teimum frá, hvat nú fer at henda, og hví Sosialurin er komin at vitja. Vit byrja við, at Kristina greiðir frá túrinum. - Tað eru fýra liðir í vinarbýarsamstarvinum. Og skúlabarnaferðir er so ein av teimum [...] verða fullir í aktiviteti, og ongin tíð skuldi vera til yvirs, so nakar fór at keða seg. - Tað er altíð gott, tá børn eru aktiv og hava nógv um at vera. Men tað var kanska eitt sindur ov nógv av tí góða [...] vóru tey ikki so fegin um, sigur Kristina og smílist við. Tey sluppu eisini eina ferð út um skergarðarnar, og tað var ein sera áhugaverdur túrur. Ongin fótbóltur Næmingarnir byrja nú so smátt at blanda seg
til at biðja um eina samrøðu við forsætisráðharran. Henderson fór nú til forsætisráðharrin og gramdi seg um tað valdandi óskilið, at amerikumenn vórðu illa viðfarnir í Iran, og eitt nú uppringdir og [...] tann einasti av monnunum rundan um Mossadegh, sum var ættaður frá Muhammed profeti. Í dag er ein av høvuðsgøtunum í Teheran uppkallað eftir honum. Um Mossadegh sjálvan er at siga, at hann fekk trý ára fongsul [...] at ognartaka tað enska oljufelagið Anglo-Iranian. Atburðurin hjá Bretlandi yvir av hesi avbjóðing er áhugaverdur sum dømi um eitt hjálandapolitiskt paradigma. Mangir bretar, teirra millum serliga høgravendir
ella onnur siga. -Men er ikki talan um hastverk frá tíni síðu? -Tað er beint tvørturímóti. Tosað hevur verið um hetta málið tey seinastu 20 árini. Tað hava verið uppskot frammi um hetta. Eg havi tosað við [...] tosa um sjálva skipanina fyri tingið, so er tað so upplagt, at eg leggi hetta fram. -Men nú hetta kemur so tvørt fyri í samgonguni, er tú so ikki við til at seta ein kíla inn í eina samgongu tú er partur [...] eisini tað er rætt av løgmanni at halda fast um at hava valið 19. januar. Hvørja viðmerking hevur Edmund Joensen til, at formenninir í samgonguflokkunum eru samdir um uppskot frá løgmanni um, at koyra uppskotið
eisini beinanvegin, um henda ávísa bók í løtuni er útlænt og um so er, nær tú kanst lána hana ? hvar í røðini tú í fall stendur. Hetta kann spara nógva og drúgva bíðitíð. Fyrispurningar um allan heim Eitt [...] víða sum frá nýrasjúkum um Japan undir seinna heimsbardaga til alt um Barbaru. Dagbløðini á mikrofilmi Ein onnur tænasta, ið lættir um hjá teimum vitjandi, er, at øll dagbløðini nú eru at finna á mikrofilmi [...] eitt vælsignilsi Sum nevnt er stór orka løgd í at leggja bókaheitini inn á telduskipan. Hetta hevur bøtt munandi um leitimøguleikarnar, eins og hetta hevur lætt avgerandi um. Nú ber til at finna nágreiniliga
føri er tað ein plastik-kubbi. Og teir eru vandir við, at hetta er nakað, sum er vert at stríðast fyri. Tú kanst kanska siga, at vit snýta hundarnar, men tað er so tað. Kanna so nógv sum gjørligt Um sjálvan [...] hann er til arbeiðis, tá vit eru úti, og so skal hann ikki órógvast. Tað er júst sum hjá okkum øðrum, ið helst vilja hava frið, tá vit royna at savna tankarnar um okkurt. Og at hann er fittur, er einki [...] løgið, men nú er tað ikki nakar heilt vanligur hundur, sum Jónleif Sólsker tekur sær av, men hasj-hundurin hjá tollvaldinum, Jet. Jet er ein blandingur millum spaniel- og labradorslagið, og tað er ikki bara
