Eg eri.....

POLITISKAR HUGSJÓNIR ? Hvussu kann eg eiga jørðina, tá ið eg ikki eigi luftina, sum eg andi í meg? Alt er eitt lán, og eitt lán skal koma læandi aftur. Lánið skal ikki gera tað, at nøkur fá eiga alt, meðan stórsti parturin av heimsborgarunum einki eiga

 

24. februar hevði Gunnar Hoydal eina sera hugvekjandi grein í Sosialinum um landsins støðu til umheimin, til Nyrup og Nyrup-klappararnar heima á landi, men eisini um at fáa eitt nýtt støði at standa á og síggja heimin frá einum nýggjum biti. Tað er gott at vera hagfastur og hoyra upp í fylgið, hóast tað er lítið og lata hugsan, tankar og avrik fara til grannahagarnar og longur enn tað, men hóast tað, at tú fert av haga, so hevur tú títt kenningar- ella hagamerki ? tú eigur tín rætt til summarbit, vetrarbit og rætt til undirlendið. Hesin heimshagin, vit ganga í, skuldi kunnað givið øllum so mikið, at nóg mikið var til øll.

Tað varð so nógv at hugsa um, tá ið greinin varð lisin. Hetta var ein av teimum greinunum, sum tú kemur fram á, sum eisini viðgerð samfelagsstøðuna í djúpari merking. Tað tykist mær sera sjáldsamt, at hetta ikki verður tikið upp á tungu longur. Sjálvandi hava vit tað gott í Føroyum, men eg tori at siga, at ongatíð hevur munurin verið størri ímillum tey, ið vinna væl av peningi og tey, ið vinna minni. Tað er løgið, at einasta loysnin er kapitalfrælsi, frían kapitalflutning, monopolframleiðsla, samrunið millum stórar fyritøkur, so tær blíva upp aftur størri, monopolmatvørusøla, privatseringar o. s. fr. Ja, alt skal vera stórt, so at vit kunnu klára okkum í globaliseringini.

Tey síðstu árini, hevur stórkapitalurin havt fríar teymar. Eftir skammari stund fer hann úr einum stað í annað, ja, so skjótt mangan, at tað eru teldurnar, sum hava gjørt hetta fyri eigararnar, uttan eigarin sjálvur hevur havt hóming av hesum fyrr enn aftaná, og ringt er at tálma hesum umfari. Samrunin t. d. millum bankar í Evropa fer tey komandi árini at gera, at fleiri túsund fólk verða arbeiðsleys í bankaverðini. Hetta er bert eitt dømi.

Nú hevur rørslan Attach sæð dagsins ljós. Hon er sprottin í Frankaríki millum umhvørvisfólk, sum ávara ímóti tí snerpna heimsveldinum í peningaverðini.

Var tað ikki Oluf Palmi, sáli, sum var ein tann fyrsti, sum fór at tosa um Sunnaru hálvu og Norðaru hálvu, tá ið um kapitalin galt? (Tað var kanska tí, hann varð tikin av døgum). Tað fara 50 milliardir krónur suður um, og tað koma 150 milliardir krónur norðurumaftur. Ein danskur ráðharri var næstan etin av sínum starvsbrøðrum, bara hon nevndi, at vit mugu nú fara at taka okkum av teimum fátæku, ið flýggja norðurum. Hvat skulu hesi stakkals fólk gera? Hvørjum er at bíða eftir, tá ið tú einki eigur uttan tín egna kropp? Ja, ilt er bæði at vera fátækur og tykkin.

Ríkidømið hevur floymt til Evropa og Amerika sunnanífrá og gjørt okkum rík, ja, so rík, at vit eru greivar í suðurlendinga fátækramanna eygum. Nú er tað ikki bara peningurin, ið kemur nurðurum, men nú floyma fæloysingar yvir Evropa og Amerika sum ongatíð fyrr. Tjúgu tey seinastu árini, hevur heimurin aldri sæð til so stórt fátækradømi sum júst nú, sostatt eru tey, sum eru fátæk, blivin uppaftur fátækari.

Minnist Uffa Elleman Jensen, fyrrverandi uttanríkismálaráðharra, taka nøkunlunda soleiðis til orðanna fyri nøkrum árum síðani, tá ið hann var spurdur, hvat var at gera fyri at steðga hesum floymi?

