Oddfríður M. Rasmussen
Tann 14 november var heimspreimiera á Betty Nansen teatrinum í Keypmannahavn.
? Hvat hevur hetta við Føroyar at gera, spyrja fólk so.
Tað hevur kanska ikki nógv, uttan so, at vit eru ein partur av danska kongaríkinum, og áttu í hvussu so er at verið stoltir av tí í hesum føri.
Altso, ein heimspremiera í danska kongaríkinum. Talan er um ein 160 ára gamlan sjónleik í nýggjum hami. Nú má eg heldur koma til sakina.
Tom Waits hevur saman við konuni Kathleen Brennan sett tekst og tónleik til stykki ?Woyzeck? eftir týskaranum, Georg Bruchner. Leikurin er settur upp í samband við, at Oyrasundsbrúgvin, landafrøðisliga hevur knýtt svenskarar og danskarar saman. Søgan er um hermannin, Woyzeck, sum ferðast í kærleikans marrudreymi, har jalousi og vónleysur kærleiki endar við, at hann drepur gentuna, sum hann er forelskaður í.
Sum Woyzeck sjálvur sigur við hana: ?Einhvør menniskja er ein avgrund, tað ørar fyri einum, tá ið hugt verður niður?.
Tað er heimskendi leikstjórin og listamaðurin Robert Wilson, sum hevur sett leikin upp. Wilson og Waits hava arbeitt saman fyrr. Teir gjørdu saman við William S Burroughs leikin ?The Black Rider?, sum eg sá fyri einum ári síðan á Betty Nansen teatrinum.
Tað er ein stórhending í sjónleikaheiminum. Fólk koma í stimum til Keypmannahavnar, at síggja leikin. Bæði normenn, sviar, týskarar, hollendarar, eingilsmenn, ja, listin er langur av tjóðfólki, sum vitjar Keypmannahavn í hesum døgum, og tað er nærum ómøguligt at fáa billet langt fram í tíðina.
Tom Waits
Hvør er hesin góði Tom Waits? Jú, Tom Alan Waits varð føddur á baksetrinum á einum taxabili uttan fyri sjúkrahúsið í Ponoma, Californien tann 7. december í 1949. Hann hevur tvær systrar. Foreldur hansara vóru lærarahjún. Tey skyltust, tá ið Tom var 10 ár.
Pápi Tom, Frank Waits, er av skotskum og írskum uppruna, meðan mamma hansara er av norskum uppruna, so hann hevur eitt ávíst samband við norðurlond.
Sum heilt ungur varð Tom áhugaður í tónleiki. Tá ið poppurin kom fram í 60?unum, vildi Tom Waits ikki vera við meir. The Beatles, Rolling Stones og tað slagi av tónleiki, sum hoyrdi hesari tíðini til, segði honum onki, so hann leitaði aftur í tíðina. Hann fann fram 78?ara plátusamlingina hjá foreldrum sínum, og fór at lurta eftir Perry Como, Bing Crosby, Cole Porter og ikki minst George og Ira Gershwin.
Fyrst í 70?unum arbeiddi Tom Waits á barrum ymsastaðni í Amerika. Hann hevði bil sín, sum hann koyrdi runt í. Á einari barr í Los Angeles, har hann arbeiddi sum duravørður, plagdi hann at spæla á klaverið, tá ið tann fasti klaverspælarin hevði steðg. Hann spældi egnar sangir, sum hann hevði sett tekst til. Tekstirnir lýstu tað prát, sum ymiskar barrflugur høvdu. Tom Waits fekk eina plátukontrakt við Asylum Records í 1972, og í 1973 kom út fyrsta pláta hansara, ?Closing Time?. Tað mest kenda lagið av hesari plátu, er helst ?Ole ?55?, sum The Eagles seinni gjørdi heimskent.
Fyllubyttuárini
Tað sum eyðkennir tíðina frá 1973 ? 1983 er, at hann livdi lívið á sama máta, sum tekstir hansara søgdu. Hann drakk og roykti so illa hesa tíðina, at aftaná 10 ár var hann hálvdeyður. Hann spældi á barrum og øðrum undirgrundarstøðum, samstundis sum hann hitaði upp fyri so stór nøvn sum: Frank Zappa, Billy Preston (kendur sum orgulspælari á plátuni ?Let it Be? hjá Beatles), John Hammond (Tom Waits hevur lagt hansara seinastu fløgu tilrættis. Hon skuldi verið komin út í heyst).