symfoniorkestur tónleikin, og í dag er alt innspælt aðrenn, og tað einasta, ið er live, eru røddirnar. - Tað góða við Eurovision er hugnin og sjálvandi tónleikurin. Rákið er eisini, at londini taka kappingina [...] Inna Tørnroos er búsitandi í Stockholm, og har er sum vera man eisini áhugi fyri Grand Prixnum, sum í ár verður hildið í Malmø. - Grand Prixið er ógvuliga stórt í Svøríki, men í grundini er áhugin fyri lokalu [...] nir fylgja væl við kappingini, nú Svøríki er vertur. - Sjálv haldi eg, at tað er keðiligt, at kappingin ikki verður hildin her í Stockholm, men rætt skal verða rætt. Nú stóð Malmø fyri tørni at verða vertur
eisini til at fremja batar, um hildið verður, at tað er neyðugt. Sofus sigur, at ein slík skipan sum TrawlCam er eitt “must”, sum hann tekur til, umborð á hvørjum trolara. - Áhugi er eisini fyri skipanini í [...] ljósini drivin við generatori, sum brúka olju, og í aðrar mátar er talan um keyptan streym frá veitarum. Ikki minst, nú toskaalingin mennist, er hesin tørvur serliga stórur. Toskaalarar brúka nevniliga 10 [...] vit hava fingið somu afturljóð aðrastaðni, har hon er seld. Við okkara skipan kunnu vit dekka ein tørv, sum er allastaðni kring heimin, har trolvinna er, leggur Sofus Gregersen aftrat. TrawlCam-skipanin
føroysku landgrunnunum, heilt stutt frá landi. Hetta var um at troka føroysku útróðrarmenninar burtur. Seinni, í 1960 árunum, tá føroyingar langt um leingi tóku stigið at seta fiskimarkið longur út, bannaðu [...] varauttanríkisráðharrin Tony Lloyd týsdagin kom til Vágar við einum serligum RAF flogfari, ber boð um, at tað nú er meiningsfult samskifti millum hesi bæði londini. Danska avgerðin í 1992 at handa føroyska l [...] sendinevndini?. Tað er sjálvsagt lætt at vera kyniskur viðvíkjandi bretska ?sjarmuoffensivinum?, vit nú kunnu vænta okkum, og staðfesta, at hon kanska eisini fer at rigga. Hetta verður, um føroyingar stara
høgra, vinstra og høgra tað er rætta parið. Nú er tað væl, øll eru sæl, til heljar klandrið farið. (Bassarnir við seigligari megi): Frelstu Frælsu Føroyar. Góða nátt og sov nú so gott, góði Jógvan." Kærar [...] -Nei, góðin, eg kenni H, hann er so avbera klókur, hevur eitt forsligið høvd. Men um hendan sama bókormin verður sagt, at hann er so klókur, at honum nýtist einki høvd. Satt er tað, H veit nógv, og hann líkist [...] lampuna hjá Aladdin? Rætt er tað, at hann, sum leitar, hann finnur, men tað er neyðugt at vita, hvat leitast skal eftir, um ikki alt skal enda í einum hurlivasa. Jú, skrivandi maður er hesin H og tað við lít
halgidag, langt áðrenn kirkjuklokkan boðar frá gudstænastu, er Karl Hendriksen til reiðar. Heima hevur hann vant sálmarnar, sum skulu syngjast henda dagin: Fýra, um tað er deknagudstænasta. Fimm, um prestur [...] sálmabókini er eitt yvirlit yvir sálmar, ið kunnu verða sungnir eftir 1. ella 2. tekstarøð. Skipanin er so, at í ár verða tekstirnir eftir 2. tekstarøð, tí vit hava eitt líkaár, 2010. Her í Mikladali er tað Karl [...] sangurin “Nú takki Gudi øll” er ein fantastiskur sangur, slær Karl fast. Tað er eisini so, at ein gamal sálmur kann fáa eitt nýtt lív við einum nýggjum lagi. Karl vísir her til sálmin “Kirkjan hon er eitt gamalt