Jólasøla
Jan Müller
Stóra árliga jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag stendur nú aftur fyri durum. Leygardagin og sunnudagin standa dyrnar í Badmintonhøllini opnar fyri øllum teimum, sum vilja ogna sær sjálvum ella lata øðrum í jólagávu ein av teimum vøkru og snotuligu lutunum, sum limirnir í Heimavirkisfelagnum kring alt landið hava gjørt.
Hesaferð verða ikki færri enn 34 ymiskir básar í høllini. Talan er mest um bundnar lutir, men har er eisini mangt annað so sum lutir evnaðir úr træ, har eru jóladekoratiónir og annars alt, sum hugsast kann vera við til at gera jólini hugnaligari og til gleði fyri øll.
Opið er leygardagin frá klokkan 10 til 20 og sunnudagin frá klokkan 14 til 19. Leygardagin klokkan 14 og sunnudagin klokkan 16 spæla ung frá Tórshavnar Musikskúla uppá trompet. Møguleiki er báðar dagarnar at keypa kaffi, te, køkur og smurt breyð.
Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag plagar at verða sera væl vitjað og skilur blaðið, at tað ræður um at skunda sær, vil man ogna sær ein av teimum mongu heimagjørdu lutunum.