vandi á ferð í løtuni. Sigmundur Isfeld, føroyskur sendimaður í London, er varugur við, at vandi er fyri nýggjum álopum á føroyingar fyri at vit drepa grind. Nú ein døglingur viltust niðan í Tems í London, [...] beinleiðis nakar vandi í løtuni. - Men skuldi umhvørvisfelagsskapir lopið á við fullari styrki, hevði tað verið gott at havt eina tilbúgving á økinum. - Men vit eru á varðhaldi og vit fylgja við gongdini [...] kann seta føroyingar í ringt ljós hjá fjølmiðlafólki, politikarum og handilsketum og tað kann skjótt fáa fíggjarligar avleiðingar fyri okkara samfelag tó heldur Føroyski sendimaðurin í London, at tað hevur
hava vit vant okkum við, at vakmyndatól eru í ávísum handlum, men tað hevur ikki verið vanligt at hava vakmyndatól á almennum støðum í Føroyum. Borgarstjórin í Havn hevur róð fram undir, at slík eftirlitstól [...] einari Gallup kanning, sum Dátueftirlitið lat gera fyrr í ár. Spurningurin til fólk var “Skal tað vera loyvt at hava vakmyndatól á almennum økjum í Føroyum, sum handlum v.m.?”. Og greiða svarið frá fólki [...] sett upp ymsastaðni í høvuðsstaðnum. Hugskotið við slíkum myndatólum er at fyribyrgja herverki og harðskapi og møguliga gera tað lættari at uppklára brotsverk. Tað er púra vanligt í stórbýum uttanlands
fyri rannsóknunum í sambandi við morðið, og hann sigur seg hava fingið vissu fyri, at morðið var politiskt. Ákæruvaldið hevur skuldsett 11 fólk í málinum og 10 teirra sita í varðhaldi. Løgreglan veit, hvør [...] funnin myrd uttan fyri íbúð sína í Moskva. Hon var kend fyri sínar atfinningarsomu blaðgreinar, og hon legði ikki fingrarnar ímillum, tá tað snúði seg um russiska ágangin í Kekenia og politikkin hjá Vladimir
tí óhappinum. Løgreglan hevur framvegis tveir menn í varðhaldi í sambandi við málið sum Sigrid Schjetne, sum hvarv, og sum seinni var funnin deyð. Í gjár var løgreglan á bústaðnum hjá øðrum manninum og [...] ikki at siga, hvussu ella nær tann 16 ára gamla gentan Sigrid Schjetne doyði. Tað kunngjørdi løgreglan í dag, eftir at hon hevði fingið úrslitið av líkuppskurðinum. Kanningar fyrr hava avdúkað, at ein bilur [...] og gjørdi ymsar kanningar, men løgreglan upplýsti á tíðindafundi í dag, at tær teknisku kanningarnar fara kanska at vara yvir um ársskiftið.
Árna Olafsson í 1987 um at ráðgeva tí í samráðingunum við donsku stjórnina um yvirtøku av undirgrundini. Tá undirgrundin varð yvirtikin í 1992 vórðu aftur boð eftir Árna Olafssyni. Hann kom í fyrstu Olju [...] út um oljuspurningar, ta fyrru í 1993 og ta seinnu í 97. Í fyrru frágreiðingini var umframt vanligt upplýsing um hesa nýggju vinnu eisini uppskot til lóg um forkanningar. Í tí seinnu frágreiðingini vóru [...] avgerðunum eru eftir at taka. Her t.d. spurningurin um vit skulu taka oljuna í land í Føroyum. Síðani kom steðgur í leiklutin hjá Árna í føroyskum oljuhøpi. Edmund Joensen, løgmaður tók Árna úr Oljuráðleggin
fara at vitja í Tjernobyl. Fleiri enn 30 ár eru liðin, síðan reaktor 4 á sovjettiska kjarnorkuverkinum uttan fyri Pripyat fór í luftina 26. apríl í 1986, og framvegis er økið avbyrgt. Í hugaheiminum hjá [...] langt burturi, har maskuklæddir hermenn í gummidraktum í tíð og ótíð patruljera við geiger-teljara og gera mátingar. Ungi havnamaðurin Andres Jacobsen megnaði í oktober í fjør saman við norska vinmanninum [...] halda í góð 30 ár, og at arbeiðið var illa frágingið. Í 2010 var farið undir at leggja stórt hválv omanyvir aftur, og tað arbeiðið stóð liðugt í 2016. Tó er sarkofagurin undir hválvinum farin í upploysn
greitt, at avgerðir um Føroyar skulu takast í Føroyum. Í hesum ótryggu tíðum skulu vit eisini tryggja, at avgerðarrætturin um málsøki, sum í áratíggju hava ligið í Føroyum, ikki verður flutt niður aftur til [...] i, mugu vit halda fast í, at avgerðarrætturin er okkara, og at vit skulu vera við í øllum liðum, har okkara uttanríkis-, trygdar- og hernaðarmál vera lýst og viðgjørd – eisini í altjóða høpi. Vit mugu [...] komandi donsku stjórnina, har eg týðiliga og áhaldandi geri greitt, at tað eru vit í Føroyum, sum eiga avgerðarrættin í øllum málum, sum viðvíkja okkum. Tað sigur Liljan Weihe, sum á fyrsta sinni stillar
Nú viðgongur maðurin, sum situr í varðhaldi í Íslandi, skuldsettur fyri at hava dripið Birnu Brjánsdóttir, at hann er sekur í at hava roynt at smuglað 20 kilo av hassji til Grønlands. Tað skrivar grønlendska [...] framvegis upp á, at hann er óskur í drápinum av Birnu Brjánsdóttir. Hinvegin heldur íslendska løgreglan, at maðurin er sekur, og tí situr hann framvegis í varðhaldi. [...] sermitsiaq.ag - og vísir til www.mbl.is og Iceland Monitor í hesum sambandi. Tað var við grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, sum hevði verið í Danmark á skipasmiðju, at maðurin hevði goymt og royndi at
umborð á einum útróðrarbáti. 32 fólk eru tikin og sita í varðhaldi. Amerikonsku rúsevnamyndugleikarnir siga, at tey 18 tonsini kundu verið seld á gøtuni í USA fyri einar 500 kió. dollarar, sum svarar til 2 [...] funnið í trimum. Fyrst vórðu 17 tons funnin umborð á einum skipi, sum var farið úr Panama við kós norðureftir. Seinni funnu tollarar 900 kilo umborð á einum stuttleikabáti úti fyri strondini í Panama,
Teir báðir menninir komu upp í bussin í býarpartinum Marathon stutt fyri klokkan fimm grikska tíð og góvu bussføraranum boð um at steðga. Lítla løtu seinni hevði løgreglan kringsett bussin, og alvápnaðir [...] høvdu teir kravt at fáa ein bussførara, og at løgreglan skuldi loyva teimum at koyra út í altjóða floghavn-ina í Athen. Grikska løg-reglan helt upprunaliga, at gíslarænararnir vóru albanar, men seinni [...] blaðið fór til prentingar. Hetta er ikki fyrstu ferð, at vápnaðir menn hava rænt bussar í Grikkalandi. Tað hendi bæði í 1999 og 2000.