Serviðgerð uttanlands
Føroyskir sjúklingar, sum verða sendir uttanlands at fáa serviðgerð, sleppa nú ikki longur at hava fylgjarar við í sama mun sum higartil.
Ì familju- og heilsumálaráðnum hava tey seinastu tíðina arbeitt við eini nýggjari kunngerð um fylgjarar og Bill Justinussen, landsstýrismaður, sigur, at hendan kunngerðin kemur í gildi fyrsta dagin.
Tað hevur mangan verið frammi, at føroyingar, sum koma soleiðis fyri, at teir verða sendir uttanlands at fáa serviðgerð, hava ógvuliga góðar sømdir at hava fylgjarar við fyri landskassans rokning.
Hetta er bæði ógvuliga dýrt og leggur samstundis eitt sera stórt trýst á Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn, har talið á gistingum er ógvuliga nógv vaksið hesi seinastu árini, so at hotellið nú mangan stendur at bresta av fólki sum gistir, eisini av fylgjarum.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu læknarnir hava skilt kunngerðina um at sjúklingar kunnu hava fylgjarar við.
Kunngerðin, sum nú er í gildið, er ikki so eintýtt og hvussu hvør lækni skilir hana, veldst um eyguni, ið lesa.
?Summir læknar hava gingið nágreiniliga eftir lógarinnar bókstavi, men aðrir læknar hava tulkað kunnerðina øðrvísi og eru skjótari at loyva fylgjara við.
?Sostatt kann tað koma fyri, at ein sjúklingur við eini ávísari sjúku, sleppur at hava bæði ein og tveir fylgjarar við, men ein annar sjúklingur í somu støðu, ikki sleppur at hava fylgjara við.
Bill Justinussen heldur ikki at hetta er rætt og tí verður kunngerðin broytt fyri at geva øllum somu sømdir so frægt sum tilber.
?Talan er um ein almennan kassa og tí mugu vit tryggja, at øll fáa somu sømdir.
Tí kemur nýggj kunngerð í gildið í næstu framtíð, har tað treytirnar fyri at fáa fylgjarar við verða ásettar.
Vaksin fólk ongan fylgjara
Bill Justinussen sigur, at meginreglan verður, at peningurin, sum Løgtingið á hvørjum ári játtar til serviðgerð uttanlands, skal fyrst og fremst júst brúkast til geva sjúklingum serviðgerð fyri og ikki til ferðaútreiðslur og gisting hjá fylgjarum.
? Og tað sigur seg sjálvt, at jú meiri peningur av játtanini, ið verður brúktur til fylgjarar, jú minni peningur er eftir til læknaliga viðgerð.
Bill Justinussen sigur, at eftir nýggju kunngerðini verður meginreglan tískil tann, at vaksin fólk fáa ikki fylgjara við.
?Vit halda, at tað er fult forsvarligt, at vaksnir sjúklingar yvirhøvur verða sendir avstað einamallir, tí á Hotel Tórshavn er tænastan góð, har útbúnar sjúkrasystrar eru um sjúklingarnar.
Landsstýrismaðurin leggur tó afturat, at hinvegin verða møguleikarnir hjá børnum at fáa fylgjarar við, øktir.
?Sum er, kunnu børn upp til 16 ár, fáa fylgjara við. Eftir nýggju kunngerðini kunnu børn upp til 18 ár, fáa fylgjara við.
Landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum leggur tó dent á, at undantøk kunnu altíð gerast, so at børn, undir ávísum umstøðum, kunnu hava meiri enn ein fylgjara við, eitt nú bæði foreldrini.
? Læknaliga kann tað eisini í ávísum førum verða gagnligt fyri sjálva viðgerðina hjá vaksnum fólki at fáa fylgjara við, kanska hjúnafelagan, og undir slíkum umstøðum kunnu eisini undantøk gerast.
Leiðslan tekur avgerð um hýruvogv
Annars eru eisini broytingar gjørdar í møguleikanum hjá sjúklingum, sum gista á Hotel Tórshavn, at leiga hýruvogn.
Bill Justinussen sigur, at tað skerst ikki burtur, at tað hevur verið ein ávís misnýtsla á hesum øki.
Tí hevur leiðslan a Hotel Tórshavn fingið heimild at meta um, hvør hevur hýruvogn fyri neyðini og, hvør ikki hevur.
? Tað skal gerast eftir eini fakligum metingum og tað er leiðarin skikkaður til, tí hon er sjúkrasystir, sigur landsstýrismaðurin í familju- og trivnaðarmálum.