hesar íløgur ikki vóru gjørdar. Tú torir næstan hvørki at hugsa ella skrivað tað, at øll hesi nýggju húsini og virkini skuldu verið í Havnini ella als ikki sæð dagsins ljós. Í næstu framtíð verður so landfast [...] pláss ikki var meir enn ein góðan tíma, hevur á nógvum økjum havt ovurstóran týdning. Nú kanst tú eins væl búgva á Eiði, Fuglafirði ella á Strondum sum búgva í Tórshavn. Tórshavn er ikki bara Tórshavn [...] lin verður veruleiki í næstu fram-tíð, men tíverri verður nakað av tíð at ganga, áðrenn hann verður brúkbarur veruleiki í fólksins huga. Tí er tað umráðandi longu nú, at fólkið í øllum trimum oyggjunum
kristindómurin hevur havt sera stóra ávirkan á dagligdagin hjá føroyinginum, tá menn fóru í bjørgini, tað verði seg eftir fugli ella seyði, so løgdu teir lív og lagnu sína í Guds hendur í áliti á at Gud [...] ikki tikið í nóg stórum álvara; fyri bara at nevna føstugudstænasturnar í kirkjum okkara. Tað eru ikki mong, sum leita inn í Guds hús fyri at lýða á Jesu líðingarsøgu; ein av føstusálmum okkara í sálmabókini [...] blekki, men við dýrabara blóði Jesusar, tá ert tú fríur ella frí og kanst hvíla í Guds náði, soleiðis at tú kanst taka undir við Pæturi ápostli, tá hann sigur í fyrsta brævi sínum: Lovaður veri Gud og faðir
okkum hann kemur við okkum ? hann hjálpir okkum í okkara gerningi, í øllum tí, sum liggur fyri at gera og leiðir okkum at enda heim. Nú eru orðini í Sl 23 ikki í gildi. Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni [...] risin upp, hann er ikki her. Og síðani tá hevur annað lag verið á gongdini út á grøv hjá teimum sum trúðu hesum boðskapi, tí páskaboðskapurin kveikir vón og ugga í sorgini. Páskaboðskapurin og tann hending [...] er syndin burturtikin úr viðurskiftum okkara við Gud og páskamorgun bleiv tað váttað í verki, sum áður varð sagt í orðum t.d. við dóp hansara. Jesus Kristus er sonur Guds. Menniskja Jesus, sum gekk umkring
Nú halda vit fyri búkin og flenna í kíki, sigur láturinstruktørurin. Tær flenna í kíki. Vivian Guðmundsson hevur lært til láturinstruktør í Danmark. Hon fekk áhuga í evninum eftir at hava lisið um látur [...] altíð, tá ið tær eru saman. Ein av kvinnunum fær eyga á tann burturblivna mannin, sum stendur og eygleiðir íbakgrundini. ? Tú hevur forsømt teg, gamli mín! [...] hvørja aðra, sigur Vivian. Vit skulu ganga runt og taka í hondina á hvørjari aðrari og geva látur okkara víðari. Tær so gera. Ein og ein taka tær í hondina á hvørjari aðrari, til tær hava verið alla mylluna
búð í Danmark, men síðstu tíðina hevur hann ferðast ofta til Onglands og USA í royndum sínum at koma sær framat á alheims tónleikapallinum. Hóast minni hevur verið at hoyrt til unga tónleikaran í Føroyum [...] sangir við í amerikansku sjónvarpsrøðina Jack & Jill, ið minnir um røðina Friends, sum vit kenna á okkara leiðum. Teitur hevur sonevndan manager í Onglandi og hevur síðstu tvey árini ferðast í Onglandi og [...] Teit Lassen. Longu í summar vitjar Teitur í Føroyum. Hann skal spæla á Listastevnuni, sum Norðurlandahúsið skipar fyri í summar. Tá hevur hann ein bólk við sær, sum hann leikar við í Danmark. Tey, ið hava
