Nú viðgongur maðurin, sum situr í varðhaldi í Íslandi, skuldsettur fyri at hava dripið Birnu Brjánsdóttir, at hann er sekur í at hava roynt at smuglað 20 kilo av hassji til Grønlands.
Tað skrivar grønlendska heimasíðan - sermitsiaq.ag - og vísir til www.mbl.is og Iceland Monitor í hesum sambandi.
Tað var við grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, sum hevði verið í Danmark á skipasmiðju, at maðurin hevði goymt og royndi at smugla hassjið til Grønlands.
Stóra nøgdin av hassji varð funnin, tá trolarin varð afturkallaður til Hafnarfjarðar í Íslandi, eftir at Birna Brjánsdóttir varð eftirlýst, og onkur av manningini á Polar Nanoq varð settur í samband við málið.
Tá løgregla og tollvald vóru umborð og kannaðu skipið, fann tollvaldið hesa stóru nøgd av hassji, sum drápsskuldsetti hevur verið undir illgruna fyri at hava roynt at smuglað til Grønlands.
Sambært íslendskum miðlum heldur skuldsetti framvegis upp á, at hann er óskur í drápinum av Birnu Brjánsdóttir. Hinvegin heldur íslendska løgreglan, at maðurin er sekur, og tí situr hann framvegis í varðhaldi.










