Hundalív fram um ítróttina

Fyri ein ídnan hondbóltsleikara og ?venjara man starvið sum landsliðsvenjari vera eitt hitt besta, tú kanst hugsa tær, men hjá Jónleif Sólsker varð hetta skúgvað til viks, tá tollvaldið lýsti starvið sum hundavørður leyst

Hundavørður

Sum fleirfaldur føroyameistari í bæði fótbólti, kappróðri og ikki minst hondbólti hevur havnarmaðurin Jónleif Sólsker verið eitt væl kent navn innan føroyskan ítrótt seinastu knappliga 20 árini. Sum ein royndastu leikarunum í landinum var tí heldur ikki annnað enn náttúrligt, at hann eisini fór at royna seg sum venjara, og heldur ikki her lá hansara partur eftir. Eitt meistaraheitið við StÍF umframt tvær ferðir at verða kosin sum ársins venjari, benda í øllum førum rætta vegin, og tá hann so fyri góðum ári síðani varð settur sum landsliðsvenjari hjá kvinnunum, tóktist alt ganga rætta vegin í so máta.
Men við eitt steðgaði alt upp.
Orsøkin til hetta var einfalt tann, at Jónleif heldur fór at passa hund.

Eitt dreymastarv
Hetta ljóðar kanska løgið, men nú er tað ikki nakar heilt vanligur hundur, sum Jónleif Sólsker tekur sær av, men hasj-hundurin hjá tollvaldinum, Jet.
Jet er ein blandingur millum spaniel- og labradorslagið, og tað er ikki bara sum at siga tað, at keypa ein slíkan. Prísurin er einar 250.000 kr., men tá er so øll uppvenjingin fyrsta hálva árið íroknað.
Sjálvur sigur Jónleif, at honum altíð hevur dámt hundar sera væl, og at hann tí ikki ivaðist, tá hesin møguleikin stóð sær í boði.
- Eg havi havt hund síðani eg var eini átta ára gamal. Hesir hava alla tíðina verið border-collies, og so við og við gjørdist hetta til eitt veruligt ítriv. Ikki minst eftir at BBC kom við nøkrum sendingum um seyðahundar, og hvussu væl hesir kundu venjast, greiðir hundavørðurin frá.
- Akkurát, hvat tað er, sum mær dámar so væl við hundum, er kanska ikki so lætt at siga. Kanska fyrst og fremst at teir eru trúfastir og stabilir, men yvir høvur er hundur eitt djór, sum mær altíð hevur dámt væl.
- Tí ivaðist eg ikki í at søkja starvið hjá Tollvaldinum, tá hetta varð lýst leyst, og tí ivaðist eg heldur ikki í at taka av. Heldur ikki hóast eg visti av, at hetta eisini innibar eitt farvæl til venjarastørvini. At verða løntur fyri at taka sær av einum hundi er ein fantastiskur møguleiki, og hendan vildi eg ikki missa, sigur hann.

