træ, har eru jóladekoratiónir og annars alt, sum hugsast kann vera við til at gera jólini hugnaligari og til gleði fyri øll. Opið er leygardagin frá klokkan 10 til 20 og sunnudagin frá klokkan 14 til 19 [...] 19. Leygardagin klokkan 14 og sunnudagin klokkan 16 spæla ung frá Tórshavnar Musikskúla uppá trompet. Møguleiki er báðar dagarnar at keypa kaffi, te, køkur og smurt breyð. Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag [...] aftur fyri durum. Leygardagin og sunnudagin standa dyrnar í Badmintonhøllini opnar fyri øllum teimum, sum vilja ogna sær sjálvum ella lata øðrum í jólagávu ein av teimum vøkru og snotuligu lutunum, sum limirnir
Judith og Meinhard Hansen siga frá ferð í Ísrael. »Tíð til Gud« verður í Pállstovu í Havn sunnukvøldið kl. 21. Evni: (Komið sjálv og finnið út av tí). Øll eru hjartaliga vælkomin. Høgni Johannesen og Jógvan [...] sýndur. Kl. 20 møti í kirkjuni, Jonna Johannesen talar og kórið í KFUM í Klaksvík syngur. Sunnudagin kl. 15 barna- og familjumøti í kirkjuni við Klæmint og Bodil Tausen, barnakórið syngur. Kl. 19 møti í Me [...] Niels J. Nielsen trb. talar og Streingjakórið á Skála syngur. Innsavnan til húsið. Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20. Ung úr Sandoynni luttaka við sangi og vitnisburði. Aftaná verður
tittullagið, sum er á enskum og eitir "Help, I am a fish". Filmurin og sangurin eru komin út í Finnlandi, Svøríki og Norra. Umframt Danmark altso. Vit hava verið í Finnlandi og Norra og sungið tann sangin í sjónvarpi [...] er spennandi og annarleiðis, kanska serliga í sangumhvørvinum og eisini tí vit eru so ungar og ikki skammast við, at vit eru kristnar. Undan hvørjari konsert biðja vit saman við dansarunum og hinum. Tey [...] at síggja so nógv fólk syngja við og smíla til okkara. Tað er ordiliga positivt og tað allarbesta við at vera vit! - Takk fyri prátið og góða eydnu við nýggju fløguni og tykkara framhaldandi virksemi! Sjálvur
har rúsdrekka og annað sleit bæði uppá forholdið teirra millum og Waits sjálvan. Tað er hon sum liggur á forhjálminum á einum bili á ?Blue Valentine? plátuni. Meðan Tom bardist við rúsdrekka og annað [...] eisini sjónleikari, og hevur spælt við í filmum sum "Down By Law", "Short Cuts", "Ironweed", her saman við Jack Nicholson og Maryl Streep, "Fisher King", saman við Jeff Bridges og Robin Williams, "Dracula" [...] Jim Jarmusch og aðrar, men tað sum er mest áhugavert í hesum føri er, at hann hevur skrívað tekst og tónleik til fimm leikir. "Alice", "The Black Rider", "Demon Wine", "Frank's Wild Years" og so nú "Woyzeck"
flestu, og er tað alt umráðandi at tey eru uttanveltaði og avspegla sannleikan, til tess at lesarin kann líta á tey sum sonn. Ein góður háttur at koma nærri at skilja støðuna hjá einum landi og fólkinum [...] fjølmiðlunum og er hon einans ein dropi í havinum av tí dagliga tíðindaflutninginum. Sum sagt hava BSE-sjúkan og Creutzfeldt-Jacob fylt stóran part av tíðindaflutninginum, bæði her í Bretlandi og aðrastaðni [...] eini millión ferðafólkum og árstíðararbeiðsmegi, ið oyggjin breggjar sær av at vera vertir fyri árliga. Portugal liggur sum nummar tvey og Frakland sum nummar trý í rúsdrekka nýtslu. Bretland liggur nakað
