láturskeið
? Nú halda vit fyri búkin og flenna í kíki, sigur láturinstruktørurin. Tær flenna í kíki.
Vivian Guðmundsson hevur lært til láturinstruktør í Danmark. Hon fekk áhuga í evninum eftir at hava lisið um látur og Dr. Madan Kataria á internetinum. Nú er hon so komin heim á klettarnar aftur ? við látrinum.
? Tú skalt slappa av, sigur ein av kvinnunum við eina aðra, ímillum tvey øvilsi.
? Tað geri eg eisini, sigur kvinnan hinumegin ringin.
? Nú skulu vit heilsa uppá hvørja aðra, sigur Vivian. Vit skulu ganga runt og taka í hondina á hvørjari aðrari og geva látur okkara víðari. Tær so gera. Ein og ein taka tær í hondina á hvørjari aðrari, til tær hava verið alla mylluna runt. Og tær flenna. Skjótt er rúmið fult av látri.
Tað er ikki eiti á orku, tú merkir her. Vit eru í gamla Føroya Banka, har tey eldru halda til. Ikki eru tær heilt ungar, men frískar, tað eru tær. Hvørja ferð láturinstruktørurin kemur við eini nýggjari venjing, eru tær skjótar at taka undir. Og tær síggja út til at hugna sær óført.
Ein maður kemur inn gjøgnum dyrnar. Kvinnurnar eru skjótar at heilsa, nú tær fáa eitt mannfólk uppí láturringin.
? Fekk tú nakað páskaregg, rópar ein av kvinnunum. Hinar flenna.
- Ho-ho-ho. Hesaferð grína tær sum Jólamaðurin.
? Nú skulu vit flenna, sum eru vit 6 ár, sigur Vivian. Tey seta fingurin á nøsina, og siga »na-na-na-na-na«. Maðurin roynir at fylgja við.
Síðani koma fleiri øvilsir. Tey keypa toy, fiska við tráðu og spæla, at tey vilja »ræðuliga illa pissa«. Eftir tað er tíð til ein stuttan steðg. Maðurin nýtur høvið til at sleppa sær spakuliga undan. Kvinnunar massera kjálkarnar.
? Børn flenna 200 ferðir um dagin, ímeðan vit vaksnu bert flenna eini 15 ferðir, sigur Vivian. Hon greiðir víðari frá, at látur virkar sum ein »innara jogging«. Tað ávirkar okkum bæði likamliga, sálarliga og sosialt.
Tað nærkast móti endanum á skeiðinum. Men fyrst skulu tær taka ein hjartaligan látur.
? Hugsa positivar tankar. Alt er deiligt, sigur Vivian.
? Tað er vár, ljóðar frá onkrum í ringinum.
Vivian heldur áfram. Sigur teimum, at tær skulu anda inn. 1-2-3.
Síðani geva tær hvørjari aðrari eitt klemm ? saman við einum látri.
Eftir seinastu venjing takka tær instrukørinum ? við einum látri, sjálvandi.
Aftaná standa tær eina løtu og smápráta um dagin. Tær virka allar sera nøgdar.
? Hetta er øgiliga stuttligt, sigur ein av kvinnunum. Men eg haldi ikki, at tað riggar so væl, tá ið man er einsamallur. Tað er stuttligari at vera saman við øðrum. Hon sigur frá, at sjálv eigur hon eina »flennisystur«, og tær flenna altíð, tá ið tær eru saman.
Ein av kvinnunum fær eyga á tann burturblivna mannin, sum stendur og eygleiðir íbakgrundini.
? Tú hevur forsømt teg, gamli mín!