"(?) Hetta gjørdist heldur drúgt bræv, men áðrenn eg endi, fari eg at skriva
tær brot úr einari kladdu, sum Pætur gav mær til láns seinasta leygarkvøld.
Hann var í tí rætta essinum. Saman við einum vinmanni, sum eg ikki kendi, skemtaði og sang hann til langt út á náttina. Teir høvdu verið í brúðleypshúsi, so tú kanst ætla, at lagið var gott. Hann segði, at hann fantaseraði við eini skemtiligari stuttsøgu. Kladduna vil hann hava aftur sum skjótast, men hann bað meg skriva tær brot úr henni, tí, sum hann segði:- eg vil fegin hava Jógvansa ummæli.
Tað, sum Pætur bað meg skriva tær úr kladduni, er í stórum soljóðandi (sumt er
illa lesandi og tí ikki tikið við):
"(?)Av bók um politikk
tú teg
kanst læra mangt
at kanna,
men leiða land á rætta
veg,
til tað krevst meir og
annað(?)"
Hendan niðurstøðan hjá Holberg í sjónleikinum Hin Politiski Kannustoypari rennur mær í hug, tá ið eg lesi greinir hjá H. Tær eru so orðaríkar og áhaldandi og merktar av betrivitan og læring, at tað danska hugtakið en seminarist med delingsfører uddannelse, sum ein háskúlamaður skemtiliga plagdi at taka til, dettur mær á tunguna.
Ein bókaormur í bygdini K, ið lesur hvørja bók og hvørt blað, sum hann fær hendur á, tók nakað soleiðis til: -Nei, góðin, eg kenni H, hann er so avbera klókur, hevur eitt forsligið høvd. Men um hendan sama bókormin verður sagt, at hann er so klókur, at honum nýtist einki høvd.
Satt er tað, H veit nógv, og hann líkist so statt ikki Sokrates, sum segði seg einki vita. Forvitna sjónvarpið plagar at tráspyrja H um líkt og ólíkt. Uttan mun til um tað so er løgfrøði, fiskifrøði, havfrøði, samfelagsfrøði, mentafrøði, fløkt politisk umsiting, snyrlaspurningar í oljumálum og so sjálvandi, hvussu trupul politisk mál upp á skilabesta hátt kunnu fáast frá hondum. Alt hevur hann greitt og sjálvsagt svar uppá. Ein multifrøð-ingur av teimum sjáldsomu. Ja, ein sonn megavitvera.
Og at skriva er hjá honum eingin kunstur. Tað liggur væl fyri. Til dømis hevur hann sannførandi greitt frá, at búskaparvøksturin her í Føroyum er so øðisligur, nú vit í mong ár hava havt loysingar-samgongu, at nakað líknandi ongantíð er komið fyri í Føroya søgu. Men hann átti eisini at greitt okkum frá, hví ávøksturin gjørdist so søguleysa góður.
Mundi tað ikki vera tað óvanliga nógva, sum fiskurin eina tíð gav og tað, at ongantíð í Føroya søgu hevur landskassin fingið so nógv úr ríkiskassanum, sum meðan loysingarmenn hava rátt fyri borgum, áðrenn teir í ovfarakáti fóru at tveita almennan pening fyri borð?
Og hví man hann siga, at vit mugu finna føroyskar loysnir til eina røð av málum. Hugsar hann sær, at løgtingsmenn og annað klókt fólk við lupp í hendi skulu venda bøkk og stein millum fjalls og fjøru og har koma fram á lampuna hjá Aladdin? Rætt er tað, at hann, sum leitar, hann finnur, men tað er neyðugt at vita, hvat leitast skal eftir, um ikki alt skal enda í einum hurlivasa.
Jú, skrivandi maður er hesin H og tað við lít. Serstakliga í bløðunum er hann at síggja, men tíðum er hann torskildur hjá vanligum fólki at lesa.
