Viðmerkingar til frágreiðing um starvsfólkapolitikk landsins

Føroya Pedagogfelag hevur sum onnur fakfeløg hjá teimum alment løntu í Føroyum fingið skrivliga frágreiðing um sokallaða starvsfólkapolitikk landsins.

 

Carita Björklund

Formaður í Føroya Pedagogfelag



Føroya Pedagogfelag hevur sum onnur fakfeløg hjá teimum alment løntu í Føroyum fingið skrivliga frágreiðing um sokallaða starvsfólkapolitikk landsins.

Hetta er frágreiðing, sum gjørd er av landsstýrinum sjálvum, uttan at umboð fyri fakfeløgini hjá teimum starvsfólkum, sum hesin politikkur skal fevna um, hevur fingið høvi til at vera við í arbeiðinum. Vit eru sum fakfelag gott nokk vorðin hoyrd, men hóast vit í fleiri førum hava svarað aftur, hava vit ikki sæð nakran broyting út frá tí.

Føroya Pedagogfelag heldur tað er óheppið, at umboð fyri ta stóru fjøld av løntakarum, sum hesin politikkur skal fevna um, ikki hevur fingið møguleika fyri at verið við í arbeiðinum, tí uttan iva høvdu umboð fyri fakfeløgini kunnað givið eitt gott íkast til forarbeiðið sum neyðugt er í sambandi við at skilagóður starvsfólkapolitikkur skal setast í verk.

Fakfeløgini fingu ei heldur høvi til at vera við á fundinum á Hotel Føroyum, har evnið var starvsfólkapolitikkur landsins, og tað meta vit vera spell. Vit hava fingið fráboðan um, at fakfeløgini seinni skulu fáa innbjóðing til fund, men tá arbeiðið tykist at vera liðugt, dugir felagið ikki at síggja nakra meining í at koma til ein fund.

Viðvíkjandi tilfarinum, sum vit hava fingið, so er starvsfólkapolitikkurin býttur upp í partar, sum m.a. fevna um arbeiðsumhvørvispolitikk, bygnaðarbroytingar, rúsevnapolitikk, setanarpolitikk, starvsfólkasamrøður, uppsagnarpolitikk og útbúgvingarpolitikk.

Ymist er, hvussu týdningarmiklir hesir partar eru, sæð frá sjónarhorninum hjá fakfeløgunum, men teir partar, sum beinleiðis koma at hava ávirkan á dagligdagin hjá limum okkara, m.a. í sambandi við at fólk verður sagt úr starvi, hava so avgerandi týdning, at slíkar ásetingar eiga ikki at verða framdar í verki uttan at umboð fyri tey fólk, sum hetta fer at hava beinleiðis ávirkan á, hava verið við at fyrireika henda politikk.

Viðmerkjast skal, at partur av tí, sum nevnt er í tilfari landsstýrisins er endurtøka av tí, sum ásett er í galdandi lóggávu, og eg kann her m.a. vísa til lógina um arbeiðsumhvørvi og fyrisitingarlógina.

Eg skal her draga fram nøkur dømi, har frágreiðingin um starvsfólkapolitikk landsins ikki tykist at vera nøktandi.

Í sambandi við tann partin, sum kallaður er bygnaðarbroytingar, verður sagt um kunning, at tá avgerð ER TIKIN um at fremja avgerandi broytingar í umsitingini ella í arbeiðsgongdini, skal leiðslan kunna starvsfólkini um hetta, og endamálið við tí.

Hóast viðmerkt verður seinni í orðingini, at tíð skal vera at umrøða málið, so sjónarmið og uppskot hjá starvsfólkum kunnu verða tikin við í avgerðargrundarlagið, áðrenn avgerðin endaliga verður staðfest, so vísa royndir okkara, at tá stovnsleiðsla hevur tikið avgerð um at fremja ávísar broytingar, so tykist tað at vera ógjørligt at fáa broytt ella ávirkað hesa avgerð.

Eg haldi tí, at landsstýrið átti at broytt hesa orðing, soleiðis at starvsfólkið fekk ávirkan líka frá tí at hugskot um møguliga broyting kom fram, tí bert á hendan hátt fær leiðslan og starvsfólk í felag skipað broytingarnar, soleiðis at veruligt atlit bæði vrður tikið til stovnin og starvsfólkið sjálvt.

Viðvíkjandi rúsevnapolitikkinum, so skuldi greitt verið boðað frá í »starvsfólkapolitikki landsins«, um hesi politikkur ger broytingar í rættarstøðuni hjá tí einstaka starvsfólkinum.