aldið í landinum varð hildið á Eiði 25. apríl 1941. Fyrsta flaggdagin eftir, at Merkið varð góðkent. Síðan hevur flagdagshald verið á Eiði í óbrotnari røð øll 60 árini. Ein teira, sum var við í hesum tiltaki [...] tiltaki, var Petur Martin Ejdesgaard á Eiði. Hann leikti í hornorkestrinum, sum var við í hesum fyrsta haldinum. Petur Martin, sum í dag er 76 ára gamal, greiðir frá, at tað vóru ungir eiðismenn, sum arbeiddu [...] hugskotið. Petur Martin greiðir frá, at eftir sum hann hevur fingið frágreitt frá beiggja sínum, Jóannesi, sum flutti til Noregs, var tað Tóroddur Kallsoy, sum í dag býr á Skála, sum kom við hugskotinum um at
myndir frá fyrstu Ólavsøkukonsertini, sum var í 1986, hetta var í samband við kunning um tiltøk, sum ein av høvuðskiparunum til Prix Føroyar tiltakið hevur verið við til at gera, vit tosa sjálvandi um Føroya [...] pallin í byrjanini av næsta sangi, hann sang friðarliga við djúpari rødd. Tónleikur teirra var fullur við breaks og temposhiftum. Eivør Pálsdóttir kláraði væl upp í tað høga C?ið, og hennara ávirkan í bólkinum [...] yngstu, tí aldursbýtið í bólkinum er 18- 22. 200: Ironiskt meint segði Niels Arge Galan, at bólkurin ikki var politiskur, men so løgdu teir aftrat, at um tú ikki vil hava loysing, so ert tú heilt klikkaður,
hon varð skrivað í skundi út frá tí, sum mánamorgunin stóð at lesa í internet útgávuni av blaðnum. Men søgan var ? sæð við føroyskum eygum ? uppaftur betri, enn tað, sum stóð í blaðnum í gjár. Michael Laudrup [...] málverjar. Í fjør varð Arek Onyzko kosin at vera besti málverjin í superliguni. Tað vóru málverjarnir í superliguni og næstbestu deildini, sum tóku lut í tí atkvøðuleiðsluni. Hann er 27 ára gamal og hevur spælt [...] Útisetar Í blaðnum í gjár høvdu vit ein lítlan stubba um, at Michael Laudrup metti Toda Jónsson vera ímillum teir fremstu útlendingarnar í donskum fótbólti. Søgan hevði so uppruna í Ekstrablaðnum mánadagin
hoyra upp í fylgið, hóast tað er lítið og lata hugsan, tankar og avrik fara til grannahagarnar og longur enn tað, men hóast tað, at tú fert av haga, so hevur tú títt kenningar- ella hagamerki ? tú eigur tín [...] bankaverðini. Hetta er bert eitt dømi. Nú hevur rørslan Attach sæð dagsins ljós. Hon er sprottin í Frankaríki millum umhvørvisfólk, sum ávara ímóti tí snerpna heimsveldinum í peningaverðini. Var tað ikki Oluf [...] samfelagsstøðuna í djúpari merking. Tað tykist mær sera sjáldsamt, at hetta ikki verður tikið upp á tungu longur. Sjálvandi hava vit tað gott í Føroyum, men eg tori at siga, at ongatíð hevur munurin verið
dagar Spyrt tú limirnar í Aerosmith um hesa tíðina síðst í 70?unum og frammeftir, so er tað almenn vitan, at teir kallað hana ?the bad old days?. Dagarnir, tá eitt nú tey, sum vildu hanga í velinum á g [...] grammum av kokain. Allir limirnir í bólkinum vóru so langt úti í rúsevnismisnýtslu, at fólk, ið arbeiddu fyri teir fingu at vita, at um ein av limunum hevði ikki verið at sæð í meira enn 24 tímar, so skuldu [...] stórseljararnir. Aftur í oddinum Bólkurin mundi eisini farið í søguna um hetta mundið. Brúk var fyri einum steðgi. Hann gjørdist langur. Onki upprunatilfar hevur verið at hoyrt frá bólkinum í úti við fýra ár