Í okkara húsi verða øll bløðini lisin, men Gamla Snimma og Ungi Fregi eru so óhandaliga stór, at tey fríggjadagarnar, tá bæði koma út, verða lisin víðopin á køksgólvinum. Seinasta fríggjadagin varð eldur í koluni. Tú kanst ímynda tær alt í einum ruðuleika: Hin gamla strevaðist við døguðragerð, tvey væl buðlaði lógu á gólvinum og lósu bløðini hálvhart hvør í sínum lagi, úr skúlanum vóru trý komin gorðhungraði, og sjálvur sat eg og grenjaði ótolin á bríkini, og undir henni hoyrdist murr og mjarr frá hundinum og kettuni. Óli lá og las eina grein hjá H, og á somu síðu var mynd, sum við kettueygum kanska líktist einari rottu, tí alt í einum leyp kettan eftir "rottuni", og hin gamla gjørdist so kløkk, at hon misti fatið við øllum døgurðanum á gólvið, og sumt av tí endaði í kjaftinum á hundinum. Alt fór upp at rópa og gartera. Óli bannaði upp á, at H-sa nógva skriving og myndin hevði alla skyldina. Hann hevði roknað út, at við hasum skrivingarlagnum brúkti H í minsta lagi 25 fermetrar av pappíri um árið, og aftrat hesum skuldu leggjast aðrar fimmogtjúgu til brævakassan GÓÐARÁÐ. Um skrivarin er líka kringur við einum haka sum við kúlu penninum, so hevði tað ikki tikið honum langa tíð at velt upp úr nýggjum og harvið lagt haldgott støði til sjálvberandi búskap í okkara landbúnaði. Í øðini tveitti Óli kettuna út og rýmdi sjálvur á dyr.
Og so er H eldhugaður at selja, privatisera, allar almennar ognir., sum hava nakað virði: Jørð, banka, flogfelag, fiskavirkir og kanska eisini heilsuverk og almannaverk, til tess at fíggja ta endaligu proklamatiónina av tjóðveldinum. Kanska verður hann onkuntíð kanóniseraður sum ein annar Gøtu Tróndur ella Nólsoyar Páll, og sum slóðbrótandi undangongumaður verður hann tá kanskaeisini heiðraður í øðrum londum?
Vit kunnu ímynda okkum, at eitt bílæt av honum fer at hanga á einum veggi í House of Lords millum krígshetjuna Kitchener og skrøggaran Poul Juul, sum við vilja rendi á ein fígginda kavbát, so at hann sakk. Hatta var so tað, ið Pætur bað meg skriva tær úr kladduni.
Eg lesi í bløðunum, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum er av teirri áskoðan, at peningurin, sum ríkiskassin letur til sjúk, avlamin og gomul, er táta, sum eigur at verða beind burtur sum skjótast. Hetta er so eitt uppískoyti til tað, sum aðrir á sama báti hava navngivið olmussu. Og hetta er so eisini tann virðingin føroyskar familjur og støk fáa frá teimum,sum í løtuni ráða fyri borgum í Føroyum.
Nú vita vit tað, góði Jógvan, at tann hjálpin, sum vit higartil hava fingið á Ríkishospitalinum og tíverri ikki kunnu vera fyri uttan, er olmussuhjálp og táta. Men tað verður kanska borið soleiðis í bandi, at hendan olmussutilveran med alla verður steðgað, tí føroyingar í teirra eygum als onga serlæknahjálp hava fyri neyðuni - úr Danmark.
Eg havi annars hoyrt, at "Høgnagarpar", kórið sum sang hitt minniliga kvøldið á Regensuni í Keypmannahavn, hevur fingið navnabroyting: Frelstu Frælsu Føroyar (FFF), og at teir umhugsa at fara til Keypmannahavnar at hava morgunandakt uttanfyri Ríkishospitalinum (kl. 7). Sungið verður "Morgenstund har guld i mund", og andaktin endar við eyðkennissanginum:
Vinstra og høgra, vinstra
og høgra
tað er rætta parið.
Nú er tað væl,
øll eru sæl,
til heljar klandrið farið.
(Bassarnir við seigligari megi):
Frelstu Frælsu Føroyar.
Góða nátt og sov nú so gott, góði Jógvan."
Kærar heilsur frá
okkum 5.
Kona tín