Hesa tíðina búði hann á ?Tropicana Motel? á Santa Monica Boulivard í Los Angeles. Í hesari fyllubyttutíðini møtti hann songkvinnuni Rickie Lee Jones. Tey vóru saman í nøkur buldrutt ár, har rúsdrekka og annað sleit bæði uppá forholdið teirra millum og Waits sjálvan. Tað er hon sum liggur á forhjálminum á einum bili á ?Blue Valentine? plátuni. Meðan Tom bardist við rúsdrekka og annað, møtti hann Francis Ford Coppola á filmselskapi hansara Zoethropa. Tom skuldi gera tónleikin til filmin ?One From The Heart?. Hetta var í 1979, og møtti hann núverandi konu sínari Kathleen Brennan har. Hon arbeiddi við handritum. Tom Sigur um hana: ?Hon kann liggja á seymum, stinga ein stokk gjøgnum vørrina og drekka kaffi samstundis. Tá ið eg sá hetta, varð eg forelskaður beinanvegin?. Í 1980 giftust tey. Hann fann staðið, har tey skuldu giftast (married) í teimum gulu síðunum, við síðuna av har tað stóð ?Masage?. Hann gavst í 1983 á Asylum Records, tí teir satsaðu stórar pengar uppá hann, og fór yvir til Island Records, tí hann fann seg ikki í at gerast ein salgsvøra. Plátan hjá honum, sum eitur ?Swordfishtrombone? tók allar ummælarar á bóli. Hon var nakað heilt annað enn tað, sum Tom Waits var vanur at gera.
Tónleikurin/tekstur
Tær fyrru pláturnar hjá Tom Waits bóru dám av, at vera sera melankolskar. Eisini hevði hann hesar vøkru jazzbaladurnar við, sum ikki altíð vóru heilt stílreinar. Oftani hoyrdist ein blandingur millum tann bleyta partin av jazztónleikinum og tann bleyta partin av country tónleikinum. Viðhvørt meir country enn jazzur og viðhvørt meir jazzur enn country. So kann mann siga, at jazzurin er tann sum hevur yvirlivað longst í tónleikinum hjá honum. Men av og á stinga seg fram vøkur countryløg.
Aftaná "Swordfishtrombone" í 1983, hendi nakað við tónleikinum. Tað er líkasum, at hann torir betri at eksperimentera við instrumentering og sjálvum instrmentvalinum - hvørji instrument skulu til fyri at fáa tann rætta dámin fram í tónleikinum. Rútmurnar verða øðrvísi. Knappliga eru marchløg, løgini sum skapa ein stemning rundan um røddina hjá honum, (hana komi eg til seinni), sum lesur upp ein tekst. Á onkrum løgum, brúkar hann sína slitnu falsettrødd til at skapa eitt teatralskan dám. Hetta hevur hann arvað frá Beatnikkarunum. Teir plagdu at lesa upp aftur við jazztónleiki. Tom Waits var eisini ógvuliga nógv ávirkaður av Beatnikkarum. Menn sum Gregory Corso, Gary Snider, Allen Ginsberg, Jack Keruac og William S. Burroughs ávirkaðu tekstir hansara so nógv, at summi vilja vera við at hann er ein rættur Beatnikkari, og tað er hann eisini, men ikki í politiskan forstand, so sum Allen Ginsberg royndi at føra seg fram. Heldur líkist hann meira Jack Keruac og hinum áðurnevndu.
Eftir mínari meining eru tær bestu Waits pláturnar/fløgurnar, hesar meiri ekspreirimentarandi fløgurnar, har instrumentini eru t.d. gittar, vibrafon, tromma, klaver/pumpiorgul, bass. Onkuntíð eru instrumentini t.d. sag, trompet, bass, chello, violin, klarinet, trombone, trumma og so spæla tónleikararnir so, at melodiurin ljóðar sum lírikassatónleikur. Henda lírikassaeffektin kemur mest fram í "The Black Rider", men kann eisini hómast á onkrum øðrum fløgum. Tá ið hann skuldi taka "The Black Rider" upp, fór hann út á gøturnar í Los Angeles. Fann nakrar gøtutónleikarar, sum dugdu at spæla og tók teir við í studio at spæla inn tónleikin. Hetta gevur eina løgna atmosfera, sum um tú situr inni í einum stórum lírikassa og (fyri at siga tað pent) hevur gjørt eina vánaliga avtalu við sjálvan fanan.
Teksturin er bygdur á eitt gamalt týskt ævintýr, um henda mentamannin, ið verður forelskaður í greivadóttrini, men sum má læra seg at skjóta og raka fyri at fáa hond hennara. Hann ger eina avtalu við fanan, um at hann skal fáa sjey kúlur til byrsuna. Seks av teimum raka við vissu tað mál, sum fríggjarin vil hava tær at raka. Men hvønn tann sjeynda kúlan rakar, avgerð hin grábeinti sjálvur. Hon rakar sjálvandi fríggjaran.