? Jú, tú kundi girða teg inni ? byggja ein múr kring Evropa og seta maskinbyrsur upp á múrin og fara undir at skjóta hesar flóttar. Hetta varð sagt í tí anda, um vit ikki hjálpa, har neyðin er størst ? royna at vera við til at skapa frið og hjálp til sjálvhjálp, so verður ein galin endi.

Hvat fer at henda, ella hvat fara vit at gera, um t. d. 50 mió russar fara at koma hendavegin, bara so mikið sum at fáa tugguna av tí, ið vit eiga? Ella 50 mio afrikanara standa við norðurendan av Afrika og vilja sleppa yvir um Gibraltarsundið?

Brúka vit maskinbyrsurnar, verður ein deymur av líkroyki at røkka til ytstu endar í okkara heimsparti ? tí ríka partinum. Tá nytta lítið raketverndarskjøldrar, ella multinationalar fyritøkur, ella fríur kapitalflutningur, ella nei til Kiotoavtaluna o.s. fr.

Tað ringasta, sum Várharra gjørdi var, at hann setti okkum at ráða yvir øllum. Eg veit ikki, um hann meinti við evropearar og amerikumenn. Tað sær soleiðis út. Men tá ið hann gjørdi hetta, var tað við tí fyri eyga, at vit skuldu hava ábyrgd yvir fyri næstanum, dýrunum og natúruni. Hvussu fara vit við tí føroysku natúruni? Vit leika í, sum tað galt okkara síðsta dag. Hava vit rætt til hetta? Hvussu fer okkara land at síggja út, tá ið 300 ár eru farin ? ella, tá ið tann síðsti oljudropin er pumpaður úr undirgrundini?

Fullveldið er í eygsjón, og vit fara kanska í okkara hagaparti at hava so nógvan áseyð, at tað verður ríkiligt til øll, nú oljan prutlar undir lokinum. Men tað nýggja støðið, sum vit fara at síggja heimin út frá, verður eitt sindur forborgið í mangar mátar, tí hesir multinationalu risar sum t. d. Shell hava ikki bara gott orð á sær. Tað er ikki sørt við frekleika, teir eru farnir fram í Nigeria, har Nigerósin er saksalopin av oljudálking. Tað vanliga fólkið hevur lítið og einki fingið burtur úr hesum ríkidømi. Hvussu skulu vit nú kaga undan væðingini, hyggja útum og fyrsta vit síggja, tað eru jákupskeljar, sum eru festar á føroyskar mannakroppar í hópatali?

Gunnar Hoydal skrivar í síni grein, at hann sum heimsborgari er sambands- og javnaðarmaður. Hetta er so sera væl sagt. Hetta átti at verið aðalhjarnan í øllum. Úr hesum tankasprota eru nógv góðmenni farin út á tær markinar, har ójavnin er størstur. Nú hava vit fingið Attacrørsluna afturat. Óiva fara fleiri slíkar rørslur at taka seg upp í næstum, og vónandi fara politikarar at taka hesar rørslur til sín. Tað er her, at tampurin brennur, at demma upp fyri ólíkindum frá stórkapitalinum.

Fyri ikki so mongum árum síðani gingu listafólk og granskarar hond í hond og vístu á skeivleikar í samfeløgunum vestanfyri. Politikar tóku hesar áskoðanir til sín og førdu tær út í lívið, men tað sýnist sum um, at hesi fólk hava verið ring at fingið eygað á tey seinastu árini. Eitt er tað, at vit hava globaliseringina á munni, men hevði globaliseringin fingið sín politiska dám, kundi nógv verið vunnið. So fekk fólkið sína ávirkan á tað, sum fór fram. T. d. Ikea hevur sett sær fyri, at hvørja ferð eitt træ verður tikið upp við rót til teirra framleiðslu, plantar henda fyritøka tvey trø afturat. Hetta er ein góður tanki og ein góð handling.

Indiánin segði: Hvussu kann eg eiga jørðina, tá ið eg ikki eigi luftina, sum eg andi í meg? Alt er eitt lán, og eitt lán skal koma læandi aftur. Lánið skal ikki gera tað, at nøkur fá eiga alt, meðan stórsti parturin av heimsborgarunum einki eiga. Jú, eg eri javnaðarmaður?!