Hendan vikan er Grand Prix vika. Stóra Eurovision sangkappingin er á skránni fyri 58. ferð, og Malmø í Svøríki er vertur fyri kappingina, har 39 europeisk lond hava sent umboð at syngja eina sang.
Meiningarnar um Grand Prixið eru nógvar, og fordómarnir trívast væl. Alt er reint fjant og fjas, siga summi, meðan onnur veruliga dyrka og droyma um Grand Prix. Og onkrastaðni ímillum hesi finnist stóra fjøldin, sum hyggur og lurtar og kjakast um Grand Prixið.
Í øllum førum siga sjónvarpshyggjaratølini, at áhugin fyri Grand Prixnum er stórur. Upp í 600 milliónir fólk hava okkurt árið fylgt kappingini í sjónvarpi, og eftir at kappingin eisini hevur verið stroymað á netinum, hava túsundtals hyggjarar í fjarskotnum londum eisini fylgt við Grand Prixnum.
Hugni
Kristian Joensen í Klaksvík er Grand Prix fjeppari og fylgir væl við kappingini. Honum dámar væl hugnan, sum hann setur í samband við Eurovision kvøldini.
- Eg minnist Eurovision aftur frá fyrst í 80’unum og eg seti tað í sambandi við góðan fólksligan, og serliga væl minnist eg, tá Herrey's vunnu í 1984. Tað var ein sovorðin hugni yvir Grand Prix kvøldunum, og eg seti tey í samband við livandi ljós, okkurt gott at eta og so ta spennandi tónleikakappingina, sigur Kristian Joensen.
- Eurovision finalurnar tá vóru nógv hugnaligari, enn tær eru í dag, tí spældi eitt flott symfoniorkestur tónleikin, og í dag er alt innspælt aðrenn, og tað einasta, ið er live, eru røddirnar.
- Tað góða við Eurovision er hugnin og sjálvandi tónleikurin. Rákið er eisini, at londini taka kappingina seriøst aftur, og til dømis hevur Bretland sent Bonnie Tyler, Holland Anouk og Týskland Cascada. Norðurlond hava eisini seriøsar undankappingar og senda altíð virðilig umboð avstað.
- Tað árið, tá ið Lordi vann, hevði eg hug at gráta, og kappingin broyttist til tað verri eftir tað. Nú byrjar Grand Prixið at líkjast sær sjálvum aftur, fleiri av londunum velja eisini at syngja á teirra móðirmáli, og tað er ein serlig sjarma við tí.
- Í dag eru møguleikarnir við internetinum rættiliga stórir og eg havi hesaferð sæð fleiri av undankappingunum, og allir sangirnir, sum eru við í Svøríki, eru tráspældir í mínum heimi. Tað er næstan so, at eg eri troyttir av teimum, áðrenn finalan byrjar. Men enn eri eg ikki troyttur av danska og russiska sanginum, og vónandi vinnur annar teirra - helst móðir Danmark.
Festdagur
Føroyingar munnu verða millum tey fólkasløgini, sum fylgja lutvíst væl við í Grand Prixnum, men í okkara grannalondum verður eisini nógv gjørt burturúr – ikki minst í Íslandi.
- Grand Prixið er ein festdagur í Íslandi. Bæði tá ið tann íslendska kappingin verður hildin, og tá ið europeiska kappingin er, gera íslendingar sera nógv burturúr. Óteljandi Grand Prix veitslur verða hildnar, og tað merkist veruliga í býnum, at tað er Grand Prix, sigur Jógvan Hansen, sum er búsitandi í Reykjavík og hevur luttikið í íslendska Grand Prixnum fleiri ferðir.
- Eg haldi, at íslendingar hava ein herligan hugburð til Grand Prixið, tí teir vilja at njóta kappingina og hava tað gott, meðan teir fylgja við.
Journalisturin Inna Tørnroos er búsitandi í Stockholm, og har er sum vera man eisini áhugi fyri Grand Prixnum, sum í ár verður hildið í Malmø.
- Grand Prixið er ógvuliga stórt í Svøríki, men í grundini er áhugin fyri lokalu kappingini í Svøríki størri enn fyri europeisku kappingini. Men í ár merkist tað væl, at fjølmiðlarnir fylgja væl við kappingini, nú Svøríki er vertur.
- Sjálv haldi eg, at tað er keðiligt, at kappingin ikki verður hildin her í Stockholm, men rætt skal verða rætt. Nú stóð Malmø fyri tørni at verða vertur, sigur hon.
Suppa
Tónleikaranum Finni Koba dámar væl tankan um eina tónleikakapping, men hann heldur lítið um støðið í kappingini.
- Mær dámar væl grundhugsanina um eina tónleikakapping, sum sameinir evropeisku londini, sum í eitt kvøld sleppa at syngja við hvør sínum nevi. Tíverri er tað blivið soleiðis, at flestu nevini syngja vánaligt. Og øll syngja á enskum. Harvið undirgrevur kappingin sítt egna endamál um evropeiskt margfeldni, tí alt druknar í einari illa smakkandi bretskari suppu, heldur Finnur Koba.
- Tó so, fleiri varðar liggja eftir. Til dømis Waterloo hjá Abba, báðar 80'ara perlurnar hjá Johnny Logan, Diggi-loo Diggi-ley, og ikki minst mín favorittur, danska Dansevise hjá Grethe og Jørgen Ingmann.
- Men tað er vorðið langt millum snapsirnar. Og seinastu árini havi eg sløkt, tí eg vil ikki útseta míni oyru og heila fyri plastikk-tónleiki við líkasælum teksti. Tað er beinleiðis skaðiligt, heldur Finnur Koba.
Klichéir
Songkvinnan Malan Eyðunsdóttir heldur, at Grand Prixið er dekan ov lættisoppað.
- Eg havi ongantíð skilt, at summi fólk kunnu vera so stórir Grand Prix-fjepparar. Hóast onkrar perlur hava verið gjøgnum ár og dag, so hevur tað altíð verið dekan ov lættisoppað og kliché-kent. Serliga, nú nærum øll londini eru farin at syngja á enskum. Tað er ringt at hoyra, hvat lag kemur úr hvørjum landi, tí tey líkjast øll eftirhondini. Tað, haldi eg, er sera harmiligt, tí tað var avgjørt ein av sjarmunum við Grand Prix, at tú kundi hoyra upprunatónleikin og mentanina í løgunum hjá teim ymsu londunum, heldur hon.
- Eg skal tó viðganga, at eg ofta hyggi at Grand Prix, tá tað verður víst beinleiðis í sjónvarpinum. Og eg haldi tað vera sera undirhaldandi, tá onkur roynir at koma við onkrum eitt sindur provokerandi og stuttligum. Hóast Lordi úr Finlandi ikki vóru beinleiðis fantastiskir, so bleivst tú tikin á bóli. Hesu ferð haldi eg, at Montenegro høvdu eitt herligt íkast til semifinaluna, sigur Malan Eyðunsdóttir.
Finalan í Eurovision kappingini verður leygarkvøldið kl. 20.00.