Tom Waits sum "poppur"
Tom Waits er ikki heimskendur sum so. Hann hevur altíð hata poppheimin, sjálvt um eitt av hansara stóru idolum í dag, er Prince. "Hann er totalt kompromileysur", sigur Waits. Um popheimin sigur hann, "tað er betri at sníkja seg inn gjøgnum bakdyrnar, enn at verða boðin við inn í henda heimin". Og tað kann mann so siga er rætt. Hann er í hvussu so er ikki boðin við inn í popheimin, sjálvt um hann vann eina Grammy í 1998 fyri "Mule Variations". Og tað er ikki hann sum einsamallur hevur gkørt løg síni heimskend. Tónleikarar sum Bruce Springsteen (Jersey Girl), Eagles (Ole '55) og Rod Stewart (Tom Traubert's Blues: Four Sheets To The Wind In Copenhagen) bara fyri at nevna nakrar, hava gjørt, at Tom Waits er komin úr undirgrundini, har hann hevur livað meginpartin av lívi sínum, og fram til eina breiðari áhoyrarafjøld.
Røddin
Eitt annað sum eyðkennir Tom Waits er røddin. Henda rustaða røddin, ið viðhvørt ljóðar sum onkur hevur sleppt einum seymi niður í eina matarhvirlu, og sum til aðrar tíðir ljóðar, sum melankolskur vindur, men í síni heild, ein rødd, sum ikki er at finna nakrastaðni, og ein útsjónd sum passar til. Hann líkist einari úthungraðari spíðsmús. So vildi lagnunnar speisemi tað, at hann varð doyptur Waits. Orðið "Waits" á enskum merkir: Býartónleikari, jólatónleikari.
Sjónleikarin Waits
Tom Waits eri ikki bara kendur fyri tónleik sín. Hann er eisini sjónleikari, og hevur spælt við í filmum sum "Down By Law", "Short Cuts", "Ironweed", her saman við Jack Nicholson og Maryl Streep, "Fisher King", saman við Jeff Bridges og Robin Williams, "Dracula" eftir Bram Stoker, bara fyri at nevna nakrar fáar. Hann hevur komponerað tónleik til "Night on Earth" hjá Jim Jarmusch og aðrar, men tað sum er mest áhugavert í hesum føri er, at hann hevur skrívað tekst og tónleik til fimm leikir. "Alice", "The Black Rider", "Demon Wine", "Frank's Wild Years" og so nú "Woyzeck". So hann er ikki heilt ókendur á økinum, og tí er tað umráðandi at vit her í Føroyum gera okkum far um henda leikin - um talentið Tom Waits. Evnið er sum sagt alheimskent. Øll koma vit fyrr ella seinni út fyri, at uppliva størri ella smærri jalousiútbrot.
Sjálvur rendi eg meg fyri fyrstu ferð inn í tónleikin hjá Tom Waits á einum háskúla í Danmark. Árið var 1989. Eg gjørdist so bilsin og samstundis skelkaður av hesum manninum, hesari røddini, at eg fekk ikki annað, enn keypt mær eina plátu av honum. Plátan kallaðist "Rain Dog" (1985). Síðani tá, havi eg "dyrkað" henda løgna og serstaka listamannin.
Áðrenn eg flutti heim til Føroyar, setti eg mær fyri at keypa allar fløgurnar av honum. Tær hava nú fingið heiðursplássið á mínari fløguhyll - allar 18 fløgurnar.
Og tað sum eg eisini eri fallin fyri er, at tað sum hann sigur í samrøðum, sum oftast er uppfunnið á staðnum. Hann er ein meistari, at siga frá lygisøgum - ella at seta seg sjálvan í eina støðu, sum ikki hevur verið úti fyri.
Hetta ger ikki at tað sum eg her havi skrivað, er lygn. Nei, tað er sannleikin, soleiðis sum sannleikin nú einaferð sær út í tí uppfatandi eyganum.
Fløgurnar:
Closing Time: 1973
The Heart of Saturday Night: 1974
Nighthawks at the Diner (live): 1975
Small Changes: 1976
Foreign Affair: 1977
Blue Valentine: 1978
Heartattack and Wina: 1980
Swordfishtrombone: 1983
Rain Dogs: 1985
Asylum Years (uppsamling) 1986
Frank's Wild Years: 1987
Big Time (live): 1988
Night on Earth (filmstónleikur) 1992
Bone Machine: 1992
The Black Rider: 1993
Beautiful Maladies (uppsamling) 1998
Mule Variations. 1999
Tekstsitat:
At drekka
Helst eri eg fullur, men eg eri í hvussu so er ikki býttur.
Fanin er ikki til, bara Gud tá ið hann er fullur.
Eg havi ongan trupulleiki av at drekka, uttan tá ið onki fái at drekka.
Klaverið hevur drukkið, ikki eg.
Matur
Donuts eru altíð uppkallaðir eftir horum.
Karierur
Eg kendi hann, tá ið hann var eitt onki, og hann er onki broyttur síðan.