Servandur
Tá talan er um at hava ein hasj-hund, er tað ikki bara sum at siga tað. Hóas Jónleif hevur fingist við hundar ígjøgnum nógv ár, so var hann fyrst á einum vikulangum skeiði í Danmark, áðrenn hann yvir høvur slapp at síggja Jet, og áðrenn teir báðir kundu fara til Føroya, vóru teir í fýra vikur á skúlabeinki í Svøríki.
Her hevði Jet tá longu verið í hálvt ár í einum serstøkum hundabýlingi í Sollefteå. Hetta er eitt stað, har hundar av alskyns slag verða servandir. Førarahundar læra at steðga við telefonboksir, ferðsluljós v.m.. Rehabiliteringshundar læra at ganga rørslutarnaðum fólki til handa o.s.fr. Her hevur Jet so sjálvandi eisini lært seg at leita eftir ymsum narkotiskum evnum, og millum annað hevur Jónleif til uppgávu at halda henda eginleika við líka.
- Vit eru eina ferð um vikuna við løgregluni og venja. Tá verður farið í ymsar bygningar her í Havn, sum vit hava avtalu um at leiga, og har narkotisk evni av ymsum slag eru goymd. Uppgávan hjá hundunum og okkum er so at finna fram til hesi, og eg haldi í hvussu so er, at vit hava funnið alt hvørja ferð.
Og tað er sjálvandi snoddið hjá hundunum, sum ger, at teir eru førir fyri at finna fram til ólógligu evnini. Hundar tevja 800.000 ferðir betri, enn vit menniskju gera, og tí skal sera lítið til, áðrenn teir kenna roykin av t.d. hasji.
At teir so gerast ídnir, tá teir kenna roykin av júst ólógligu evnunum, kemst heilt einfalt av, at tað er tað, sum teir eru vandir til, sigur Jónleif. Og hann avlívar samstundis mytuna um, at hesir hundarnir eru gjørdist til narkomanar, so teir finna evnini av neyð.
- Nei. Hatat er bara ein íspunnin søga. Aftur fyri at finna tað, sum vit leita eftir, fáa hundarnir eitt slag av virðisløn. Í mínum føri er tað ein plastik-kubbi. Og teir eru vandir við, at hetta er nakað, sum er vert at stríðast fyri. Tú kanst kanska siga, at vit snýta hundarnar, men tað er so tað.

Kanna so nógv sum gjørligt
Um sjálvan arbeiðsdagin sigur Jónleif, at teir eru sera skiftandi.
- Tað er mest soleiðis, at vit kanna tað, sum kemur inn í landi. Nakrar fastar vaktir hava vit ikki, tí fólk skulu jú ikki vita, nær vit eru hvar, men tað snýr seg um flogfør og skip, sum koma til Føroya úr útlandinum, og so plaga vit eisini at vera á Posthúsinum og leita.
- Mín leiklutur í hesum er einamest at fylgja við, hvat hundurin fær tevið av, og tá eg síggi, at okkurt er áfatt, skal eg so antin fáa hann at kanna málið nærri, ella fáa hann víðari, um tað t.d. er matur av onkrum slag, sum hann hevur fingið hug á. Slíkt skal hann nevnliga ikki lata seg órógva av, hóast tað kann vera trupult. Og so má eg eisini koma við eini áheitan til ferðafólk og onnur. Tað órógvar nevnliga eisini hundin, tá fólk vilja klappa og kína honum, men hann er til arbeiðis, tá vit eru úti, og so skal hann ikki órógvast. Tað er júst sum hjá okkum øðrum, ið helst vilja hava frið, tá vit royna at savna tankarnar um okkurt.
Og at hann er fittur, er einki at ivast í. Meðan vit soleiðis sita og práta, og myndamaðurin skal hava sínar myndir, er Jet ovurfegin um, at hann hevur fingið sætið á briksini í køkinum, heldur enn í kurv sínari. Og at myndatólið sendir bjart ljós út við jøvnum millumbili, tykist heldur ikki at nerva. Heldur tvørtur ímóti setur hann seg fleiri ferðir í nýggjar støður, soleiðis at júst rætta myndin kann fáast í kassan.
Tað er heldur ikki nakað at ivast í, at eigarin er góður við hundin. Ein hundur, sum kanska heldur eini 6-8 ár í yrkinum, men fyri tað tykist Jónleif ikki hava nakrar ætlanir um at sleppa sær av við Jet, tá arvtakari hansara eina ferð í framtíðini kemur til landið.
- Nei. Tað rokni eg so avgjørt ikki við. Tá má eg so bara hava tveir hundar. Ein pensionis og so ein vinnurføran, heldur tollarin at enda.
Jet. Ja hann tykist bara trívast heilt væl í nýggja sessinum við køksborðið, so eftir vitjanina fær Jónleif helst úr at gera við at læra hann, at tað hóast alt er á gólvinum ella í kurvini, at hansara pláss er.