Tónleikur
Teitur Lassen, tónleikari og tónasmiður, hevur fingið sáttmála við forlagið Windswept Pacific, ið hevur høvuðsskrivstovu í Los Angeles. Forlagið keypir part av sangunum og eigur so ein prosentpart. Talan er um ein fýra ára sáttmála, ið Teitur hevur gjørt við Windswept Pacific. Forlagið er upprunaliga japanskt, men hevur millum annað skrivstovur í Los Angeles og Nashville. Forlagið umsitur eisini sangir hjá t.d. Craig David og Spice Girls.
Teitur Lassen var ein av monnunum aftan fyri tónleikabólkin Mark No Limits. Bólkurin var fyri fáum árum síðani millum fremstu bólkar í Føroyum, og tað eydnaðist eisini bólkinum at vinna Prix Føroyar kappingina.
Síðani hava vit av og á sæð Teit Lassen á palli, t.d. saman við Edvardi Nyholm Debess.
Teitur hevur seinnu árini búð í Danmark, men síðstu tíðina hevur hann ferðast ofta til Onglands og USA í royndum sínum at koma sær framat á alheims tónleikapallinum.
Hóast minni hevur verið at hoyrt til unga tónleikaran í Føroyum, so merkir tað ikki, at hann hevur ligið á løtu síðuni. Teitur hevur roynt eydnuna í tónleikaheiminum, og nógv bendir á, at hann hevur funnið hana.
Ferð á við Jack & Jill
Tað, ið setti ferð á, var at Teitur fekk tveir sangir við í amerikansku sjónvarpsrøðina Jack & Jill, ið minnir um røðina Friends, sum vit kenna á okkara leiðum. Teitur hevur sonevndan manager í Onglandi og hevur síðstu tvey árini ferðast í Onglandi og USA. Hann kennir ein, ið arbeiðir við tónleiki til amerikansku sjónvarpsrøðina og fekk soleiðis tvey løg við. Síðani er ferð komin á.
Teitur hevur, hjálptur av managara sínum í Onglandi, fingið týðandi sambond. Hann hevur sungið, spælt, hitt fólk og hevur soleiðis fingið eitt team at samstarva við.
Við nýggja sáttmálanum við Windswept Pacific, eru eisini fíggjarliga støðan betri. Hetta fegnast Tetur um, tí nú kann hann nýta alla sína tíð til tónleikin.
? Eg tók tvey ár, ið eg setti av til tónleikin. Men tað hevur verið tungt, tí eg havi havt arbeiði við síðuna av fyri at klára húsaleiguna, sigur Teitur, sum júst er komin aftur til Keypmannahavnar eftir ferð í USA.
Upprunaliga var tað við stóru tónleikastevnuna Midem, at fólkini aftan fyri forlagið hoyrdu um føroyska tónasmiðin. Men við uppsøkjandi arbeiði og góðari hjálp frá managara sínum og Jeff Cohen og øðrum, er eydnast at koma væl ávegis á longu leiðini til stóra pallin.
? Eg havi nú eitt team aftan fyri meg, sum eg samstarvi og spæli við. Eg valdi, at eg vildi hava ein slíkan sáttmála, hóast tað eru tey, ið ikki vilja slíkt, tí tey vilja eiga sum mest sjálvi av sínum tilfari, sigur Teitur.
Møguliga plátusáttmála
Fólkini aftan fyri forlagið fylgja væl við tí, ið Teitur ger og hvussu gongst honum.
Ikki er óhugsandi, at talan eisini verður um ein plátusáttmála. Forlagið trýr uppá unga føroyingin og ætlar at hjálpa at fáa í lag plátusáttmála. Hetta verður so helst í Onglandi ella USA. Og Teitur veit, hvat hann vil, og hann satsar.
? Tað snýr seg ikki bara um eina plátu, men um eina karrieru, sigur Teitur, ið fegnast, nú hann kennir, at hann er komin undir røttu veingirnar.
? Tú kanst í hvussu er siga tað soleiðis, at eg havi fingið eina song at sova á hjá teimum, sigur Teitur um samstarvið við Windswept Pacific.
Liðugt við jazzinum
Vit hava nakrar ferðir sæð Teit Lassen á palli í Føroyum, har hann meira at kalla hevur fingist við jazz. Eisini hava vit hoyrt um samstarv við donsku Doky brøðurnar, ið eru kendir í jazzheiminum. Teitur nevnir her Niels Lan Doky, ið hevur verið góður stuðul.
Teitur sigur um tónleikin, at hann er farin aftur til tað, ið hann gjørdi áður. Tað merkir, at poppur aftur er á skránni.
? Tað er sangur og kassaguitari. Eg fekst eitt sindur við jazz, men bakkaði út aftur, so nú eri eg aftur við tónleikin, ið fólk kenna meg fyri, sigur Teitur.
Góð hjálp
Tað er ein fegin Teitur, ið greiðir frá um sáttmálan, ið gevur honum møguleika at fáast við tónleik burturav. Eftir stríð og strev og nógvar ferðir til Onglands og USA, er loksins úrslit. Og umframt hevur Teitur fingið eitt lið at samstarva við.
Ferð er komin á, og nú er leiðin ikki líka long upp á stóra heimspallin, sum hon hevur verið.
Men Teitur hevur fingið góða hjálp, sum hann er takksamur fyri.
? Til dømis hevur Bjarti Mohr, ið hevur felagið Ísbjørnin, verið ein góður stuðul. Hann hoyrdi eina samrøðu við meg í Útvarpinum og ringdi síðani til mín, greiðir Teitur fegin frá.
Teitur hevur eisini fingið hjálp frá BMI, ið er nakað tað sama sum KODA, og frá felagskapinum ROSA.
Til Føroya
Hóast kósin er sett móti heimspallinum, so sleppa føroyingar at hoyra Teit Lassen. Longu í summar vitjar Teitur í Føroyum. Hann skal spæla á Listastevnuni, sum Norðurlandahúsið skipar fyri í summar. Tá hevur hann ein bólk við sær, sum hann leikar við í Danmark.
Tey, ið hava hug at fylgja við, hvussu gongur hjá Teiti á leiðini ímóti heimspallinum, kunnu vitja inn á heimasíðu hansara: www.teitur.com