyskum, limur í málnevndini og ráðgevi á UMMS, heldur, at kanning eigur at verða gjørd um, hvussu væl føroyingar sum heild duga at skriva føroyskt. Eftir hennara tykki, er hetta frægasta loysnin at finna út av, um føroyingar hava trupulleikar við føroyska skriftmálinum somuleiðis, sum hetta er frægasta loysnin at finna út av, hvat kann gerast fyri at betra um frálæruna í føroyskum.


Mugu samstarva

Katrin Næs heldur, at næmingar eiga at duga at skriva grundleggjandi føroykst, tá teir eru lidnir við fólkaskúlan. Men hon vísir á, at hetta tíðverri ikki í nóg stóran mun er veruleiki. Nógvir næmingar duga nevniliga ikki nóg væl at skriva føroyskt, tá teir koma úr fólkaskúlanum í studentaskúlan.

? Rætta loysnin at loysa hendan trupulleikan er ikki, at studentaskúlalærarar finnast at fólkaskúlalærarum fyri ikki at duga nóg væl føroyskt. Heldur ikki skulu studentaskúlalærarar finnast at fólkaskúlalærarunum fyri ikki at duga nóg væl at læra frá sær í føroyskum. Heldur eiga studentaskúlalærarar og fólkaskúlalærarar at samstarva um frálæruna í føroyskum.

Katrin Næs heldur ikki, at vit eiga at finnast at fólkaskúlalærarum fyri ikki at duga føroyskt. Men hon vísir á, at tað er óheppi, at ávísir fólkaskúlalærarar, ið ikki eru serliga stinnir í máli, verða settir ? kanska móti teirra vilja ? at undirvísa í føroyskum heilt upp í tíggjunda flokk.


Skal ikki vera heilagt

? Er tað veruliga so, at føroyingar hava ov torført við at læra at skriva føroyskt, eiga vit at seta okkum niður og kanna, um málið í ávísum førum veruliga er ov torført. Málið skal nevniliga ikki vera so torført, at tað ikki ber til at gera broytingar og laga málið til tíðarrákið, vísir Katrin Næs á.

Men Katrin Næs er als ikki samd við fólki, ið siga seg duga nógv betri at skriva danskt ella enskt enn føroyskt. Hetta heldur hon fólk siga, tí tey ikki hava nóg stóran kunnleika til hesi bæði mál, og tí halda tey seg duga væl at orða seg á hesum báðum málum.


Mugu stremba

? Fólk eiga at stremba eftir at skriva væl føroyskt. Tá rithøvundar skriva bøkur, skriva teir umaftur og umaftur, til málið situr nóg væl. Hesum eiga vit eisini at leggja okkum eftir í so stóran mun, sum til ber, sigur Katrin Næs. Hon vísir samstundis á, at ymsar stíllegur eru fyri føroyska málið, eins og fyri onnur mál, og hóska ávísar stíllegur betur til ávís skrivlig avrik enn aðrar.

Men skal skúlaverkið gera meira við at læra næmingarnar føroyskt, heldur Katrin Næs, at kanning eigur at verða gjørd, so finnast kann út av, hvar trupulleikin liggur. Ikki fyrr enn tá ber til at finna út av hvar og á hvørjum stigi setast skal inn. Heldur ikki fyrr enn tá, heldur Katrin Næs, at tað fer at bera til at finna røttu amboðini og røttu arbeiðshættirnar at betra um førleikan hjá føroyskum skúlanæmingum í móðurmálinum.

? Eftir kanningina fer nevniliga at bera til at leggja eina undirvísingarætlan í føroyskum fyri alt skúlaverkið, sigur Katrin Næs.