Syðrugøtu og er dóttir til Petru og Jóhannes Mikkelsen. Hon er næstelst í einum systkinaflokki við trimum systrum og einum beiggja. Sum ung fór hon til Havnar at arbeiða. Hon var á sjómansheiminum ,og eisini [...] nógv ár, og tá øll børnini vóru væl og virðiliga floygd, fór hon at arbeiða á Lynfrost. Søren Jacob er føddur í Rituvík, sonur til Rakul og Joen Magnus Lamhauge. Tey vóru átta systkin, seks brøður og tvær [...] tokka til havið, og gjørdist tað hansara starv í nógv ár. Í 1958 fór hann at arbeiða sum timburmaður. Tey seinastu árini av arbeiðslívinum arbeiddi hann á Lynfrost, fyrst sum handverkari, og seinni eisini
tilfari landsstýrisins er endurtøka av tí, sum ásett er í galdandi lóggávu, og eg kann her m.a. vísa til lógina um arbeiðsumhvørvi og fyrisitingarlógina. Eg skal her draga fram nøkur dømi, har frágreiðingin [...] skal leiðslan kunna starvsfólkini um hetta, og endamálið við tí. Hóast viðmerkt verður seinni í orðingini, at tíð skal vera at umrøða málið, so sjónarmið og uppskot hjá starvsfólkum kunnu verða tikin við [...] broyting kom fram, tí bert á hendan hátt fær leiðslan og starvsfólk í felag skipað broytingarnar, soleiðis at veruligt atlit bæði vrður tikið til stovnin og starvsfólkið sjálvt. Viðvíkjandi rúsevnapolitikkinum
Marita og Hanus eru fryntlig og fyrimyndarlig á so mangan hátt. Tey hava verið og eru arbeiðssom, tey ganga dagliga túrar uttan mun til veðrið, duga væl at kvøða og teljast millum tey, sum við lív og sál [...] Hetta og aðrir góðir eginleikar, eitt nú livandi at greiða frá hendingum og persónum aftur í tíðina, er støðið undir teirra vælhildna heimi í Grønulíð 2, har børn og svigarbørn og barnabørn og vinir og [...] Hanus er føddur og uppvaksin á Viðareiði, og tey bæði hava búð tað mesta av tíðini hesi farnu 50 ár í Havn, so hava tey djúpar røtur í Norðagøtu: Marita fødd og uppvaksin í Frammistovu og hennara verfaðir
rúmi og tveimum fólkum, sum tosa. Ein maður gongur úti og ynskir sær ein síðan leðurfrakka. Og tað eru súmbol, sum gerast størri við tíðini. Eitt hartkókað egg og servitrisan, sum er gerandislig og mystisk [...] øðrum skaldskapi. Okkurt, sum tølir og dregur, og sum fær meg at undrast og tráa eftir størri innliti. Kanska botnar tað í teimum ógvusligu mátsetningunum í týsku søguni og mannasálini. Í november var eg í [...] lisið hana, og hon var bæði keðilig og forargilig! Og hon var ikki sørt øst, tá ið hon segði hetta! Eg undraðist, tí eg helt, at bókin ljóðaði spennandi. Sama kvøldið byrjaði eg at lesa bókina. Og um tað ikki
løgdu tey í. Vit sveittaðu og bitu í blýantin. So savnaði hann úrslitini inn og settist at lesa. Hann risti við høvdinum og smíltist, men so reistist hann og segði ?Her er ein góð, og so las hann mína upp. [...] meira vanligt og sjónligt. Tá høvdu fleiri ung helst eisini komi við. - Tá tú skrivar, hvussu er framferðarhátturin? Hvat gert tú fyrst og so næst o. s. fr. ella kemur alt til tín beinanvegin og tú skrivar [...] hyll. Har kluvu eg og beiggi mín upp, tá eingin var inni. Bókin var skrivað av einum yvirlækna og hevði heitið: »Det fuldkomne ægteskab«. Har vóru tekningar av monnum og kvinnum og fráfreiðingar um, hvussu