Her verður hugsað um í hvønn mun stovnsleiðslan hevur skyldu til at fara fram eftir ásetingunum í starvsfólkapolitikki landsins, tá staðfest verður, at starvsfólk er ávirkað av rúsdrekka á arbeiðsplássinum, ella um starvsfólkið kann vænta at verða burturvíst við tí grundgeving, at talan er um brot á tænastuskyldurnar hjá viðkomandi.

Orðingin um »vegleiðandi mannagongd« skapar helst fleiri spurningar enn tað gevur svar, tá talan er um rættarstøðuna hjá starvsfólkinum, sum kemur í ta støðu, at brúk verður fyri rúsdrekkapolitikki landsins.

Viðvíkjandi setanarpolitikkinum, so ivist eg í, um vegleiðingin á síðu 3 er skilagóð, tí tað at stovnurin skal seta spurningar um m.a. familjuviðurskifti o.a. kann av nógvum umsøkjarum skiljast sum óviðkomandi viðurskifti, tá talan er um at søkja starv, har fakligi førleiki og arbeiðsroyndirnar saman við persónliga eginleikanum eiga at vera høvuðstátturin, tá støða skal takast til hvør skal hava starvið, sum lýst er leyst.

Tá sagt verður í innganginum til tann partin av starvsfólkapolitikkinum, sum eitur »uppsagnarpolitikkur«, at uppsagnir av starvsfólkum verða framdar á virðiligan hátt, so er tað ein sannroynd, at almennu myndugleikarnir í nógvum førum als ikki hava víst virðiliga framferð, tá starvsfólk verða søgd úr starvi.

Dømi eru um at kærur til hægri myndugleika um uppsagnir, sum avgjørt ikki eru farnar fram á virðiligan hátt, tíverri ikki hava givið nakað úrslit, og tað kann sjálvsagt ikki annað enn skapa ótryggleika bæði hjá almentum settum starvsfólkum og fakfeløgunum.

Tørvur er tí helst á nærri útgreinaðum reglum, sum veruliga tryggja starvsfólkum, sum verða søgd úr starvi, eina virðiliga viðgerð, soleiðis at brot á hesar reglur vórðu tiknar í álvara og fingu avleiðingar fyri tær stovnsleiðslur, sum ikki hildu hesar ásetingar.

Viðvíkjandi teimum grundgevingum, sum almennur myndugleiki, sambært fyrisitingarlógini og vanligum fyrisitingarreglum annars hevur skyldu til at geva fólki, sum ætlanin er at siga úr starvi (hoyringsskriv) og sum verða søgd úr starvi (uppsagnarskriv), so eru hesar í nógvum førum als ikki nøktandi.

Dømi eru um starvsfólk, sum søgd eru úr starvi, uttan at nøkur ítøkilig grund er givin hvørki í samband við hoyringsskriv ella tá talan er um endaligu uppsøgnina.

Ivasamt er tí, um orðing av starvsfólkapolitikki er nokk til at broyta støðuna og tryggja alment lønt starvsfólkunum eina virðiliga viðferð í sambandi við uppsagnarmálinum.

Helst er støðan tann, at tørvur er á einari hugburðsbroyting hjá nógvum av teimum alment settu stovnsleiðarunum, sum m.a. ikki hava nóg stóra virðing fyri ásetingunum í fyrisitingarlógini ei heldur í galdandi sáttmálum, og her er skrivaður politikkur ikki nokk, um ikki leiðslurnar kenna ábyrgd og virðing fyri starvsfólki sínum.

Aðrir partar, sum hava týdning fyri tey alment lønu áttu eisini at verið tiknir við í starvsfólkapolitikkinum.

Sum dømi kann nevnas sjúkrapolitikkur, serliga við atliti til sokallað 120 daga regluna, sum í fleiri av grannalondum okkara nú er tikin av, og har ásetingar eru gjørdar sum skulu tryggja, at fólk sum gerast sjúk kunnu verða verandi á arbeiðsplássinum, t.d. við at umskúla hesi fólk, soleiðis at tey framhaldandi kunnu røkja passandi starv.

Hetta hevði verið til gagns fyri bæði samfelagið og løntakaran sjálvan.

Tað kann tykjast undranarvert, at starvsfólkapolitikkurin als ikki nevnir galdandi sáttmálar.

Samanumtikið kann sigast, at starvsfólkapolitikkur landsins ber bráð av at umboðini fyri løntakaran ikki hava verið við í fyrireikandi arbeiðinum, og vónandi tekur Løgmansskrivstovan hetta til eftirtektar og gevur fakfeløgun-um møguleika fyri at vera við í einari veruligari gjøgnumgongd av øllum teimum spurningum, sum stinga seg upp í sambandi við at slíkur politikkur skal fremjast í verki, soleiðis at endaligu orðingarnar verða gjørdar í samarbeiði millum stovnsleiðslurnar og umboðini fyri løntakaran.