-Løgmaður skal halda fingrarnar vekk, og Marius Dam sleppur ikki at forhála málið um Føroyar sum eitt valdømi. Tað verður koyrt ígjøgnum tingið sum øll onnur mál og ikki sum samgongumál sigur Edmund Joensen, tingformaður við Portalin. Hetta er eitt tingmál og ikki eitt landsstýrismál. Edmund Joensen, tingformaður ætlar sær ikki at rætta seg eftir formanninum í Rættarnevndini, sambandstingmanninum Marius Dam, sum við útvarpið fyrr í dag rør framundir, at málið um Føroyar sum eitt valdømi skal kannast fyrst ella sum tingformaðurin skilur hann ? forhálast, soleiðis at tað ikki kemur ígjøgnum í hesi tingsetuni. -Tað kemur ikki uppá tal sigur Edmund Joensen við Portalin, og vísir hann harvið aftur, at hetta uppskotið fer at fáa aðra viðferð og viðgerð enn onnur mál, sum verða løgd fyri tingið.
Ì farnu viku segði Edmund Joensen í samrøðu við Sosialin, at ætlaðu tingmenn sær at forhála málið, so sluppu teir ikki tað. Málið fór at fáa somu viðgerð sum onnur tingmál. Og hesi orðini stendur tingformaðurin rimmar fast við. Eisini vísti hann á, at hetta ikki er eitt mál av slíkum slag, at tað nýtist øðvísi og eyka viðgerð enn onnur mál. ?Marius Dam vil forpurra hetta málið, men tað sleppur hann ikki. Málið fer at eina vanliga viðgerð sum øll onnur tingmál endurtekur tingformaður avgjørdur.
-Hvør er betri til at viðgera karmarnar rundan um demokratiiið enn tingið sjálvt spyr hann og leggur aftrat: Púra frítt av øllum samgongum og bindingum. Vit hava einki annað organ, sum kann gera hetta enn løgtingið.
Hóast ábreiðslurnar skola niður yvir tingformannin í hesum døgum, har hann verður skuldsettur fyri at vera ódemokratiskur og seta kílar í samgonguna, so er tingformaðurin ikki til at vika. ?Eg havi breiðan rygg, og eg ætli, at hetta málið skal koyrast ígjøgnum uttan mun til, hvat samgongumenn ella onnur siga.
-Men er ikki talan um hastverk frá tíni síðu?
-Tað er beint tvørturímóti. Tosað hevur verið um hetta málið tey seinastu 20 árini. Tað hava verið uppskot frammi um hetta. Eg havi tosað við allar flokkar á tingi og fingið tey signal, at tað er í lagi at eg leggi hetta fram, tí flokkarnir fáa sum so ikki gjørt tað. Eg havi eisini avstemmað hetta við løgmann og landsstýrismannin, sum hevur málið um hendi. So eg havi einki útistandandi í hesum máli. At so persónar sum Marius Dam og aðrir vilja sabotera tað við øllum midlum, tað fái eg ikki gjørt annað við enn at halda fast við mítt. Tingviðgerðina sleppa teir ikki at sabotera. Eg havi átikið mær hesa ábyrgd, tí eg skal vera tann neutrali løgtingsformaðurin, sum skal arbeiða fyri alt tingið. Serliga tá vit tosa um sjálva skipanina fyri tingið, so er tað so upplagt, at eg leggi hetta fram.
-Men nú hetta kemur so tvørt fyri í samgonguni, er tú so ikki við til at seta ein kíla inn í eina samgongu tú er partur av?
-Tað er júst ætlanin, at hetta skal ikki vera eitt samgongumál. Tað skal vera eitt mál fyri tingið. Men nú eru tað samgongumenn, sum vilja hála tað inn í samgonguna og gera tað til eitt problem.
Edmund Joensen vísir á, at løgmaður og leiðarin fyri samgonguna hevur sjálvur tikið málið upp og harvið gjørt tað til eitt samgongumál. Sjálvur bað hann løgmann lata vera.
-Har ger hann eitt stórt mistak. Tí hann eigur at lata tingið arbeiða við málinum. Tað er tingið, sum hevur lagt tað fram, og tað er tingið, sum eigur at viðgera tað. Løgmaður eigur ikki at draga tað inn í samgonguna. Hann eigur heldur at loysar teir trupulleikar, sum samgongan hevur, og tað er ríkiligt av teimum.
-Sigur tú harvið at løgmaður hevur eingi mál loyst?
-Hann hevur nógv stórmál eftir at loysa. Henda samgongan hevur loyst góð mál, eitt nú hava vit ruddað upp í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Vit hava eisini fingið gjørt nógv gott í samfelagnum. Men tað eru nógv stórmál fyri framman.
-Men legði løgmaður seg ikki út í málið, so varð jú møguleiki fyri, at samgongumenn løgdu fram uppskot um nýval, og so datt títt uppskot á gólvið og møguleikin at loysa stórmálini tú nevnir. Skilur tú so ikki løgmann, at hann vildi forða fyri einum nývali?
-Teir hótta við nývali. Teir vilja brúka allar midlar, og so leingi onkur hopar undan, og teir síggja, at tað hjálpir, so blíva teir við.
Edmund Joensen heldur ikki vandi er fyri nývali, tí 19 tingmenn hava sagt frá, at teir fara at atkvøða fyri uppskotinum um Føroyar sum eitt valdømi. Tí fara teir neyvan at fella verandi uppskot við at atkvøða fyri nývali.
-Skal eg mæla løgmanni til nakað, so er tað at lata tingið fáa frið at viðgera hetta málið, soleiðis sum tað er lagt fram. Tað er tingið, sum hevur lagt tað fram og ikki landsstýrið. Heldur eigur løgmaður at syrgja fyri, at samgongan prógvar fyri veljarunum nú, at hon er før fyri at leggja eina skilagóða fíggjarlóg við eini skilagóðari raðfesting fram, soleiðis at vit kunnu prógva, at henda samgonga er verd at halda fram til eitt komandi val.
Tingformaðurin heldur eisini tað er rætt av løgmanni at halda fast um at hava valið 19. januar.
Hvørja viðmerking hevur Edmund Joensen til, at formenninir í samgonguflokkunum eru samdir um uppskot frá løgmanni um, at koyra uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi ígjøgnum nú men broyta tað, so tað ikki fer at virka fyrr enn eftir næsta val.
-Eg má endurtaka, at hetta er eitt tingmál, og eg haldi løgmaður skal halda fingrarnar langt vekk frá hesum máli.
Sjálvur veit Edmund positivt, at teir einstøku tinglimirnir í samgonguflokkunum, hava ikki givið til kennar, at teir fara at taka undir við semjuuppskoti løgmans, hóast formenninir siga seg stuðla tí. ?Sambandsflokkurin viðgjørdi tað, og hann segði, at tingið hevði málið til viðgerðar, og at tað sostatt ikki var samgongan, sum avgjørdi tað.
-Eg fari ongantíð at ganga frá eini avtalu í tinginum við allar flokkar at leggja hetta uppskot fyri tingið, og at tingið frítt skal viðgera tað, og ístaðin gera eina aðra avtalu við samgonguflokkarnar. Tað ber ikki til. Tá havi eg ikki hildið orð sigur Edmund Joensen at enda við Portalin.
Les greinina ?Edmund er í ferð við at spreingja samgonguna?<a>









